- Veit ikki hvat eg geri

Mortan Johannesen, reiðari á Ennibergi, sigur, at hann hevur ikki hugsað ítøkiliga um, hvussu teir fara at fyrihalda seg, tá skipið er klárt at loysa seinni í hesum mánaðinum. - Vit eru ikki raktir av verkbanninum enn, tí vit hava ikki verið klárir at loysa. Ymiskt er gjørt umborð, nú skipið hevur ligið. Alt skipið er vaskað, ymiskar ábøtur eru gjørdar, og vit hava eisini fingið ein nýggjan ljósmotor.

Mortan Johannesen sigur, at Enniberg helst verður klárur at loysa um mánaðarskiftið januar/ februar.

- Vit plagdu at fara vártúrin beint eftir nýggjár, men nú hava vit so valt at gera ymiskt við skipið.

Viberg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag, hevur ikki valt at kalla skipini heim, sum eru á langfaraveiði, men bara tey, sum royna undir Føroyum.

Tískil eru eitt nú Gadus hjá JFK-Troli og Vesturvón hjá Framherja til fiskiskap, eins og rækjuskip, sum eisini fiska á fjarleiðum, heldur ikki eru biðin um at koma heim.

Nú tvey skip í sama bólki sum Enniberg longu eru til fiskiskap, spurdi Portalurin Mortan Johannesen, hvat teir fara at gera, tá Enniberg er klárur at loysa.

- Tað havi eg ikki hugsað ítøkiliga um enn. So, tað veit eg faktiskt ikki í løtuni, er svarið hjá reiðaranum.

Mortan Johannesen hevur eisini hug at koma við eini rættleiðing til spurningin um oljuútreiðslurnar, sum hava verið nógv frammi undir hesum samráðingunum.

- Tað verður ført fram, at av átta skipabólkum luttekur manningin í oljuútreiðslunum hjá tveimum bólkum, línuskipum og flakatrolarum.

Hetta er bara partvís rætt.

- Tað er rætt, at manningin luttekur, tá vit skera flak, men ikki, tá vit fiska kongafisk og svartkalva og heilfrysta, sigur Mortan Johannesen.