fyrstu ferð, Glorybox hevur spælt her. Fyri einum ári síðan hevði bólkurin tvær konsertir í Føroyum, í Gøtu og í Klaksvík. So fólk kenna kanska eitt sindur til bólkin. Trupult er at seta eitt heiti á tónleikin [...] brýtur til dømis í "digitalum lava". Føroyingur við Nevnivert er í hesum sambandi, at guitaristurin Jan Johansen er føroyingur. Og tað ber næstan til at síggja, at tað fer at regna í tí væleydnaða »Farewell« [...] Og sum sagt verður Glorybox eisini á Roskilde Festivalinum í summar. Eisini friðarligt Nógv lív var í tónleikinum hetta kvøldið á pallinum í Sjónleikarhúsinum, og einstakir áskoðarar vóru við upp á tað
leiðarunum í Jehova á eini privatari samkomu í New York í apríl mánaði - leggur dent á, at limir, sum taka ímóti blóði, verða ikki longur beinleiðis koyrdir úr Jehova Vitnum. Tillaging Oddamenn í Jehova Vitnum [...] n Jehova Vitni hevði snarað 360 stig í spurninginum um blóðflutning. Eisini í USA og Kanada hava tíðindini givið eftirljóð. Higartil hevur tað verið bannað limum í Jehova Vitni at taka ímóti blóði. Nýggja [...] Vitnum í Norðuramerika avsannað upp á tað harðasta, at trúarbólkurin er farin frá læruni, sum forbjóðar limunum at taka ímóti blóði. Talsmenn fyri Jehova hava sagt í viðmerking, at talan er bert um smærri
hinum í USA. Vit lærdu okkum eisini nýggjar dansir, hóast einki sjónvarp var at vísa okkum leiðina, eins og MTV lærir ungdómin í dag. Tað var so nógv øðrvísi í dansinum í Sjónleikarhúsinum fyrr í tíðini [...] tær í boði. Sum í gomlum døgum Aftur til nútíðina í Sjónleikarhúsinum 30 ár seinni, gekk dansurin uppá tað besta. Gólvið var fullsett alla tíðina, og tú troyttaðist ikki, so sum tað ofta kennist í nútíðar [...] gáttina í Sjónleikarhúsinum. Er hetta ikki ein hættislig roynd at fara aftur í tíðina,tá alt var so nógv øðrvísi. Er tað rætt at seta tíðartólið stilt eina løtu og fara aftur til eitt ávíst tíðarskeið í lívinum
men skjótt gjørdist róðurin frægd fyri eygu og oyru. Andante Tað er óivað í hesum satsi, at klokkan kemur inn í myndina. Stevið í satsinum minnir ikki sørt um ein Bornholmara. Træblásararnir hava stóran [...] nógv harpiks fer fyri skeytið í hesum satsi. Framúr gott framfýsni eyðkendi finaluna. Tað er hugaligt at lurta, tá orkestrið leggur lítið í smálýti, men heldur letur seg hvørva í vaksandi tónaveldinum. Á henda [...] størri verki, men júst hesin satsurin, Adagio fyri strúkarar, er vorðin ein sonevndur »klassikari«. Stílurin liggur tætt upp at tí »neo romantiska« rákinum, í dró fleiri tónaskøld fyrst í hesi øldini. Adagio
sending í Útvarpi Føroya um Landskrona, Svangaskarð og ætlaða Tórsvøllin. Tað er í lagi, at sending verður gjørd í útvarpinum um hetta mál, ið hevur stóran áhuga millum manna, men tað er ikki í lagi, tá [...] bæði munnliga millum manna og skrivliga í bløðunum, gjørt var við sína ónøgd við, at rennibreyt verður løgd júst inni í okkara framtíðar fremsta fótbóltsstadion í høvuðsstaðnum, men nevnda tíðindasending [...] skal leggjast við nýggja fótbóltsstadion?ið í høvuðsstaðnum. Enn er onki veruligt argument komið fram, sum talar fyri, at rennibreyt má leggjast júst inni í Føroya framtíðar fremsta fótbólts-landsstadion
Simma Simme hevur í eitt mannaminnið ríka føroyskan tónleik, men Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni var fyrsta útgávan hjá The grand old man í føroyskum tónleiki. Útgávan kom sambært Simma í lag, tí Hansemann [...] ing, uttan at Eitt sunnukvøld í Plantasjuni verður spælt, soleiðis var, tá sendingin æt Ynskikonsertin og er tað enn í dag. Stutt sagt er talan um størstu Landapláguna í Føroya Søgu. Ung sum gomul Alla [...] na, og sambært Kára Olsen verti í sendingini vóru tað bæði ung og gomul, ið atkvøddu fyri Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni. Simme sjávur var ikki tikin á bóli, av at júst hesin sangurin gjørdist størsta
má sigast vera eitt megnaravrik í sær sjálvum í eini so harðari kapping. Eisini fyri grannarnar gjørdist hetta eitt slag av deja vu. Teir endaðu á øðrum plássi, júst sum fyri tveimum árum síðani. Fólkið [...] lagt varð upp til tað heilt stóra brakið, tá Dansk Melodi Grand Prix 2004 skuldi í luftina leygarkvøldið. Stóra ítróttarhúsið í Århus varð umskapað til ein konsertsal við plássum til yvir 4000 fólk. Og seinastu [...] vikuna hevur verið arbeitt hart fyri at fáa alt at ganga upp í eina eind. Dansk Melodi Grand Prix er ein tann størsta fjølmiðlahendingin í Danmark, og sást tað eisini aftur á áhuganum fyri tiltakinum.
kappingin Hoyvíkingar høvdu bestu kortini á hondini undan seinnu hálvfinaluni í steypakappingini, sum var leikt í høllini í Hoyvík mikukvøldið. Fyrru hálvfinaluna høvdu teir vunnið greitt við sjey málum [...] mansverja Jacob Jónsson eydnaðist væl aftur í dag. Hetta var sami taktikkur sum í fyrru hálvfinaluni, og tað skerst ikki burtur, at álopsspælið hjá Kyndli kom als ikki í gongd fyri steðgin. Tað hjálpti heldur [...] atburður ikki verður at síggja í steypafinaluni, tí hon verður send í sjónvarpi til alt Føroya fólk, og tá er umráðandi at gera góða reklamu fyri hondbóltin. Dysturin í tølum H71-Kyndil 23-26 (12-11) H71
við tað verandi?" Í sær sjálvum er tað onki galið í, at ein rithøvundur roynir at blanda seg uppí frásøgnina. Men høvundurin eigur at hava eina ætlan við tí, sum er í tráð við treytirnar í bókini annars. [...] Gubbi] trenaði moralin og segði neitakk til júst tað, sum alt í honum tráaði eftir." Livar, sum droymdi um at verða stýrimaður, ella heimskendur jazzpianistur og í øllum førum skuldafríur um tíggju ár, endar [...] Søgur á rað Í Sebastians húsi koma og fara ættarliðini og lagnurnar, sum hini húsfólkini. Tíðin er 2. heimsbardagi og nøkur ár fram. Søguliga leypir frásøgufólkið tó javnan eini 50 ár aftur í tíðina fyri
teirra sameindu á vári í 2003 lupu á Irak, hendi tað gleðiliga, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin, tóku stig til ein mótmælisfund í miðbýnum í Havn. Um tað mundið var samstarvið í fullveldissamgonguni [...] rakka niður andstøðingarnar ímóti Irak krígnum? Í so fall, er Kim Simonsen eitt grelt úttrykk fyri tí polarisering, sum finst í Føroyum, so væl sum úti í heimi. Tað er at skerja seg sjálvan frívilliga, [...] at tosa meiri álvarsliga saman um parlamentariskt samstarv. Tað var í øllum førum mín hugsan tann dagin mótmælisfundurin varð hildin. Í sosialum spurningum eru flokkarnir rættiliga samdir, og nú Javnaða