við eitt nú at drekka ella roykja seg "stille og roligt" í hel ? ella eta heming á seg, hóast sukursjúku ella svølta seg í ólukkumát. Í roynd og veru doyggja fleiri á henda hátt. Hvat halda vit um ungfólk [...] tilvild eru komin fram á tann, sum deyður er fyri egnari hond ? ella hava verið við til at tikið líkið upp. - Hesi kunnu væl skiljandi vera sálarliga skelkað av teirri sterku uppliving, sum tað nú einaferð [...] ellisforseti á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, so hava hann og aðrir ekspertar heldur ikki megnað at fyribyrgt slíkum ólukkuligum hendingum. - Og soleiðis er tað, hóast umstøðurnar innanveggja á sjúkrahúsi
in kom á staðið og Maud Wang Hansen fekk adrenalin í kroppin og varð koyrd á sjúkrahúsið. Hon fall í óvit og hevur bert brot í minninum frá hendingini eftir tað. Hon fekk tó rætta heilivágin á sjúkrahúsinum [...] sum ikki renni undan teimum. Men nú eri eg sera bangin fyri, hvat kann henda, um eg verið stungin aftur, greiðir Maud Wang Hansen frá. Hon er í Íslandi nú, tí hon lesur á Fróðskaparsetrinum og tekur nøkur [...] áheitan á føroyingar. - Eg haldi, at fólk mugu vera ógvuliga varin um tey ætla at taka burtur vespureiður. Eg haldi eisini, at hetta er ein almenn uppgáva. Vespurnar eru ófrættakendar kyknur, sum vit ikki
verið í G!blaðnum og á heimasíðuni, har kunningin beinleiðis sigur, at tað finnast tvey sløg av atgongumerkjum og bæði eru vikuskiftispass. Tað er tí skilligt, at fleiri ilskaðust inn á hetta. [...] sera góðar. Her kunnu vit nevna framførslurnar hjá útlendsku bólkunum: Kaizers Orchestra, Animal Alpha, Mugison, Holmes Brothers, Beth Hart og Infernal. Tær vóru allar minniligar á hvør sín hátt. Eins og [...] heimsnøvnini, men harafturímóti vístu, at føroyskur tónleikur er á einum sera høgum støði. Ikki færri enn 9.000 fólk vóru sambært fyrireikarunum komin saman í Syðrugøtu hesar dagarnar, og hetta er ein sólskinssøga
sum eg havi lært á trygdarskeiðinum. Vit hava lært okkum at fáast við eldsbrunnar við Áir, og tann førleikin kom væl við, tá ið eldur kom í verksmiðjuna, sigur Andreas. Andreas er umborð á Havborg, har ið [...] vóru eftir umborð. Tveir vóru tørnaðir inn, og Andreas var júst komin inn í kamarið, tá ið alarmurin fór frá. Andreas og ein annar lupu upp á kajuna, og lítla løtu seinni kom annar av teimum, sum vóru tørnaðir [...] vóru umborð, men teir hildu, at ein lá og svav í kamarinum á hæddini uppiyvir verksmiðjuni. Andreas Thomsen gjørdi skjótt av og leyp niðan á brúnna eftir roykkavaraútgerðini. Hann fór inn aftur eftir manninum
spennandi. Men í Føroyum miðla vit ikki einans søgur – her eru vit við til at gera ein mun. Allir teir filmar, ið eru innsavnaðir og yvirspældir í sambandi við verkætlanina, eru ein einastandandi møguleiki [...] inum og -dansinum á ólavsøku, prátaði eg við fimm fólk, ið antin eru við í "Føroyskar Søgur" ella hava samband við onnur, ið eru á filmunum. Tað bleiv veruliga stórt, sum tað eitur á donskum, tá eg slapp [...] Miðlahúsinum. – Eg skal erliga viðganga, at tað var eitt sindur av fjáltri á mær, nú vit skuldu hava fyrstu almennu sýningina av tilfarinum á "Føroyskar Søgur". Tað er altíð trupult at lata nakað, ið ein hevur
innlegg frá Heðini á Lakjuni. Fortreytirnar, sum vórðu skaptar fyrstu løtuna, bóru samstundis við sær, at talan sjáldan gjørdist um ta stóru fótbóltsupplivingina. KÍ hevði ikki tørv á meira, og á degnum maktaði [...] als ikki hevur neyðugu dystarvenjingina í beinunum. Og so leingi sum pappírini upp á nýggja áleyparan ikki eru komin til Føroya, fær hesin heldur ikki hvest álopið, sum hesa ferð tóktist ógvuliga tannleyst [...] ella undir Leirvíksfjørð á degnum. Kjaftfiskar Ikki minst tí tey bæði málini vóru rættiligir kjaftfiskar hjá B36 at fáa. Fyrra málið kom, tá Jan Andreasen fyrst var bóltvinnari á miðvøllinum, og síðani sera
góðtikið, at blokkurin skal verða óbroyttir næsta ár. - Tað eru ikki bara tríggir landsstýrismenn, men tað eru tríggir floksformenn, sum eru samdir um hetta. Jóannes Eidesgaard ávaraði eisini um, at fer [...] er fangaður á skeiva beininum. - Tað heldur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Og kanska er nakað um tað, tí eftir tí, sum kom fram í Løgtinginum í gjár, er fløkja komin í ímillum Anfinn [...] linum. - Tað er umráðandi at halda fast um samgonguskjalið á hesum øki, legði hann afturat. Eisini Jákup Mikkelsen, formaður Fólkafloksins á tingi, nevndi, hvussu stóran týdning tað hevur at halda fast
Vanligasti hátturin at gera upp virðið á fyritøkum, tá handlar av hesum slag skulu sammetast, er at seta upp roknistykki, sum tengir søluprís og skuld saman. Virði á fyritøkuni verður tá upphæddin, sum eitt [...] at við keypinum av JFK fyritøkuni fylgdu tveir trolarar við loyvi í Barentshavinum. Tað eru serliga kvoturnar á hesum, sum hava verið orsøk til umrøðuna, og tí verður keypið býtt við tvey, gerst prísurin [...] milliónirnar kunnu helst vísast til, at vera virði á teimum fýra ísfiskaloyvunum, sum Vesturvón hevur í teimum báðum trolarapørunum, sum felagið eigur, og á tann hátt gongur roknistykki upp. Men hartil, so
sjógv. Seinastu mánaðirnar eru fleiri bilar endaðir á sjónum, og fólk standa spyrjandi, hví slíkt hendir. Í Havn eru tveir bilar farnir á sjógv. Í øðrum førinum doyði ein maður, og á oljubryggjuni í Saltangará [...] óvart kom at traðka á speedaran heldur enn bremsuna. Bæði framhjólini á bilinum fóru út um bryggjukantin, sum tískil hekk á "búkinum". So heppið var tað, at annað hjólið kom at hvíla á endanum hjá sandbátinum [...] at genturnar tordu illa at røra seg í bilinum, til hjálp var komin á staðið. Ein maður var á bryggjuni, og skjótt komu fólk, sum vóru umborð á skipunum, eisini til hjálpar. Tað eydnaðist í øllum góðum at
klokkan 10 til 18. - Á jólasøluni fara vit at selja hondgjørdar lutir úr træ, eitt nú krakkar, hillar, hjørtu og annað. Vit fara eisini at selja bundnar og seymaðar lutir, og her eru nissur, jólamýs, einglar [...] jólagávuhugskot, nú jólini eru farin at nærkast, siga tey á Stíggi. Verkhúsið Stíggjur, sum heldur til á Høgabóli í Saltangará, er vardur verkstaður fyri fólk við menningartarni, og her eru dagliga 27 borgarar [...] og nógv annað forvitnisligt. Á Stíggi siga tey, at tá jólasølan verður, fara tey eisini at selja kaffi, rísalamande og eplaskivur, og tombola verður eisini á skánni. - Vit ivast onga løtu í, at her kunnu