Við Múrin ella við Brúnna

Okkurt bendir á, at vit nú hava ov nógvar festivalar í Føroyum

Talið á tónleikafestivalum og tiltøkum í Føroyum veksur alsamt, og tað er einki at siga til, at onkur kanska villist í øllum nøvnunum.

 

Tó er tað eitt sindur óheppið, tá ein, sum er biðin um at seta eitt tiltak, av misgáum nevnir ella skrivar skeivt navn, serliga, tá tiltakið talan er um, er beint í grannalagnum hjá talaranum.

 

Edmund Joensen setti tónleikatiltakið við Brúnna leygardagin, og í morgun hevur hann lagt røðuna út á vangamynd sína á Facebook. Tó so, ein lítil feilur sníkti seg inn í dagføringina.

Her er røða, sum eg fekk høvi at halda, tá ið vit mongu savnaðust til tónleika og summartiltakið "Við Múrin". Gott summar øll somul, skrivar fyrrverandi fólkatingsmaðurin á Facebook.

 

Tó so, í sjálvari røðuni letur til, at fyrrverandi løgmaðurin av Oyrarbakka nevndi tiltakið við rætta heitinum, við Brúnna.