Fýra ensk lið í fjórðingsfinaluni

Premier League feløgini staðfestu sína sterku støðu í Europa. Tvey sponsk, eitt týskt, og eitt portugisiskt felag vunnu seg eisini í fjórðingsfinaluna

CHAMPIONS LEAGUE

 

Tann higartil mest nervapirrandi dysturin í Champions League kappingini í ár, er dysturin millum Roma og Arsenal, sum var spældur í gjár. Arsenal hevði eina 1-0 leiðslu frá fyrra dystinum, men longu tá 10 minuttir vóru spældir av dystinum á olympiska leikvøllinum í Róm, hevði Roma javnað leiðsluna við einum máli hjá Juan.

John Arne Riise og liðfelagarnar í Roma megnaðu ikki at skora aftur, og spakuliga gjørdist dysturin meiri tamur, við fáum málmøguleikum til bæði liðini. Tá 90 minuttir vóru farnir, var samlaða støðan javnleikur 1-1.

Í umdystinum var Arsenal heldur stinnari, men einki mál kom í umdystinum, so liðini máttu fara til brotssparkskapping.

 

16 brotsspørk

16 brotsspørk máttu til, áðrenn Arsenal koppaða tað til sín fyrimun. Eduardo kiksaði fyrsta brotssparkið fyri Arsenal, meðan Pizaro skoraði fyri Roma. Men Roma megnaði ikki at halda fast við fyrimunin, tí fyrst javnaði van Persie fyri Arsenal, og beint aftaná skjeyt Vucinic eitt hitt mest vánaliga brotssparkið, sum er skotið í Champions League søguni.

Theo Walcott megnaði akkurát at leggja Arsenal fram um, og so mátti Roma hálsa aftan á Arsenal. Baptista javnaði til 2-2 við einum sera vøkrum brotssparki. Nasri, Denilsen, Touré og Sagna skoraðu allir fyri Arsenal, meðan Montella, Totti, Aquilani og John Arne Riise megnaðu at javna fyri Roma hvørja ferð.

Diaby skoraði so til 7-6 til Arsenal, og Tonetto skýtur upp um, og enska talið var fult. Fyri rómverjar er tað eyka harmiligt at fara úr Champions League-kappingini, tí finalan seinast í mai mánað verður á heimavøllinum hjá Roma, tí olympiska leikvøllinum í Rom. Aftan á slaku úrtøkuna í Premier League, hevur tað hinvegin alstóran týdning fyri Arsenal at koma langt í Champions League.

 

Stungin við knívi

Tíverri finnast ótangar, sum brúka stórhendingar innan fótbólt til at fremja brotsgerðir. Áðrenn dystin millum Roma og Arsenal, var ein bussur við Arsenal-fjepparum álopin av ófriðarkroppum. Ein Ultras-bólkur, sum harðligir áskoðarar verða nevndir, tveittu eitt neyðbluss inn í ein buss. Samstundis fór ein ófriðarkroppur inn í bussin og stakk ein Arsenal-fjeppara í knæið við einum knívi.

Talan er um triðju ferð innan trý ár, at enskir áskoðarar vera álopnir í Róm. UEFA hevur nú alment sagt, at um ikki løgreglan og myndugleikarnir í Róm bøta um trygdina, so verður finalan í Champions League flutt til ein annan vertsbý. Fleiri vaktarfólk, enn vanligt vóru til dystin í Róm í gjár, men tað rakk ikki til at byrgja upp fyri øllum ófriðinum.

 

Skoraðu tíðliga

Manchester United tók ímóti Inter Milan á Old Trafford. Fyrri dysturin í Milano endaði við javnleiki 0-0. Sigast má, at teir reyðu vóru ikki lítið hepnir í fyrra hálvleiki. Nemanja Vidic slapp at standa rættiliga ódekkaður, tá United fekk hornaspark, eftir spæl í fýra minuttir. Verjan hjá Inter var ikki nóg árvakin, og serbiski verjuspælarin, Nemanja Vidic slapp rættiliga ótarnaður at stúta bóltin í málið til 1-0 til Manchester United.

Fyrstu løtuna var United betri, men síðstu 20 minuttirnar av fyrra hálvleiki var Inter betri. Svenski landsliðsframherjin, Zlatan Ibrahimovic, hevði nakrar risamøguleikar. United hevði eisini sínar møguleikar, men talan gjørdist bert um tað eina málið.

Tá fýra minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki slapp ein Manchester United-spælari aftur ótarnaður at stúta bóltin í málið. Hesaferð var tað Wayne Rooney, sum fann Cristiano Ronaldo, sum økti til 2-0. Adriano hjá Inter rakti stongina, men nærri kom Inter ikki. Talan er um stórt vónbrot fyri Inter, sum hava sett José Mourinho í starv, fyri at kunna vinna júst Champions League.

 

Málveitsla á Nou Camp

Thierry Henry er farin at ganga gamlar málgøtur aftur. Fyrstu tíðina í Barcelona treivst Henry illa í katalanska høvuðsstaðnum. Hann hevur longst illa eftir dóttrini í Barcelona. Men hetta kappingarárið hevur franski landsliðsframherjin víst máltevið aftur, sum hann hevði, sum málslúkur fyri Arsenal.

Barcelona tók ímóti Lyon á Nou Camp. Fyrri dysturin endaði 1-1, men í gjár gjørdist talan um sanna málveitslu. Henry var sum snarljósið, tá hann rann seg frían og skoraði til 1-0, tá 25 minuttir vóru farnir. Bara tveir minuttir seinni hevði hann økt til 2-0, og stutt fyri hálvleik skutu Messi og Eto’o hvør sítt vakurt mál.

Barca loyvdi Lyon at koma eitt sindur inn í dystin aftur við tveimum skjótum málum, men í yvirtíðini sementeraðu teir í »blauagrana« sigurin.

FC Porto heldur fast við sínar stoltu siðir í europeiskum kappingum. Portugisiska liðið hevði eitt útivallarmál frá fyrra dystinum at dúva uppá ímóti Atletico Madrid. Porto megnaði at halda 0-0, og kom tískil víðari upp á málið, sum liðið fekk á Vicente Calderón Leikvøllinum í Madrid.