"Føroyskar Søgur" fingu brakandi móttøku

Miðlahúsið kundi á ólavsøku bjóða gestunum ein forkunninga framsýning av brotum úr komandi DVD-útgávuni "Føroyskar Søgur". Umboð fyri Substanz Nordisk Film, ið hevur framleitt føroyskar søgur, vóru ovfarin av góðu móttøkuni. "Tað var ikki ordiliga fyrr enn á ólavsøku, at tað gjørdist mær greitt, hvussu nógv hendan verkætlanin hevur at týða fyri føroyingar," ásannaði Thomas Bjørn Tingstrup, ið er ein av stigtakarunum til verkætlanina

FILMUR

Orð og myndir:

Jan Müller

jan@sosialurin.fo


"Hetta er fitta smágentan, ið handaði kongi blómutyssið  í 1949 á filminum," sigur Høgni Mohr brosandi og presenterar systrina Margretu vanliga nevnd Diddan, sum í dag er væl tilkomin.

"Nei, álvara, er tað við á filminum?" spyr Margreta, ið júst er innkomin í Miðlahúsið saman við manninum Sten Balle og er ávegis upp á aðru hædd í søguliga bygninginum í Vágsbotni at hyggja eftir framsýningini av "Føroyskum Søgum".

Filmsverkætlanin "Føroyskar Søgur" fekk eina brakandi móttøku, tá fyrstu brotini burtur úr komandi DVD-útgávuni vórðu víst í Miðlahúsinum alla ólavsøkuna. Framvísingarhølið var sera væl vitjað og fólk livdu væl við. Tað bleiv peikað og prátað, meðan hugt varð.

"Hatta er Niklas í Koltri, ið smíðaði kappróðrabátar," kundi gamli blaðstjórin á Dimmalætting, Benny Samuelsen, greiða frá, meðan hann sat og hugdi at filminum um ólavsøku í 1959, ið verður at finna á "Føroyskar Søgur".


Lunnar undir filmssavn

Sýningin av brotum úr "Føroyskum Søgum" bleiv sjósett við einari framløgu sunndagin 27. juli. Tað er danska framleiðslufelagið Substanz Nordisk Film, ið saman við Eik Grunninum hevur tikið stig til filmsverkætlanina. Thomas Bjørn Tingstrup og Uni L. Hansen frá Substanz fortaldu teimum umleið 60 áhoyrarunum í Miðlahúsinum um bæði bakgrundina og arbeiðinum við "Føroyskar Søgur".


Umboðini frá Substanz vóru sera fegin og ovfarin av góðu móttøkuni, ið verkætlanin fekk á ólavsøku.

– Eg havi allatíðina havt ein kenslu av, at søgurnar, ið vit hava valt at fortelja á "Føroyskar Søgur", vóru nakað út yvir tað vanliga. Men tað var ikki fyrr enn eg sá, hvussu fólk tóku ímóti sýningini í Miðlahúsinum, at tað veruliga varð mær greitt, hvussu framúrskarandi tilfarið er, greiðir Thomas Bjørn Tingstrup frá.


Ferðin til Føroya í sambandi við tiltakið á ólavsøku var tann fyrsta hjá Thomas Bjørn Tingstrup, ið er annar av tveimum stovnarum av Substanz Nordisk Film. Tá verkætlanin varð sjósett, var tað hin stovnarin av Substanz, Troels Uhrbrandt Rasmussen, ið vitjaði oyggjarnar. Felagið hevur framleitt líknandi útgávur í bæði Danmark, Noregi, Svøríki og Finlandi. Men sambært Substanz stjóranum er "Føroyskar Søgur" nakað heilt serligt.


– Tað var ikki ordiliga fyrr enn á ólavsøku, at tað gjørdist mær greitt, hvussu nógv hendan verkætlanin hevur at týða fyri føroyingar. Útgávur okkara í øðrum londum eru væl móttiknar, tí søgurnar vóru góðar og tí at frásøguhátturin var nýggjur og spennandi. Men í Føroyum miðla vit ikki einans søgur – her eru vit við til at gera ein mun. Allir teir filmar, ið eru innsavnaðir og yvirspældir í sambandi við verkætlanina, eru ein einastandandi møguleiki fyri at leggja lunnar undir eitt tjóðsavn við søguligum livandi myndum, sum ikki finst í Føroyum í løtuni. Tað haldi eg er feitt at fáa høvi taka lut í, staðfestir ein eldhugaður Thomas Bjørn Tingstrup.


Modellin Armgarð

Ferðin til Føroya var eisini øðrvísi upp á ein annan máta fyri Substanz stjóran.

– Tað er fyrstu ferð, eg havi hitt SO nógv fólk, ið hava persónligar upplivingar við fólki frá einari av okkara útgávum. Bara undir felagssanginum og -dansinum á ólavsøku, prátaði eg við fimm fólk, ið antin eru við í "Føroyskar Søgur" ella hava samband við onnur, ið eru á filmunum. Tað bleiv veruliga stórt, sum tað eitur á donskum, tá eg slapp at skála við Armgarð McBirnie, ið upptraðkar sum modell í mínum yndisbroti á "Føroyskar Søgur" – eitt mótashow við undirklæðum og náttkjólum á Hotel Føroyum á Kongabrúnni í 1966. Undurfull kvinna og framúrskarandi skemtisøgur um tíðina.

Sambært Thomas Bjørn Thingstrup var ferðin til Føroya eitt stórt upplivilsi, men har var eitt, sum hann legði serliga merki til.


– Tað mest irriternadi við tiltakinum var at hava Una (L. Hansen, samskipara, blaðm.) sum vert á ólavsøku. Hann blev í heilum steðgaður av fólki, ið vildu heilsa upp á og hoyra um "Føroyskar Søgur" – so kundi eg standi og bíða eftir at sleppa víðari, skemtar Thomas Bjørn Tingstrup.


Stryktur í trúnni

Fyri Una L. Hansen, ið hevur samskipað "Føroyskar Søgur" fyri Substanz Nordisk Film, var tað sum at vera til eina sveinaroynd, tá tiltakið fór av bakkastokki í Miðlahúsinum.

– Eg skal erliga viðganga, at tað var eitt sindur av fjáltri á mær, nú vit skuldu hava fyrstu almennu sýningina av tilfarinum á "Føroyskar Søgur". Tað er altíð trupult at lata nakað, ið ein hevur arbeitt so miðvíst við í langa tíð, frá sær. Ivin kemur altíð sníkjandi: Er tað, ið vit hava gjørt, nóg gott? Hava vit gagnnýtt frálíka  men eisini sera umfatandi filmstilfarið, ið fólk hava latið okkum, nóg væl? Kundu vit ikki hava gjørt okkurt øðrvísi? Samstundis kenni eg meg ómetaliga tryggan við tilfarið á "Føroyskar Søgur", ið eg haldi vera bæði forkunnugt og væl frágingið, og framsýningin í Miðlahúsinum á ólavsøku var við til at styrkja meg í trúnni, og tað er ómetaliga deiligt at uppliva, greiðir føroyski samskiparin frá.

– Men tað, ið hevði allarmest týdning fyri meg, var, at fleiri av teimum fólkum, ið hava hjálpt okkum so ómetaliga væl við hesi verkætlan, vóru til staðar í Miðlahúsinum til hesa fyrstu framsýning, eitt nú fyrrverandi ursmiðurin og filmsmaðurin Jákup Andreas Arge av Argjum, Daisy Sloan úr Havn og oyndfirðingurin Andreas Klein. Uttan treytaleysa álitið, ið hesi fólk og nógv onnur við teimum, hava víst okkum, so hevði tað verið ógjørligt at framleitt "Føroyskar Søgur", staðfestir Uni L. Hansen.

"Føroyskar Søgur" verða útgivnar 19. september.



Mynddatekstir til 5 ella 6 myndir…..


Kanska mest sermerktu filmsrullurnar, ið eru komnar undan kavi í sambandi við "Føroyskar Søgur", vórðu funnar í einum gomlum húsum í Oyndarfirði. Tað var oyndfirðingurin Julius Høgnesen, ið blaðungur flutti av landinum at læra til apotekara, sum upptók rullurnar í 1930. Fleiri av skilfólkum hansara vóru til framløguna av "Føroyskum Søgum" í Miðlahúsinum - summi vóru komin heilt úr Noregi. Filmstilfarið hjá Juliusi var tíverri ikki partur av framsýningini á ólavsøku, men samskiparin av "Føroyskar Søgur", Uni L. Hansen, hevði eitt eintak á telduni og fekk tískil givið teimum eina eksklusiva framsýning av sermerktu upptøkunum hjá Julusi Høgnesen, ið er at finna á "Føroyskar Søgur"


Nógv folk varð samankomið í Miðlahúsinum til forpremieru av “Føroyar Søgur”, har Uni L Hansen og Thomas Bjørn Tingstrup greiddu frá.


Uni L. Hansen, samskipari, Jákup Andreas Arge, myndamaður og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Miðlahúsinum til forpremieruna


Uni L. Hansen, Thomas Bjørn Tingstrup og konan Annette Tingstrup leggja seinastu hond á verkið, áðrenn forpremiera fer av bakkastokki í Miðlahúsinum.


Fleiri hundrað nýttu høvi á ólavsøku at síggja Føroyar Søgur í Miðlahúsinum.





Fakta

"Føroyskar Søgur" verða útgivnar 19. september.

Tað eru danska fraleiðslufelagið Substanz Nordisk Film og Eik Grunnurin, ið hava tikið stig til verkætlanina.

Talan er um eina DVD-útgáva við gomlum dokumentariskum filmsupptøkum, ið er upptiknar í Føroyum seinastu 100 árini. Upptøkurnar eru settar saman til 11 sjálvstøðugar søgur, ið hava eina samlaða spælitíð á 104 minuttir.

"Føroyskar Søgur" bera hóaskandi undirheitið "upplivingar úr gerandisdegnum frá 1907 til dagin í dag". Elstu upptøkurnar, ið eru funnar í sambandi við verkætlanina, eru av konganvitjanini hjá Fríðrikki kongi 8. í 1907. Samstundis undirstrikar undirheitið, at "Føroyskar Søgur" ikki er tann almenna Føroya søgan, men løtumyndir úr gerandisdegnum hjá føroyingum seinastu øldina.

Allar tær hundraðtals filmsrullurnar, ið eru innsavnaðar til verkætlanina frá privatum og almennum gloymslum, eru allar talgildar og verða handaðar føroyskum skjalagoymslum, so tær kunnu vera til gagn hjá komandi ættarliðnum av føroyingum. Harvið er føroyski mentanararvurin á filmi eisini varðveittur fyri eftirtíðina.

Les meira um verkætlanina á: www.substanz.dk & www.eik.fo