hjá henni, tí tá ið hon var liðug í tí fyrsta plássinum, varð hon biðin um at koma í tað næsta. Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt um fru Restorff, Trygva og øll tey. Mamma hevur eitt so lætt sinni, so tað [...] enn, og skjót hevur hon verið at gjørt ein góðan drekkamunn, men nú er sjónin farin at bila. Vónandi fær hon hjálp, tá ið hon um eina viku fer til Danmarkar at søkja sær heilsubót. Mamma hevur verið einkja [...] á barnaárum, men hetta kann sigast um hana. Hetta, ið her er fest á blað, eru bert nøkur fá minni frá okkara barnaheimi. Tað kundi verið so nógv annað at skrivað um, men vit vilja bara takka mammu fyri
og fátæk er breiðari enn nakrantíð. Nógv ivamál vóru og eru enn, um flatskatturin er til gagns ella til skaða fyri fjøldina. Eitt mál um broyting av høvuðsinntøkukelduni hjá hesum samfelagnum er skramblað [...] skapa virðir og vøkstur fyri okkara samfelag. Tað er í dagsins globaliseraða samfelag ein hørð kapping um vælútbúnað arbeiðsmegi, og eingin sjálvfylgja er fyri, at hesir samfelagsborgarar venda nøsini heim [...] føroyskum politikki, har tilvildin og stuttíðarloysnir eyðkenna førda politikkin. Eisini tá talan er um fólkaminking, har loysnin hjá sitandi landsstýri fyri at fáa lærd fólk heimaftur, er útseting av íløgum
eitt brotsspark. Onnur avbjóðingin hjá FC Suðuroy í kvøld er, um tað aftur hesa ferð kann eydnast teimum at spæla seg til møguleikar í skjótum mótálopum og at fáa úrtøkuna, sum teir ikki megnaðu í lan [...] Jógvani Martin Olsen og hansara monnum ræður um at halda tætt í verjuni og at vinna so mikið sannførandi, at tað undan seinnu hálvfinaluni ikki verður ivi um, hvør fer at vinna finaluplássið. Tað er greitt [...] restaðu tjúgu minuttir. Í kvøld ræður um at syrgja fyri góðari útgangsstøðu undan 2. hvítusunnudegi, tá ið seinnu hálvfinalurnar vera á skránni. Samstundis verður hugsað um landskappingina í vikuskiftinum
ikki í ár, tí sigursvanda felagið stóð seg so illa í fjør. Um HB næsta summar verður partur av europeisku kappingunum fæst at síggja seinni í ár. Um tað skal eydnast, so skal liðið vísa meiri, enn HB gjørdi [...] seta bóltin í málið, at økja um leiðsluna, og harvið at skapa góðar fyritreytir fyri sigrinum. Svaraðu ikki aftur HB megnaði ikki at svara aftur og harvið at skapa spenning um úrslitið. Sigfríður Clementsen [...] og HB aftur í Fløtugerði í Fuglafirði. Spurningurin er, um HB tá hevur megnað at vinna seg fram á pláss, sum ber altjóða luttøku í 2013 við sær. Um tað skal eydnast, so skulu aðrir bollar á suppuna, enn
brúkti allan týsdagin til at viðgera nøkur mál móti einum 42 ára gomlum manni. Tað størsta málið var um, tá ið hann í fjør elti og síðan ein dag stakk varafútan í lærið. Hetta hendi beint uttan fyri Dómhúsið [...] latin leysur, og týsmorgunin kundi hann tí sum ein fríur maður spáka til Dómhúsið. Hann lætst ikki um vón, tá ið ákærurnar móti honum vórðu latnar upp. Áðrenn tilburðin uttan fyri Dómhúsið hevði maðurin [...] hann var noyddur at gera, sum hann gjørdi. Hann hevði vent sær til nógvar ymiskar myndugleikar og bað um hjálp at melda Almannastovuna, men øll vístu honum frá sær. Hann fór eftir varafútanum, tí fleiri høvdu
royndi at sáa iva um trúvirði hjá kvinnuni, sum hevði sitið og fríggjað við manninum, áðrenn alt hendi. Hann heldt hana vera ólíkavektuga og vera lætta uppá tað. Hann kom við, at fleiri dømi um, at kvinnur av [...] Føroya rættur viðgjørdi í seinastu viku eitt mál um neyðtøku. Hetta var eitt ógvuliga prinsippielt mál, sum endaði við, at maðurin varð dømdur fongsulsrevsing í hálvt annað ár. Eitt kvøld sótu nøkur fólk [...] kávað uppi á hvør øðrum. Ymiskar fatanir Hvat víðari hendi vóru maðurin og kvinnan ikki heilt samd um. Hon segði, at beint sum hon kom inn í húsini, har ballið skuldi standa, fór hon á vesi, og hann kom
rnir um hvønn einasta sjúkling eru goymdi á sama staði. Hetta fer at gera tað munandi skjótari, effektivari og greiðari hjá læknum og øðrum heilsustarvsfólki, at fáa allar neyðugar upplýsingar um sjúklingar [...] innbygdar trygdarskipanir. Soleiðis ávarar skipanin automatiskt, er talan um ávísan heilivág ein sjúklingur ikki tolir, ella um sjúklingurin er ovurviðkvæmir fyri ávísum evnum. Skipanin ávarar eisini a [...] sjúklingar. Og tað kann bjarga mannalívum, tá ið harðast leikar á. Talan er um eina talgilda sjúklingaskrá, sum arbeitt hevur verið við í eina tíð. Men nú er komið so langt, at THS skipanin, ella Talgilda
tí hevur tað ikki uppiborið at verða bukað og bart. Sum um støðan ikki er nóg ræðulig frammanundan, eru bygdafólkini nú eisini farin at slatra um vannlukkuna, sum er hend bóndahjúnunum. Uttan onnur amboð [...] fáa vit fyrst søguna um, hvussu huldufólk fyrr í tíðini onkuntíð stjólu menniskjabørn og løgdu sítt egna, ljóta huldubarn í staðin. Einasti mátin, at býta eitt sovorðið býtisbarn um aftur, var at buka [...] at buka býtisbarnið, sjálvt um konan tykist so hjartaliga synd í tí. ”Men vilt tú ikki hava tín egna son aftur?”, spyr bóndin konuna. Eina løtu er púra kvirt. ”Jú, men ikki, um tað skal vera uppá handan
CHE samgongan er fokin, og orsøkin er at síggja til ein banal søga um innanhýsis klandur í Tinganesi um eina skrivstovu. Er hetta klandur tann veruliga og einasta orsøkin, so hava løgmaður og flokkur hansara [...] valmøguleikum. Øll duga at síggja, at her er annað og meira enn klandur um eitt høli. Tað hevði ivaleyst verið betri fyri trúvirði løgmans, um hann sostatt bara hevði staðfest, at henda politiska samansetingin [...] Almenningurin hevur nú rætt at kenna problemið, um ikki eftir skal standa, at tænstumaðurin varð fluttur av berum hevndarhuga Tjóðveldis. Tað er torført at spáa um endan á hesi politisku støðu, sum í gjár var
við einum knívi. Talan er um triðju ferð innan trý ár, at enskir áskoðarar vera álopnir í Róm. UEFA hevur nú alment sagt, at um ikki løgreglan og myndugleikarnir í Róm bøta um trygdina, so verður finalan [...] kom Inter ikki. Talan er um stórt vónbrot fyri Inter, sum hava sett José Mourinho í starv, fyri at kunna vinna júst Champions League. Málveitsla á Nou Camp Thierry Henry er farin at ganga gamlar málgøtur [...] brotssparkið, sum er skotið í Champions League søguni. Theo Walcott megnaði akkurát at leggja Arsenal fram um, og so mátti Roma hálsa aftan á Arsenal. Baptista javnaði til 2-2 við einum sera vøkrum brotssparki