Vandalisma fyri framburðin í Havn

Gamla ahorntræið í Steinagøtu í Havn mátti mánakvøldið lúta fyri ætlanum hjá býráðnum í høvuðsstaðnum at gera ein bussterminal, sum skal hava samband við bygningin hjá gamla Føroya Banka í Steinagøtu.

 

Sum skilst er ætlanin at gera einar dyr úr bankabygninginum niðan móti Steinagøtu, sum skal fyllast upp soleiðis, at gangast kann úr Steinatúni, tvørtur um Steinagøtu og beinleiðis inn í bankan.

 

Stórar umbyggingar eru fyrr farnar fram í hesum øki – sum als ikki er til at kenna aftur, um vit fara aftur til ta tíð, tá hetta træið varð plantað – kanska fyri góðari øld síðani.

 

Tey sum eru komin um miðan aldur minnast handilin hjá Karl F í Steinagøtu. Sethúsini og handilshúsini hjá Karl F. Johansen hjá Vága Heina stóðu har, sum bussarnir steðga í dag. Handilsgluggarnir og inngongdin vóru oman móti Steinagøtu – og í gongubreytini framan fyri handilin stóð træið. Eitt hol var í gongubreytini við mold, so træið fekk sína vætu.

 

Tá handilshúsini vóru rivin niður, og at økið umkalfadrað, stóð gamla træið eftir. Tað ráddi um at varðveita gamlan viðarvøkstur, sum vit ikki hava ov nógv av í Føroyum. Og soleiðis hevur hetta træið seinastu 40 árini staðið mitt í parkeringsøkinum í Steinagøtu – til fragd fyri tey, ið dáma viðarvøkstur.

 

Havnarfólk hava verið glað fyri stóru trøini í miðbýnum. Og nógv eru tey sum syrgja, hvørja ferð gartnarar fara við stóru motorsagunum og kuta trøini niður.

 

Hesaferð skjóta tey seg ivaleyst aftur undir »framburðin«. Helst sama framburð, sum í 1977 førdi til, at handilin hjá Karl F, húsini hjá Demmusini, Legathúsini og húsini hjá Sondum máttu lúta. Men gamla træið stóð eftir – til í gjár, tá tað mátti lúta fyri arkitekturinum hjá Tórshavnar kommunu.

 

Ivaleyst verða onnur trø plantað, sum eisini fara at verða til gleði fyri havnarborgarar. Men sorgblíð var sjónin í Steinagøtu mánakvøldið.

 

Lesið eisini: Karl F: Keypmaður og abbi kendan fakfelagsmann

 

Tey sum vilja vita eitt sindur meira um Karl F. og ættina hjá Vága Heina kunnu trýsta á leinkjuna omanfyri til tess at lesa grein úr røðini »Hendur ið sleptu« hjá Óla Jacobsen í Sosialinum 26. august 2011, tá hann umrøður kensa handilsmannin í Havn, Karl Frederik Johansen.

 

Niðanfyri síggjast fleiri myndir av feldu trøunum í Steinagøtu og Steinatúni – eisini gaml mynd, sum sýnir træið framman fyri handilin hjá Karl F. Gevið gætur, at tann myndin er tikin, áðrenn Føroya Banki varð bygdur. Grundin er tó bygd. Hana bygdi Sjóvinnubankin, áðrenn hann fór á húsagang miðskeiðis í fimmtiárunum.