Kraftblokkabátarnir kroystir

Viðmerking

Tøl frá Føroya Hagstovu fyri fiskiskapin undir Føroyum fyrstu 10 mánaðirnar í ár vísa at virðið av tí, sum er veitt undir Føroyum í ár er umleið 55 mió. kr. minni enn í 1998. Ein afturgongd frá 808 mió. kr. til 753 mió. kr. svarandi til 7%.

Vit vita øll, at seinastu árini hava verið avbera góð til fiskiskap og prísirnir hava fyri nærum øll fiskasløg verið uppgangandi í sama tíðarskeiði, so tað liggur neyvan nakað dramatiskt í eini afturgongd av hesi stødd.

Men hetta er bert fyri heimaflotan. Teir sum fiska undir Føroyum. Men hvat við hinum flotanum. Fjarfiskaflotanum.

Eg skal tríva í nøkur tøl fyri kraftblokkaflotan og vísa á, at her er øðrvísi dramatikkur í luftini. Hesin flotin hevði 2 hampulig ár í 1996 og 1997 og eitt gott ár í 1998, men nú er vend komin í so tað forslær.

Kraftblokkaskipini eru 8 í tali. Tey royna eftir sild, makreli, hestamakreli, lodnu og svartkjafti við nót ella troli. Í metárinum 1998 veiddu hesi skip tilsamans fyri 275 mió. kr. ella fyri uml. 34 mió. kr. í meðal upp á skipi.

Nú vit nærkast endanum á 1999 hava hesi somu skip fiska fyri uml. 152 mió. kr. ella 19 mió. kr. í meðal upp á skipið. Ein afturgongd upp á 123 mió. kr. íalt ella 45%.

Tað hevur í seinastuni verið nógv frammi um okkara nýggjaru skip. Tey skulu í minsta lagi fiska fyri 35 mió. kr. fyri at svara hvørjum sítt og allarhelst nakað meira nú, tí mestsum alt gongur tann skeiva vegin. Svartkjaftafiskiskapurin var óvanliga góður í 1998 og er í minking. Oljuprísirnir eru farnir upp í meira enn tað dupulta seinasta ári. Hetta merkir uml. 3 mió. kr. meira í útreiðslum fyri ein kraftblokkabát. Hartil er rentan farin upp.

Meðalprísirnir fyri allar nøgdir tilsamans eru falnir við 33%, men virðini eru sum sagt fallin við 45%. Altso er ein afturgongd í nøgdunum eisini.

Men sum sagt er meðalfiskiskapurin fyri 1999 19 mió. kr. upp á skipið, har fleiri skulu hava 35 mió. kr. ella meira. Onkur má hjálpast við lítið, um hetta skal hanga saman. Og tað ger tað ikki. Tað vera nógv reyð tøl at síggja í roknskapinum hjá pelagiska flotanum 1999.

Tað eru tvey álvarslig aspektir í hesi gongdini.

Annað er tað samfelagsbúskaparliga. Her er ein afturgongd upp á 123 mió. kr. Tað fer at merkjast onkustaðni - mest í teimum kommunukøssum, sum fáa stórar inntøkur frá kraftblokkabátunum.

Hin er tann, at pelagiska kvotan tykist at skula býtast út til alsamt fleiri. Og tá ið gjaldast skal fyri kvotur í sínámillum samarbeiðinum við okkara grannatjóðir, so tykist tað fyri tað mesta at vera við pelagiskum fiski. Hetta máar burtur av tilverugrundarlagnum hjá hesum partinum av flotanum og sum sæst eru útlitini longu nú álvarslig.

Við hetta lag verður trupult at gera ætlanir. Sum er rokna vit við, at okkara kvotir uttan svartkjaft hava eitt virði upp á 15-20 mió. kr., so tað skulu koma fyri 15-20 mió. kr. burtur úr svartkjaftinum fyri at tað skal hanga saman.

Vit vænta at kvotur verða settar á svartkjaft innan fyri 2-3 ár og við teimum útlitum, vit í dag hava, kunnu vit rokna við í mesta lagi at fáa 10.000-15.000 tons upp á skipið um árið. Um prísurin er 60 oyru, so gevur hetta 6-9 mió. kr. afturat teimum 15-20 mió. kr. fyri hinar kvoturnar.

Sum tað sær út í dag, liggur inntøkugrundarlagi hjá einum kraftblokkabáti altso undir 30 mió. kr. um ári fyri eitt gott ár. Og teir nýggju skulu sum sagt hava 35 mió. kr. ella meira. Her verður galin endi.

Fyrr í heyst varð nógv tosað um endurnýggjan av skipaflotanum. Tá varð mestsum bert hugt eftir flotanum undir Føroyum. Eingin tók kraftblokkabátarnar upp á tunguna ella hinar fjarfiskabátarnar fyri tann skuld. Ei dáni í, tí her er einki grundarlag fyri endurnýggjan. Íløgustødd og inntøkumøguleikar hanga ikki saman longur.

Fiskivinnumyndugleikarnir mugu taka henda veruleika í ramasta álvara, tí fylgjurnar av ov lítlum inntøkugrundarlagi vísa seg skjótt. Sjálvt um nøkur hampulig ár hava verið, so er lítið av eginpeningi akkumuleraður í feløgunum. Skipini vóru illa fyri seg, áðrenn hesi trý seinastu árini, so holini vórðu eisini nógv at koyra í. Væntandi viðlíkahald, gamal og útslitin reiðskapur og útskifting av tólum fór við tí mesta av avlopinum. So tey flestu av feløgunum eru framvegis ógvuliga viðbrekin og tola bert lítla afturgongd, fyrrenn tað stendur á aftur.

Útlitini fyri 2000 tykjast ikki at hava stórar broytingar við sær. Prísirnir eru komnir nakað uppaftur, so vónandi verður okkurt at royna eftir, men tað verður tungt at fáa endarnar at røkka saman, um einki broytist.

Gøtu 8.12.1999

Atli Hansen