Tað er í dagsins globaliseraða samfelag ein hørð kapping um vælútbúnað arbeiðsmegi, og eingin sjálvfylgja er fyri, at hesir samfelagsborgarar venda nøsini heim aftur eftir loknan lestur.
Við einum samfelag við fólkaminking og eini stjórn, sum av øllum alvi berjist fyri at niðurbróta alla vælferð, enda vit við einum samfelag, ið ikki tekkjast vælútbúnum ungdómum. Fólkatalið 1. februar 2012 var 48.278 fólk, ið er 214 fólk færri enn undanfarna ár. Hetta er størsta minking síðan 1996, og hendan gongdin kann ikki halda áfram.
Ofta verður tikið til, at uttan visión villist fólkið. Tíverri tykiskt tað oftani, at júst hetta er meginreglan heldur enn undantakið í føroyskum politikki, har tilvildin og stuttíðarloysnir eyðkenna førda politikkin. Eisini tá talan er um fólkaminking, har loysnin hjá sitandi landsstýri fyri at fáa lærd fólk heimaftur, er útseting av íløgum í útbúgving og niðurraðfesting av umstøðunum hjá lesandi.
Tí vilja vit við hesum spyrja landsins leiðara, harra løgmann Kaj Leo Holm Johannesen, hvat hann ætlar at gera við tær ovurstóru avbjóðingar, sum okkara samfelag stendur frammanfyri?
Fólkaminking
Kjakið seinastu árini hevur snúð seg um at fáa nýútbúgvin heimaftur, men ræðandi veruleikin í dag er, at vit ikki bert tapa kappingina við at fáa ung heimaftur, men vit missa eisini samfelagsborgarar av landinum nærum hvønn dag.
Harra løgmaður, hvat ætlar tú við okkara samfelag?
Landsins stýrið er við at mynda eitt samfelag til tey fáu. Ikki longur er pláss fyri fjølbroytni, og virðingin fyri tí vanliga borgaranum tykiskt at vera sett til viks. Gjógvin millum rík og fátæk er farin at vaksa, og við jarnhond hevur landsstýrið við løgmanni á odda snarað skútuni til høgru.
Nú er tíðin komin hjá løgmanni at taka við róðrinum og stýra skútuni úr vandasjónum, so skútan ikki søkkur.
Í staðin fyri at avmontera vælferðarsamfelagið, sum ættarlið eftir ættarlið hava bygt upp, eigur landsstýrið at leggja størri dent á at skapa vælferð til allar borgarar. Førdi politikkurin, sum løgmaður stendur á odda fyri, legst eftir lægsta felagsnevnara og noyðir tey av landinum.
Løgtingið hevur í eini tíð við stórum arbeiðsloysi gjørt umstøðurnar hjá arbeiðsleysum munandi verri, sum í ringasta føri noyðir tey at leita sær arbeiði aðrastaðni.
Sitandi samgonga hevur greitt meldað út, at pensjónsaldurin skal hækka við einum ári beinanveg. Hetta máar trúðvirðið á skipanina, og fólkaræðið verður fullkomiliga sett til viks.
Flatskatturin hevur ført við sær, at gjógvin millum rík og fátæk er breiðari enn nakrantíð. Nógv ivamál vóru og eru enn, um flatskatturin er til gagns ella til skaða fyri fjøldina. Eitt mál um broyting av høvuðsinntøkukelduni hjá hesum samfelagnum er skramblað ígjøgnum uttan nakra sum helst fakliga viðgerð og enn minni fólkaræðisliga viðgerð. Enn einaferð máar hetta trúðvirðið á okkara høgt virda Løgting.
Útbúgving
Alt prát um íløgur í útbúgving er tagnað við sitandi landsstýri og avloyst av sparingum og útsetingum á økinum.
Heldur enn at eggja nýútbúnum at koma heimaftur ætlar landstýrið at noyða tey heimaftur við broytingum av ÚSUN skipanini.
Tað tykiskt sum ung lesandi eiga ongan góðan, hvørki í landstýrinum og enn minni í Løgtinginum. Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur fráboðað sparingar, ið raka lesandi sera meint, uttan at tey í samgonguni, ið annars siga seg umboða tey lesandi, mótmæltu.
Marknagilsdepilin er útsettur til 2016, og harvið mugu okkara miðnámskúlalesandi sláa seg til tols við soppafongdar skúlastovur og kontainarar í nøkur ár afturat.
Fróðskaparsetrið hevur fingið álagt at spara, og harvið er alt prát um at menna Fróðskaparsetur Føroyar, so tað er kappingarført við onnur altjóða univeristet, tagnað.
Fortreytin fyri at fáa vælútbúgvin heimaftur er júst eitt sterkt lestrarumhvørvi, og tað velur sitandi landsstýrið at síggja burtur frá.
Í eini tíð sum hesi hevur eitt hvørt land brúk fyri einum sterkum leiðara. Einum, ið kann birta vón og vísa veg og stýra okkum úr vandakós. Okkum tørvar ikki ein leiðara, ið leggur størri dent á at finna semjur enn at fremja neyðugar loysnir fólkinum til frama.
Tað er ein sannroynd, at verandi leistur skapar einki annað enn mistrivnað og ójavnað.
Sitandi landsstýri hevur sogið alla vón og drívmegi úr fólkinum, men enn er ikki ov seint hjá løgmanni at broyta kós og geva fólki framtíðarvón aftur, so vit veruliga kunnu skapa vøkstur og fáa landið á rætta kós.
Við vón um eitt skjótt svar frá harra Løgmanni Kaj Leo Holm Johannesen.