Í nógv ár hevur norski sjómaðurin og ævintýrarin Erik Aanderaa droymt um at sigla til Føroya einsamallur við seglbáti. Dreymurin bleiv til veruleika í apríl, tá hann sigldi úr Hetlandi til Føroya aftaná at hava siglt úr Noregi til Hetlands áðrenn.
Nú er Føroyaferðin komin út á YouTube í einum filmi, sum er heili 44 minuttir langur. Her verður øll ferðin dokumenterað frá byrjan til enda.
##med3##
Á YouTube hevur hann sligið sítt navn fast sum djarvi sjómaðurin - og norski víkingurin - sum ikki verður stygdur burtur av aldum og ringum veðri. Hann vónar at kunna inspirera onnur og prógva, at alt ber til, um mann hevur viljan.
Fantastiskar dronumyndir
Tað hevur stóran týdning fyri Erik, at upptøkurnar eru av bestu góðsku, og tað sæst eisini aftur á endaliga úrslitinum. Í filminum eru fantastiska flottar dronumyndir á opnum havi , og tá hann nærkast Føroyum koma dronumyndirnar ordiliga til sín rætt.
Áðrenn hann legði frá landi og setti kósina móti Føroyum keypti hann sær nógva útgerð til endamálið. Við sær hevði hann fimm GoPro myndatól, tvær dronur og eitt speglrefleksmyndatól.
##med2##
- Eg vil vísa hvussu sjólívið er
"No bullshit, just sailing". Tað er hansara motto. Sosialurin hevði eitt langt prát við Erik Aanderaa í apríl, og tá greiddi hann soleiðis frá um mottoið.
- Tað er eitt lítið prik til øll tey, sum ikki kenna til lívið á sjónum. Tað eru so nógv fólk, sum fara siglitúrar í hugnaligum økjum sum Karibien, har alt er so vakurt og perfekt. Men soleiðis er tað jú ikki á opna havinum.
- Eg vil vísa ta sonnu síðuna av lívinum á sjónum og hvussu tað veruliga er at sigla á opnum havi samanborið við ta perfektu myndina, sum summi hava av sjólívinum, har mann kann svimja við delfinum og skjaldbøkum.