Tað skapti ikki sørt av røringi, tá enska blaðið The Times of London herfyri skrivaði, at trúarbólkurin Jehova Vitni hevði snarað 360 stig í spurninginum um blóðflutning. Eisini í USA og Kanada hava tíðindini givið eftirljóð.
Higartil hevur tað verið bannað limum í Jehova Vitni at taka ímóti blóði. Nýggja avgerðin - sum var samtykt av leiðarunum í Jehova á eini privatari samkomu í New York í apríl mánaði - leggur dent á, at limir, sum taka ímóti blóði, verða ikki longur beinleiðis koyrdir úr Jehova Vitnum.
Tillaging
Oddamenn í Jehova Vitnum í Norðuramerika avsannað upp á tað harðasta, at trúarbólkurin er farin frá læruni, sum forbjóðar limunum at taka ímóti blóði. Talsmenn fyri Jehova hava sagt í viðmerking, at talan er bert um smærri rættingar og tillagingar, hvussu farast skal fram, um limir í trúarbólkinum taka ímóti blóði.
Í staðin fyri at verða beinleiðis stoytt úr Jehova, verður nú sagt, at limir - ið taka móti blóði - av egnum fríum vilja eru gingnir frá læruni, sum Jehova Vitni praktisera.
Kanadiski talsmaðurin fyri Jehova, Dennis Charland, leggur dent á, at bíbliunnar Guð, sum vitnini kalla ?Jehova? beinleiðis gevur teimum boð um, at tey skulu "halda seg frá blóði"(Ápostlasøgan 15:20). Og sektin fyri hesa synd er at missa atgongd til andaliga paradísið.
James Pellechia, ein talsmaður fyri Jehova-ritið ?Watch Tower? sigur úr New York, at enska blaðið The Times of London roynir at skaða Jehova við sínari skriving.
- Blaðið skrivar, at vit eru snarað 360 stig í spurninginum um blóðflutning. Vit hava ikki snarað eitt einasta stig. Talan er hinvegin um eina minni broyting í mannagongd, sigur Pellechia.
Sleppa undan sak
Ein kanadiskur fólkalívsfrøðingur á Lærda Háskúlanum í Victoria, sum hevur skrivað bók um Jehova Vitni, sigur, at hon trýr, at leiðararnir í trúarbólkinum hava gjørt broytingarnar fyri at gera tað lættari at sleppa undan burturstoyttum limum, sum leggja sak móti trúarbólkinum.
Her er ikki talan um broytta trúarlæru. Mín meting er, at henda broyting er gjørd fyri at sleppa undan at vera saksøktir, sigur fyrrverandi Jehova limurin Heather Botting - ið hevur skrivað bókina "The Orwellian World of the Hehovah?s Witnesses".
- Jehova hava havt stórar trupulleikar víð sakarmálum, sum er løgd móti teimum seinastu 25 árini. Nú royna Jehova at fáa tað at síggja út, sum um tað er tín egni feilur, um tú tekur teg úr trúarsektini. Hetta ger tað nógv verri hjá tí einstaka liminum at grundgeva mótvegis Jehova Vitnum í rættinum, leggur hon aftrat.
Hesum vísir James Pellechia aftur og sigur, at talan er um eina ?teologiska avgerð?. Hann ásannar kortini, at avgerðin eisini kann hava løgfrøðiligar avleiðingar, men leggur aftrat, at hann hevði onga hóming av, hvørjar tær kundu vera, positivar ella negativar - alt eftir hvørjum stati, provinsi ella landi talan er um.
Heather Botting metir, at nýggja orðingin merkir, at ein limur í Jehova Vitni, sum velur at taka móti blóði, og ikki angrar hetta, sjálvi hava valt at kvetta sambandið við Jehova Vitni.
Úrslitið er, at tey fáa ikki loyvi at tala á møtum hjá Jehova Vitnum, og tey verða ikki longur mett at vera Jehova Vitni.
- Hetta er í roynd og veru tað sama sum hendir, tá ein limur verður stoyttur úr trúarbólkinum. Úrslitið er tað sama: Tey verða ikki longur fatað sum Jehova Vitni.
Heather Botting vísir á, at farnu 20 árini eru fleiri Jehova vitni og eisini teirra børn deyð, tí tey vildu ikki taka móti blóði. Fyrrverandi limir hava eisini ført fram í rættinum í Kanada, at tá tey blivu koyrd úr Jehova, so førdi hetta við sær, at tey eisini blivu útsoytt av teirra familju samstundis sum tey mistu teirra lívsbreyð og atgongd til andaliga paradísið.
Eisini í Føroyum virkar trúarbólkurin Jehova Vitni. Tað eydnaðist ikki a fáa fatur á føroyska pressutalsmanninum fyri Jehova Vitni Árna Nygaard, áðrenn blaðið fór til prentingar. So ikki er greitt, hvørjar avleiðingar nýggi politikkurin hjá Jehova fær her á leiðum.cute;ðini eg havi fingið frá venjarum og meiri royndum leikarum er, ikki at fara upp at flúgva, men allatíðina at hava bæði bein á jørðini, hóast tað gongur væl. Og so er tað sjálvandi eisini sera týdningarmikið áhaldandi at arbeiða hart.
- Ein skal vera fótbóltsspælari 24 tímar um døgnið
Men hvat hendir við teimum ungu leikarum, sum verða vrakaðir av liði sínum og hava onga útbúgving?
- Ungir fótbóltsleikarar hava í øllum førum allir fólkaskúlan, eins og eg havi, og frá tí grundarlagi kann ein byggja víðari á, um ein skuldi verðið vrakaður. Men sum oftast er bert hjá teimum at finna eitt annað felag á lægri støði.
Spurdur, um fótbóltur ikki er eitt sindur óvist at byggja á, um ein knappliga skuldi verðið vrakaður uttan at hava nakra útbúgving, sigur Lennie, at tað er heilt víst fleiri leikarar, sum uppliva júst hatta.
- Tað er í roynd og veru so fáir leikarar sum fullføra tað, sum allir droyma um, nevniliga at gerast fulltíðar yrkisleikarar við stórum feløgum, so ein má vera til reiðar til ikki at megna tað.
Tá prátið kemur inn á skaðar og annað, sigur Lennie, at um tað knappliga ein dag skuldi borið so á, at hann gjørdist skaddur fyri lívið, hevði hann farið at arbeitt í handlinum hjá pápa sínum.
Hvørjar eru framtíðarætlanir tínar innan fótbólt?
- At vera fastur maður á Premier League liðnum hjá Chelsea, og so vónandi eisini at koma á enska landsliðið einferð í framtíðini. Tað er stutt sagt mítt mál. Hann leggur afturat, at tað fer sjálvsagt at verða sera torført. Í løtuni spælir Lennie á U-19 liðnum hjá Chelsea, og hóast hann bert er 16 ára gamal, er hann fyrsti málverji har. Hann ynskir at koma so skjótt sum gjørligt á eykaliðið hjá Chelsea, fyri síðani at koma inn á Premier League liðið.
Hvat er kravið hjá tær og hjá ungum fótbóltsleikarum sum heild, um teir skulu fullføra sín dreym?
- Tað ræður um at vera fótbóltsleikari 24 tímar um døgnið, og at arbeiða hart bæði á og uttanfyri vøllin. Uttanfyri vøllin skal ein lata vera við at koma sær uppí trupulleikar og tílíkt. Annars er bert at arbeiða so hart sum tilber, tí eingin kemur sovandi til nakað.
Vit hava ferð eftir ferð sæð bretskar leikarar havt trupulleikar uttanfyri vøllin, og av mongum kann eg nevna t.d. Paul Gascoigne og fyrrverandi Manchester United stjørnuna George Best, so tað er ikki av tilvild, at Lennie sipar til júst hetta.
Til seinast ynskja vit 16 ára gamla málmanstalentinum úr Chelsea, Lennie Pidgeley, alt tað besta í framtíðini, og vóna at hann ein dag fullførir dreym sín. Minst til navnið Lennie Pidgeley, tað kann knappliga koma á sjónvarpsskíggjan ein leygardag seinnapart heima í stovuni.....