Verkfall
-Tá fakfeløgini biðja politikararnar at halda fingrarnar vekk so gangi eg út frá, at tey syrgja fyri at finna fram til eina loysn, skjótt og væl. Vit hava onga ætlan um at leggja okkum út í nakað stríð á arbeiðsmarknaðinum sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður í eini viðmerking til støðuna á privata arbeiðsmarknaðinum, har verkfallið nú er farið inn í fjórðu vikuna.
Løgmaður sigur, at landsstýrið fer heldur ikki at leggja seg út í málið, hóast semingsmenninir hava givið skarvin yvir. Hatta mugu arbeiðsgevarar og arbeiðarafeløgini finna út av sigur hann.
-Men kanst tú sum løgmaður bara standa og hyggja at, meðan alt samfelagið steðgar upp?
-Her er fakfelagsfrælsi og hava feløgini verkfalsrætt. Men tá man fær nøkur rættindi má tað so sanniliga eisini fyglja ábyrgd við, og hon er at finna eina semju í aktuellu støðuni. Tá tað almenna skipanin við semingstovni hevur givið uppat, so er tað bara teir báðir partarnir, sum kunnu finna fram til eina semju uttan tann triðja partin, sum er semingsstovnurin. Og tað haldi eg, at teir skulu syrgja fyri at fáa uppá pláss her og nú. Tað er at seta seg við samráðingarborðið og finna loysnina.
-Men er tað ikki júst uppgávan hjá semingsstovninum?
-Jú, men tá man ikki hevur álit á semingsstovninum, sum hann er, so er at finna loysnina uttan um hann.
-Men heldur tú ikki, at semingsstovnurin átti at hildið fram við at roynt seming uttan at leggja frá sær nú?
-Semingstovnurin er komin til sína endaliga niðurstøðu, nevniliga at hann kann ikki gera meira. Tað er annars ikki hann, sum hevur ábyrgdina av støðuni. Tað eru arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar, sum hava ábyrgd av hesi støðuni. Teir kunnu fáa hjálp frá semingsstovninum, um teir biðja um tað og eru samdir um tað. Tann dag í morgin. Men semingstovnurin hevur uppfatað støðuna soleiðis, at tað er als eingin vilji frá pørtunum at finna eina loysn, og tí ætlar stovnurrin ikki at sita við trupulleikanum, tí tað eru feløgini sjálvi, sum hava bæði avgerðarrættin og so sanniliga eisini ábyrgdina yvirfyri arbeiðsmarknaðinum og so sanniliga eisini nakrar samfelagsábyrgdir. Tað fylgja nakrar ábyrgdir við rættindunum.
Løgmaður vísir annars á, at semingsstovnurin er valdur eftir eini ávísari skipan, har semingsmenn ikki kunnu leggja frá sær uttan víðari.
-Hava teir ikki lagt frá sær?
-Nei. Teir hava sagt, at teir eru givnir við seming í hesum málinum. Teir kunnu ikki leggja frá sær, tí hetta er eitt borgarligt starv. Sum støðan er vorðin taka teir tó einki stig og føla teir seg at vera leysar av málinum. Tí áliggur tað so mikið meir á pørtunum báðum.
Samfelagsatlit
Fólk eru ørkymlað. Hvat sigur løgmaður til tað!
-Hetta er ein álvarslig støða fyri alt samfelagið, og eg meini, at feløgini hava eisini nøkur samfelagsatlit at taka. Og vóni eg at leiðslurnar, sum sita við hesum rættindum, eisini kenna tær skyldurnar út frá einum samfelagsligum sjónarmiði.
Løgmaður sigur, at nú mugu partarnir syrgja fyri at finna eina loysn og tað skal vera skjótt. Tí hetta samfelagið tolir hetta ikki. Hyggja vit eftir hesum út frá einum samfelagssjónarmiði, so er hetta reinur undirgangur fyri hvønn tíma, sum gongur. Fyri hvønn tíma, sum gongur, fara arbeiðspláss fyri skeyti í hesum samfelagnum, sum ongantíð koma aftur. Og jú fleiri dagar ganga, tess færri arbeiðspláss verða í hesum samfelagnum. Tað verður størri problem fyri okkara fólk frameftir.
-Vit eru farin inn í 4. vikuna við verkfalli. Hvussu leinki kann slíkt verkfall fáa loyvi at standa við?
-Tað veit eg ikki. Eg kann bara siga, at tað er ikki tann politiski myndugleikin, sum hevur ábyrgdina av hesum. Tað eru bara partarnir á arbeiðsmarknaðinum.
Løgmaður kemur við eini inniligari og avgjørdari áheitan á partarnar um at kenna sína samfelagsskyldu og ábyrgd og syrgja fyri at finna eina semju ? at vísa samfelagssinni.
-Nú hevur tú verið leingi í politikki. Er hetta ein av ringastu støðunum tú hevur upplivað?
-Ein slík konflikt sum henda er altíð skaðilig. Men eg haldi, at tað man er ósamdur um, hóast alt, eru ikki so stórar upphæddir og serliga ikki við atliti at, hvørjir batar, sum liggja á borðinum í dag. Tað skuldi verið lagamanni at komið fram til eina semju.
-Skal hetta skiljast sum at arbeiðarafeløgini eiga at víkja frá sínum fullu krøvum?
-Nei, eg blandi meg ikki uppí hatta tjakið. Men eg biði partarnar um at hava samfelagsatlit eisini og longur enn til dagin í dag og í morgin men eisini fyri framtíðina hjá øllum føroyingum.
Anfinn Kallsberg heldur ikki, at tað vit longu hava mist orsakað av verkfallinum, kann gerast upp í pengini. Tað eru eisini viðurskifti, sum koma at broyta fortreytir langt fram í tíðina.