Nú hava vit hann her

Risatrolarin, sum eitt felag, har JFK Trol er uppií, hevur leigað úr Noreg, kom á Klaksvík hóskvøldið. Tá skipið fer til fiskiskap, verða 80 fólk við. Tað sama sum býr í Mikladals Kommunu

Tann tráði útnyrðingurin fekk mannfjøldina á Kósabrúnni at skultra og krúpa saman aftan fyri bilarnar og í teimum opnu hurðunum, har arbeiðsfólkið á flakavirkinum var komið at hyggja at hesum nýggjasta farinum í føroyska flotanum.

Ikki tí tey vænta sær nakað arbeiði fra hesum skipinum. Ætlanin við Nærabergi er at fiska svartkjaft undir Føroyum at gera surimi burtur úr. Og tað verður alt gjørt umborð.

Hóast framman undan hevur verið tosað nógv um, hvussu stórur hann er, var ilt at meta um støddina, tá hann í myrkrinum kom glíðandi inn eftir Klaksvíkini.

Hann kom spakuliga fram við Kósabrúnni, har alt fleiri fólk savnaðust at taka ímóti. So steðgaði hann líkasum á, meðan Dúgvan fór strúkandi út av vágni tætt fram við brúnni.

Tað var kalt at standa á Kósabrúnni og síggja hendan øgiliga kroppin mala runt á vágni. Sjóðið frá bógskrúvum hoyrdist fram um bilmotorar og fólkatos á brúnni, har mett varð um, hvussu nógv dekk hann mundi hava, og hvussu høgur hann var. Men ivaleyst var, at skipið var hægri enn Kósavirkið. Tað vóru klaksvíkingar samdir um.

Hann nærkaðist spakuliga brúnni eftir lið. KG 14 Næraberg Klaksvik. Ja uttan striku yvir í-num, sum hann annars átti at havt. Men kanska er tað tí, at skipið bara er leigað í tvey ár og framvegis er útlendskt, var onkur, sum helt.

Fólk vóru so smátt farin at skottast eftir, hvar móttøkunevndin mundi vera. Men har var eingin. Eitt sindur kollut varð hildið. Væl var hetta eitt brúkt, leigað skip, men klaksvíkingar hava útnevnt tað til flaggskipið í flotanum, so har átti at verið gjørt okkurt burturúr.

Jú, hann, sum situr á almenna kasanum stóð nakað frammalaga í mongdini, vóru fleiri, sum løgdu merki til. Karstin Hansen, landsstýrismaður, var komin at taka ímóti. Men tað var nú sum privatpersónur. Hann varðar av onkrum, sum hevur eitt orð at siga umborð, skilst.

Men smádreingirnir vóru sær sjálvum líkir. Teir bíðaðu ikki eftir nakrari sendinevnd, sum ikki kom. Tað var tann tíð, tá smádrongur ikki var nakað, uttan hann droymdi um at gerast skipari. Og tað skuldi helst vera á tí størsta skipinum, sum til var. So her var møguleikin. Har stóðu teir í rað og bíðaðu, meðan skipsmenninir festu landgangin og spentu endarnar framvið. Men fyrsta gangandi var, og tollarin so dánt var sloppin umborð, tusti allur flokkurin upp á skipið.

Eitt kavaæl stóð so hóttandi har úti í myrkrinum og fekk mannamúgvuna á bryggjuni at krúpa enn meira saman. So best var helst at sleppa sær umborð sum skjótast at síggja skipið. Har er ivaleyst eisini lýggjari, verður hildið.

Og hóast skipið er rættiliga stórt og langt um at fara, gjørdist skjótt trongligt í øllum trappunum. Tí dekkini eru nógv at vitja og trappurnar eru sum vanligar umborð á skipi. Brattar og trongar. Støddin noktar seg heldur ikki. Gongirnar minst líka langar sum á Sjómansheiminum við hurðum báðumegin. Men Harragud. Har skulu 80 fólk búgva umborð, tá farið verður til fiskiskap, so tað má vera sum eitt hotel.

Tann, sum hevur verið umborð á føroyskum trolarum seinni árini, kennir brúnna aftur allastaðni. Og brúgvin á Nærabergi líkist ikki frá teimum, sum nógvir føroyingar kenna. Hon er stór sum eini vanlig sethús við allari tí útgerð, sum nútíðin krevur til fiskiskap.

»Eg havi talt 60 fólk inni«, segði ein vitjandi, »og tey síggjast ikki aftur.«

Men tá hugt varð út gjøgnum vindeygað, fekst ein kensla av, at vit vóru høgt uppi. Væl oman fyri mønuna á Kósavirkinum.

Manningarrúmini eru stór, sum vera man. Messan man hava væl fleiri sitipláss enn Shanghai, har klaksvíkingar plaga at fáa sær ein bita soleiðis av og á. Og stór sjónvarpssstova var eisini at síggja, har fólk kunnu stytta sær stundir á frívaktini.

Nakað langt er av brúnni niður í maskinrúmið. Men ikki kann sigast, at maskinrúmið var nakað upplivilsi hjá tí, sum kennir tey vanliga sera væl hildnu føroysku maskinrúmini. Men kanska fer at hjálpa, nú hesir menninir, sum hava kelað og kínt maskinunum á føroyskum skipum, fara at taka yvir.

Ja, nú er Næraberg komin, nú hava vit hann her.

Men tað var við eini kenslu av, at helst hevur alt hetta tosið um hendan risan, sum tóktist at vera nakað heilt serligt í skipasøguni, verið í so avgjørt.

Eitt stórt skip, sum líkist flestu øðrum skipum, uttan tað, at tað veruliga er longri og hægri enn onnur føroysk fiskiskip.

Tað verður steðgað á eitt andarhald í lúkuni, áðrenn farið verður niður aftur eftir landganginum. Teir flestu bilarnir, sum vóru á Kósabrúnni, tá skipið kom, eru burtur. Útnyrðingurin hevur ment seg, tað kenst ófýsi at standa aftur á bryggjuni.