Keyp og søla
Síðani JFK handilin, har Hanus Hansen og Norðoya Sparikassi keyptu meirilutan av partabrøvunum í fyritøkuni, hevur støðugt kjak verið um, hvørt tað var rætt av Føroyagrunninum at gjøgnumføra handilin, uttan at hetta varð gjørt í almennum útboðið.
Millum annað hevur verið fýlst á, at eingin trygd var fyri virðisásetingini í handlinum, tá talan var um »lukkaðan« handil. Og frá nógvum síðum ljóðaði, at handilin snøgt sagt var farin fram til undirkurs.
Tað tosið fekk enn meira ferð á, tá Vesturvón herfyri varð selt til Framherja. Eftir øllum at døma fyri eina upphædd, sum var væl hægri enn tað, sum JFK-fyritøkan varð seld fyri.
Í Degi og Viku fríggjadagin staðfesti Leif Abrahamsen, nevndarformaður í Føroyagrunninum, at handilin við Vesturvón prógvaði, at JFK-handilin eisini var fram eftir marknaðarfortreytum. Men tað er ein útsøgn, sum væl kann hava sínar modifikatiónir.
Skuldin skal roknast við
Vanligasti hátturin at gera upp virðið á fyritøkum, tá handlar av hesum slag skulu sammetast, er at seta upp roknistykki, sum tengir søluprís og skuld saman.
Virði á fyritøkuni verður tá upphæddin, sum eitt felag er keypt fyri - virðissetingin hjá keypara - umframt skuldin í felagnum. Tað skuldi á hendan hátt verið eitt úttrykk fyri samlaða virðið í felagnum. Tá ein keypsprísur so verður uppgivin, verður tað eitt úttrykk fyri nettovirðið í fyritøkuni.
Verður tað roknistykkið sett upp, so gevur hetta fylgjandi úrslit sambært teimum tølum, sum vit hava fingið uppspurt:
mió kr.
VesturvónJFK
Keypsvirði160120
Skuld20190
Samlað virði180310
Í hesum skal tó havast í huga, at við keypinum av JFK fyritøkuni fylgdu tveir trolarar við loyvi í Barentshavinum. Tað eru serliga kvoturnar á hesum, sum hava verið orsøk til umrøðuna, og tí verður keypið býtt við tvey, gerst prísurin fyri hvørt loyvi 155 mió. Tað er altso 25 mió lægri, enn Framherji virðissetti Vesturvón til í sínum keypi.
Tær 25 milliónirnar kunnu helst vísast til, at vera virði á teimum fýra ísfiskaloyvunum, sum Vesturvón hevur í teimum báðum trolarapørunum, sum felagið eigur, og á tann hátt gongur roknistykki upp.
Men hartil, so skal eisini leggjast afturat tey virði, sum JFK hevur umframt teir báðar flakatrolararnar.
JFK hevur nevnliga eisini ræði á fylgjandi loyvum. Eitt pelagiskt loyvi, tvey ísfiskaloyvi og eitt rækjuloyvi umframt Kósavirkið, sum er næst størsta rávørukeypari- og útflytari. Tað vil við øðrum orðum siga, at skal samanberingin millum handlarnar framhaldandi gerast eftir hesum leisti, eru hesi loyvi at kalla komin ókeypis við í handlinum, tá JFK skifti eigara.
Ivaleyst er tað eisini hetta, sum norska blaðið Fiskaran, hevði í mentu, tá blaðið herfyri umrøddi keypið av JFK-fyritøkuni. Eitt keyp, sum blaðið skírdi fyri »tidernes tråler kup i Nordatlanten«. Altso besta keypið nakran tíð í Norðuratlantshavinum.
Vit royndu týsmorgunin at fáa eina viðmerking frá Leif Abrahamsen til omanfyristandandi, men hetta eydnaðist okkum ikki.