Kirkjan skal yvirtakast. Tað hevur Landsstýrið sett sær fyri, men hvussu skal ein yvirtikin føroysk kirkja skipast?
Hendan spurningin hava fleiri sett sær seinastu tíðina, og funnist hevur verið at Landsstýrinum fyri ikki at hava verið ført fyri nágreiniliga at kunnað greitt frá, hvussu ein ætlað yvirtikin kirkja skal skipast og læra í framtíðini.
Í viðtali við Sosialin beint fyri nýggjár segði Hans Jacob Joensen, bispur, at um Løgtingið í framtíðini skuldi samtykkja kirkjulógir og harvið eisini avgera læruna og grundstøðið hjá tí føroysku kirkjuni, so kundi hann vakna sum katolikkur, eftir at hann var farin til songar sum lutherskur bispur.
Í Sosialinum í gjár segði Lisbet Christoffersen, løgfrøðingur, ph. d., ið er ein av fremstu kirkjurættarserfrøðingum í Danmark, at hon metti skipanina, sum skal innibera, at Løgtingið skal avgera læru kirkjunnar, sum "en ganske usædvanlig konstruktion i europæisk kontekst", tí tað er ikki vanligt í dagsins Evropa, at tað verðsliga valdið er so tætt knýtt at tí andaliga. Tí metti Lisbet Christoffersen hetta at vera at fara aftur í tíðina, at Løgtingið skuldi taka støðu til, um kirkjan skal vera evangelisk-luthersk ella okkurt heilt annað.
Eisini setti hon spurnartekn við við leiklutin hjá løgmanni, sum helst verður tann, ið kemur at tilnevna bisp í eini yvirtiknari fólkakirkju, tí í Danmark er kirkjumálaráðharrin, sum ikki eins og drotningin er noyddur at vera limur í fólkakirkjuni, bundin at tilmælunum frá meinigheirsráðum og prestum.
Í Noregi harafturímóti avger stjórnin sjálv, um hon fylgir tilmælunum.
Ikki sama vald
Anfinn Kallsberg, løgmaður, sigur seg væl skilja, at kirkjufólk vilja vita, hvussu føroyska kirkjan verður skipað í framtíðini. Hann leggur dent á, at vit í Føroyum hava eitt avmarkað vald í mun til Danmark, tí meðan danir hava tríggjar valdsinstansir, so eru bert tvinnir í Føroyum. Løgmaður og løgtingsformaðurin hava nevniliga tveir kaskettir í part, sum hann málber seg. Hetta sæst eina best eftir at val hevur verið. Í Danmark verður nevniliga farið til drotningina, sum síðani skal royna at fáa ein samráðingarleiðara at skipa nýggja stjórn. Í Føroyum eigur tann fráfarandi løgtingsformaðurin hesa uppgávuna, ella kann løgmaður halda fram, at parlamentariskt grundarlag er fyri hesum. Løgmaður hevur sostatt tveir kaskettir. Hann skal vera leiðari í umsitingini, sum útinnir, og hann skal staðfesta avgerðirnar hjá tí lóggevandi valdinum, Løgtinginum.
Tí er tað enn torført at samanbera støðuna hjá einari yvirtiknari kirkju við ta donsku kirkjuna, har drotningin setir bisparnar.
Løgmaður vísir tó á møguleikan, at líkasum tað tríbýtta valdið er væl forankrað ella grundfest í lógarverkinum, so ber eisini til at grundfesta tað kirkjuliga valdið. Hetta skal sjálvandi ? inntil Føroyar eru fullveldi og hava egna grundlóg ? gerast við eini løgtingslóg, og her vísir løgmaður á, at ein slík løgtingslóg, sum skal tryggja læruna hjá føroysku fólkakirkjuni, kann grundfestast á sama hátt sum eitt nú stýrisskipanarlógin, sum skal samtykkjast av tveimum løgtingum. Sostatt er hon munandi truplari at broyta enn ein vanlig løgtingslóg.
Skal staðfestast í eini grundlóg
Anfinn Kallsberg sigur seg væl skilja, at fólk ynskja, at fundamentið undir kirkjuni, lutherska læran, skal tryggjast so væl sum gjørligt, og tí heldur hann, at tað eigur at vera grundfest í einari evstu lóg.
Hóast kirkjumál enn als ikki eru viðgjørd í arbeiðnum hjá Grundlógarnevndini, so metir løgmaður tað vera heilt nátúrligt, at læran hjá kirkjuni er staðfest í eini føroyskari grundlóg, meðan sjálv umsitingin av kirkjuni verður staðfest í vanligari løgtingslóg. Í fleiri av teimum nýggjaru grundlógunum, eitt nú í Eysturevropa, eru kirkjulig viðurskifti tó hildin uttan fyri grundlógarparagraffirnar.
Men løgmaður metir, at eingin er í iva um, hvar føroyska kirkjan skal standa, og hóast tað sjálvandi er ógvuliga hypotetiskt, tá bispur sigur, at hann kann vakna sum katolikkur, so eigur fundamentið at vera bundið, sigur Anfinn Kallsberg.
Løgmaður skal tilnevna bisp
Drotningin er einasti persónurin í danska ríkinum, sum ikki hevur trúarfrælsi. Hon hevur skyldu til at vera limur í donsku fólkakirkjuni. Hesa skyldu hevur ein føroyskur løgmaður sjálvandi ikki, og Anfinn Kallsberg heldur tað vera yvireksponerað, sum hann málber seg, tá Sosialurin sigur, at ávísar røddir innan kirkjuna siga seg harmast um, at ein løgmaður, sum ikki er fólkakirkjulimur, skal hava myndugleika til at tilnevna bisp.
-Tað er embætið og ikki persónurin, sum setir bisp, og ein og hvør, sum verður settur í hetta embætið hevur ávísar skyldur, sum hann skal uppfylla, sigur Anfinn Kallsberg.
Lisbet Christoffersen setti tó spurnartekn við, um ein føroyskur løgmaður fer at verða bundin av tilmælunum frá meinigheitsráðum og prestum, eins og tann danski kirkjumálaráðharrin er í dag. Til hetta sigur Anfinn Kallsberg, at um løgaðður skal tilnevna bisp, so skal hann ikki vera bundin. Men hann skal kortini hava ógvuliga góðar grundir, um hann ikki velur at fylgja tilmælunum, tí ein bispur eigur at vera væl forankraður í føroysku kirkjuni, leggur Anfinn Kallsberg afturat.










