Bjarna Johansen í VB málinum, og tað gekk so heldur ikki long tíð, áðrenn bólturin eisini var farin inn um VB-málverjan. Uppspælinum stóðu Silva og Jens Erik fyri í vinstra borði, og tá bólturin so varð [...] fyri steðgin. Vágbingar høvdu hinvegin sera ilt við at fáa glið á sítt spæl, og tó at talan ikki var um so nógvar upplagdar málmøguleikar, so mundu heimaáskoðararnir bara bíða eftir, at leiðslan skuldi byggjast [...] vátur vøttur, tá nýggi framherjin hjá VB brádliga fekk javnvág íaftur. Ein bóltur varð stungin inn um fløtu heimaverjuna til Brian Andresen. Vinkulin at skjóta var kanska ikki tann besti, men danin gjørdi
PORTRETT Klaksvík:Synnøva hevur úr at gera. So nógv, at arbeiðið og frítíðin eru farin at minna nógv um hvørt annað. Hon eigur og rekur fotohandilin Blitz foto. Á Fornagørðum í Klaksvík koma fólk á gátt [...] myndamann um myndatól, ljósstyrki og annað, sum vit vanligu deyðiligu ikki skilja so nógv av, so stendur Synnøva fyri tørni at verða avmyndað. Skuldi nakar verið í iva, so snýr hendan greinin seg um Synnøvu [...] Kappingin um filmarnar í Klaskvík er hørð, og tað merkir Synnøva eisini. Men fotografar vaksa ikki á trøðum í Klaksvík, og hetta merkir arbeiðstímarnar hjá Synnøvu. Men ætlanin og dreymurin um at útbúgva
rar, sum hava ábyrgd av hesi støðuni. Teir kunnu fáa hjálp frá semingsstovninum, um teir biðja um tað og eru samdir um tað. Tann dag í morgin. Men semingstovnurin hevur uppfatað støðuna soleiðis, at tað [...] gangi eg út frá, at tey syrgja fyri at finna fram til eina loysn, skjótt og væl. Vit hava onga ætlan um at leggja okkum út í nakað stríð á arbeiðsmarknaðinum sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður í eini viðmerking [...] um? -Jú, men tá man ikki hevur álit á semingsstovninum, sum hann er, so er at finna loysnina uttan um hann. -Men heldur tú ikki, at semingsstovnurin átti at hildið fram við at roynt seming uttan at leggja
teir skuldu hava eftir avtalu frá 1987. Avtalan um blokkin Tann 9. mars 1987 gjørdu Javnaðar-/ Tjóðveldislandsstýrið avtalu við regeringina í Keypmannahavn, um at sleppa undan endurgjaldsskipanini, ið gav [...] uppsparing. Um nú renta og rentisrenta 6% verður løgd til mánaðargjaldið frá 1.1.1998 til 1.1.2002 er peningur pensionistanna vorðin meir enn milliardin. Tá eg sigi, næstan allur peningurin er farin í Landsbankan [...] til navngivnar persónar verið, um hann ikki gjørdi tað, men í staðin setti tær í banka til sín sjálvs? Mundi hann ikki farið í geglið? Eigur politikkur at vera annarleiðis? Um nøkur meining skal verða í
bispur, at um Løgtingið í framtíðini skuldi samtykkja kirkjulógir og harvið eisini avgera læruna og grundstøðið hjá tí føroysku kirkjuni, so kundi hann vakna sum katolikkur, eftir at hann var farin til songar [...] spurnartekn við, um ein føroyskur løgmaður fer at verða bundin av tilmælunum frá meinigheitsráðum og prestum, eins og tann danski kirkjumálaráðharrin er í dag. Til hetta sigur Anfinn Kallsberg, at um løgaðður [...] metti Lisbet Christoffersen hetta at vera at fara aftur í tíðina, at Løgtingið skuldi taka støðu til, um kirkjan skal vera evangelisk-luthersk ella okkurt heilt annað. Eisini setti hon spurnartekn við við
tosa um tað góða í okkum øllum og hvussu vit troyta tað heldur enn júst at vilja troyta eitt møguligt oljutilfeingi. Tað tosaðu Herálvur Joensen frá Oljumálaráðnum og Rúni Hansen frá Statoil meira um. Og [...] Statoilstjórin fyrsta oljufilmin, sum er gjørdur í Føroyum, um ta fyrstu oljuboringina nakrantíð. Eftir tað tosaði blaðstjórin á Sosialinum, Jan Müller um samfelagsligar avleiðingar av eini møguligari oljuvinnu [...] stórbýar umhvørvinum langt heimanífrá og sum longu er farin í gongd við nógvar spennandi og fyri føroyingar týdningarmiklar uppgávur, fegnaðist um stóru luttøkuna. Hann vísti á, at sum sendistova hava
kundu teir skotið tað dupulta, um teir høvdu verið nærlagdari frammanfyri TB-málinum. Frá fyrsta bríksli skolaðu álopini oman ímóti TB-málinum, og tvøramenn skulu vera fegnir um, at tapið ikki gjørdist enn [...] støðuna 1-0 til HB. Sjálvt um hálvleiksstøðan varð heili 5-1 til HB, so komu skuldi ganga góður hálvur tímið minuttir, áðrenn næsta málið kom. Tó so, møguleikar vóru til at økja um leiðsluna, men antin vóru [...] Michelsen stutt fyri leiklok fekk seinasta fót á eftir ein fríspæling. Um dystin er at siga, at stóri málmunurin sigur okkum, at her varð talan um dyst millum topp og botn, har oddaliðið úr Havn við sigrinum hevur
úr. Og tað verður alt gjørt umborð. Hóast framman undan hevur verið tosað nógv um, hvussu stórur hann er, var ilt at meta um støddina, tá hann í myrkrinum kom glíðandi inn eftir Klaksvíkini. Hann kom spakuliga [...] hendan øgiliga kroppin mala runt á vágni. Sjóðið frá bógskrúvum hoyrdist fram um bilmotorar og fólkatos á brúnni, har mett varð um, hvussu nógv dekk hann mundi hava, og hvussu høgur hann var. Men ivaleyst [...] ivaleyst var, at skipið var hægri enn Kósavirkið. Tað vóru klaksvíkingar samdir um. Hann nærkaðist spakuliga brúnni eftir lið. KG 14 Næraberg Klaksvik. Ja uttan striku yvir í-num, sum hann annars átti at havt
øgiligum stríði, sum ikki bara snýr seg um stig og heiður. Peningaligu upphæddirnar, sum standa upp á spæl, eru stórar. Um tað skuldi eydnast hjá Herfølge at vunnið DM, og um teir síðani sleppa upp í part í [...] Og í donsku bløðunum í gjár var staðfest, hvat tað fer at kosta felagnum hjá Óla Johannesen, AGF, um teir tapa í botnstríðnum og komandi kappingarár skulu spæla í næstbestu deildini. Kostnaðurin verður [...] Hann var millum teir 6.796 áskoðararnar, sum hugdu at. Sjálvandi fegnaðist føroyski landsliðsmaðurin um sigurin. Flestu áskoðararnir vónaðu, at heimaliðið fór at vinna. Vónin var ikki heilt av leið, tí Esbjerg
útlitum, vit í dag hava, kunnu vit rokna við í mesta lagi at fáa 10.000-15.000 tons upp á skipið um árið. Um prísurin er 60 oyru, so gevur hetta 6-9 mió. kr. afturat teimum 15-20 mió. kr. fyri hinar kvoturnar [...] abáti altso undir 30 mió. kr. um ári fyri eitt gott ár. Og teir nýggju skulu sum sagt hava 35 mió. kr. ella meira. Her verður galin endi. Fyrr í heyst varð nógv tosað um endurnýggjan av skipaflotanum. [...] á skipið. Ein afturgongd upp á 123 mió. kr. íalt ella 45%. Tað hevur í seinastuni verið nógv frammi um okkara nýggjaru skip. Tey skulu í minsta lagi fiska fyri 35 mió. kr. fyri at svara hvørjum sítt og