Fyri einum mánaði síðani varð Maud Wang Hansen stungin av einari vespu. Tað var meðan hon var stødd í íbúð í Reykjavík, at hon skuldi blaka eina vespu út, at hon varð stungin. Maud var púra einsamøll í íbúðini, tá ið hetta hendi.
- Eg føldi tað fór at prika í hondunum og stutt eftir hugdi eg í spegli og sá, at eg var flekkut um allan kroppin. Eg lat hurðina upp, ringdi til eina eg kenni og síðani eftir sjúkrabili. Eg visti, at hetta var álvarsamt, sigur Maud Wang Hansen.
Tað vísti seg, at hon fekk tað, sum eitur anafalektiskt sjokk. Kroppurin lukkaði niður, tað gjørdist torført at anda, hálsurin og andlitið bólgnaði upp, tað trýsti fyri oyruni og eftir fáar minuttir var Maud ikki før fyri at gera nakað. Sjúkrabilurin kom á staðið og Maud Wang Hansen fekk adrenalin í kroppin og varð koyrd á sjúkrahúsið. Hon fall í óvit og hevur bert brot í minninum frá hendingini eftir tað. Hon fekk tó rætta heilivágin á sjúkrahúsinum og longu dagin eftir var hon nógv betri fyri. Tó kendi hon tær komandi tvær vikur, sum var hon árend av einum stórum lastbili.
- Tað vísir seg, at eg toli ikki vespusting. Eg havi ongantíð verið bangin fyri vespum. Havi verið ein av teimum fáu, sum ikki renni undan teimum. Men nú eri eg sera bangin fyri, hvat kann henda, um eg verið stungin aftur, greiðir Maud Wang Hansen frá.
Hon er í Íslandi nú, tí hon lesur á Fróðskaparsetrinum og tekur nøkur fak í Íslandi. Men heima í Føroyum býr hon í Nólsoy. Og skuldi hon verið stungin av einari vespu í Nólsoy, so er ivasamt hvussu skjótt hon sleppur á sjúkrahúsið. - Eg havi fingið eitt lítið apotek, sum eg skal hava uppiá mær framyvir. Tað er ótrúliga keðiligt. Eg eri bebbarædd fyri, at tað skal henda aftur, tí eg veit ikki, um man kann yvirliva eina slíka hending fleiri ferðir, sigur Maud Wang Hansen. Hon sigur, at hóast hon náddi at læsa hurðina upp og ringja eftir sjúkrabili, meðan hon framvegis var før fyri tí, so fór hon í panikk.
- Eg trúði veruliga mín síðsta tíð var komin. Tað føldist sum kroppurin bara steðgaði, greiðir Maud Wang Hansen frá. Í Íslandi hevur Maud síðani hitt ein serlækna. Hesin greiðir frá, at tað finst ein immunterapi, sum kann gera tað so, at tolevni spakuliga verður bygt upp í kroppinum. Tað gongur yvirskipað út uppá, at Maud Wang Hansen fyrst fær eina viðgerð um vikuna í 16 vikur og eftir eina longri tilgongd á fimm ár skuldi hon verið immun fyri vespueitri
Tað er tó ivasamt, um hendan viðgerðin finst í Føroyum. Í kjalarvørrinum av hesari lívshættisligu hending kemur Maud Wang Hansen við einari áheitan á føroyingar.
- Eg haldi, at fólk mugu vera ógvuliga varin um tey ætla at taka burtur vespureiður. Eg haldi eisini, at hetta er ein almenn uppgáva. Vespurnar eru ófrættakendar kyknur, sum vit ikki eru von við. Men tað er ótrúliga umráðandi, at øll, sum vita um vespubýli siga frá, so at myndugleikarnir kunnu týna tær, sigur Maud Wang Hansen og vísur á, at tað kann ganga heilt galið, um tað til dømis er eitt smábarn, sum ikki tolir vespur, ið endar í somu støðu.