álvarsligar kensluligar og sosialar trupulleikar. Hesir eru so umfatandi, at tey hava stóran tørv á hjálp í tí umhvørvinum, tey eru í. Tey hava atferðarórógv, eru ófriðarlig, hyperaktiv; hava trupulleikar í samspælinum [...] skuldi vera ein dagstovnur ella ein samdøgurstovnur. Bólkurin hevur her verið á einum máli um, at tørvurin her og nú er størstur á einum dagstovni. Henda metingin er gjørd út frá eini meginreglu um minstainntriv [...] langari viðgerð á serdagstovninum. Serstøk krøv Børn við slíkum atferðartrupulleikum eru sera viðbrekin, og megna ikki at vera við í einum stórum bólki. Tey hava tí stóran tørv á einum tryggum, friðarligum
skipini heim, sum eru á langfaraveiði, men bara tey, sum royna undir Føroyum. Tískil eru eitt nú Gadus hjá JFK-Troli og Vesturvón hjá Framherja til fiskiskap, eins og rækjuskip, sum eisini fiska á fjarleiðum [...] verkbanninum enn, tí vit hava ikki verið klárir at loysa. Ymiskt er gjørt umborð, nú skipið hevur ligið. Alt skipið er vaskað, ymiskar ábøtur eru gjørdar, og vit hava eisini fingið ein nýggjan ljósmotor. Mortan [...] Mortan Johannesen, reiðari á Ennibergi, sigur, at hann hevur ikki hugsað ítøkiliga um, hvussu teir fara at fyrihalda seg, tá skipið er klárt at loysa seinni í hesum mánaðinum. - Vit eru ikki raktir av verkbanninum
lærd fólk sum Rolf Guttesen kenna tað sum sítt kall at avnokta veruleikan. Sjón fyri søgn Nú eru so prógvini komin á borðið. Skjøl í rúgvuvís, og stóra tøkk fái SvF og teir, ið hava gjørt sendingarnar um [...] metingar okkara á túnatos og sleyg. Rolf Guttesen var ógvuliga forargaður yvir, at vit dittaðu okkum at siga, at danska forsætismálaráðið hevði misrøkt sínar skyldur móti føroyska fólkinum, og at vit ikki hildu [...] føroyska fólkinum. Oljuvinnan næsta fellan Á sama hátt sum vit vóru fleiri, ið dugdu at síggja, at bankabjargingarnar vóru grov útnyttan av føroyska skattgjaldaranum, so eru í dag eisini fleiri, ið duga at síggja
prógvaði hann, at gávurnar eru uppá pláss. Seinasti bólkurin á pallinum hetta kvøldið fær besta ummæli. Mind´s Eye, sum tók øll á bóli í øðrum umfari av Prix Føroyum, var komin úr Klaksvík fyri at spæla [...] bæði sást og hoyrdist tað, at tónleikararnir hava spælt saman í eina góða tíð nú. Tað einasta, sum kanska var til at fílast á er, at harða gittarljóðið ofta hevði hug til at doyva vøkru forsangararøddina [...] umfarið, tí ikki minni enn triðingurin av bólkunum, sum vera við í triðja innleiðandi umfarið fóru á pall í Losjuni í Gøtu. Losjan í Gøtu er ikki so rúmlig, so skjótt fyltist. Heilt fitt av fólkið hevði
orðað, at vit fáa lítið og onki at vita um, hvat samgongan í veruleikanum ætlar. Og av tí at vit fáa so lítið ítøkiligt at vita, er tað trupult at gera viðmerkingar. Ingeborg Vinther vísir á, at hvørki [...] sosialmál verður sagt nakað serligt um, hvørjar ætlanirnar eru. Ingeborg Vinther sigur, at eitt nú stúra fakfelagsfólk fyri, hvat er at henda á pensjónsøkinum. Í Samgonguskjalinum verður so lítið sagt um [...] kroystur niðuryvir høvdið á okkum? Ingeborg Vinther sigur, at hon vónar Tjóðveldislokkurin er so mikið at sær komin, at hann forðar fyri tí. Men hon hevur ikki fult álit á tí kortini. Tí tað fyrsta uppskotið
ikki er útskrivað enn, eru flokkar so smátt farnir at hugsa um uppstilling. Men Sambandsflokkurin tykist at vera komin eitt sindur longur í fyrireikununum enn aðrir flokkar, tí longu nú vera 14 valevni til [...] bjóðar seg fram einaferð afturat, og hann er eisini á listanum. Annars eru bæði Kaj Leo Holm Johannesen, floksformaður, og Bárður Nielsen, næstformaður á listanum. Tað er somuleiðis vert er at leggja merki [...] kunngjørd. Flokkurin leggur afturat, at kanska verða fleiri nøvn á listanum, tá ið avtornar. Men 14 tey fyrstu valevnini hjá Sambandsflokkinum, eru: 1. Kaj Leo Holm Johannesen 2. Bárður S. Nielsen 3. Edmund
Noregi til Hetlands áðrenn. Nú er Føroyaferðin komin út á YouTube í einum filmi, sum er heili 44 minuttir langur. Her verður øll ferðin dokumenterað frá byrjan til enda. ##med3## Á YouTube hevur hann sligið [...] stóran týdning fyri Erik, at upptøkurnar eru av bestu góðsku, og tað sæst eisini aftur á endaliga úrslitinum. Í filminum eru fantastiska flottar dronumyndir á opnum havi , og tá hann nærkast Føroyum koma [...] sum ikki kenna til lívið á sjónum. Tað eru so nógv fólk, sum fara siglitúrar í hugnaligum økjum sum Karibien, har alt er so vakurt og perfekt. Men soleiðis er tað jú ikki á opna havinum. - Eg vil vísa
ferðsluóhapp á Hovsvegnum hava verið ógvuslig, har bilar mangan eru bóltaðir runt upp til fleiri ferðir í brattlendinum, hevur ongin latið lív í nøkrum av tilburðunum. - Vónandi kunnu vit eisini um 50 [...] summi fólk vísti á, at nýggi Hovsvegurin er so snøggur, slættur og breiður, at tað kann verða freistandi at trýsta á spidaran. Snøggasti tunnil í landinum Tað vóru eisini fleiri sum høvdu á munni, at hetta [...] fjøllunum í Suðuroy leygardagin slapp at merkja á egnum kroppi, hvussu neyðugt tað var at gera tunnil ímillum Øravík og Hov. Tað var niðurstøðan hjá nógvum, nú illa saknaði Hovstunnilin varð tikin í nýtslu
umbyggingar eru fyrr farnar fram í hesum øki – sum als ikki er til at kenna aftur, um vit fara aftur til ta tíð, tá hetta træið varð plantað – kanska fyri góðari øld síðani. Tey sum eru komin um miðan aldur [...] og at økið umkalfadrað, stóð gamla træið eftir. Tað ráddi um at varðveita gamlan viðarvøkstur, sum vit ikki hava ov nógv av í Føroyum. Og soleiðis hevur hetta træið seinastu 40 árini staðið mitt í park [...] fragd fyri tey, ið dáma viðarvøkstur. Havnarfólk hava verið glað fyri stóru trøini í miðbýnum. Og nógv eru tey sum syrgja, hvørja ferð gartnarar fara við stóru motorsagunum og kuta trøini niður. Hesaferð skjóta
skarv á hesum sinni. Og møguleikanum at skjóta skarv, eru tað mong, sum draga sær gagn úr. Alt ov nógv, halda summi. Tí hóast tey, sum kenna til viðurskiftini, ikki heilt eru á einum máli, so eru tey flestu [...] sá eisini, at teir skutu upp á land og so skavaðu teir teir deyðu fuglarnar niður av helluni. Hann leggur afturat, at tað eru summir kønir menn, sum duga á at skyna, hvat eru ungar og hvat er gamal skarvur [...] burtur nógva staðni, har hann hevur verið fyrr, eitt nú í Dímun. Men so er skarvur komin aftur, har hann ikki hevur verið at sæð í nógv ár. Eitt nú er aftur nú rættiliga fitt av skarvi í Mykinesi, har hann ikki