Tað er tætt millum avbjóðingarnar hjá bestu fótbóltsspælarunum. Sunnudagin var landskappingin á skránni, í kvøld eru fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið, og longu leygardagin skal HB aftur í eldin, meðan hinir tríggir hálvfinalistarnir sunnudagin aftur skulu spæla í landskappingini.
At tað er tætt millum dystirnar er stór avbjóðing hjá venjarunum, sum skulu ansa eftir, at spælararnir eru væl fyri til allar avbjóðingarnar. Ungu menninir koma skjótari fyri seg enn teir eldru. Tí kann tað væl vera, at tað í kvøld vera onkrar manningarligar justeringar, so tað fæst sum mest burtur úr fólkinum – bæði í kvøld og í vikuskiftinum.
Royndirnar siga sína søgu
Pól F. Joensen og hansara menn í FC Suðuroy missa allan arbeiðsdagin. Klokkan 17 verður fyrsta bríkslið í Fløtugerði í Fuglafirði, har Víkingur eigur heimavøll ídag.
Suðuroyingarnir vitjaðu Víking á hesum sama vøllinum 29. apríl. FC Suðuroy fór til hús aftur við 4-0 tapi, men ta ferðina var eingin munur á liðunum í 1. hálvleiki, tá ið gestirnir høvdu tveir stórar møguleikar at leggja seg á odda. Ein stórur tími var farin, tá ið Víkingur fekk hol á, og so gekk tað skjótt. Í tjúgu minuttir skoraði heimaliðið fýra ferðir, og haraftrat misnýttu teir eitt brotsspark.
Onnur avbjóðingin hjá FC Suðuroy í kvøld er, um tað aftur hesa ferð kann eydnast teimum at spæla seg til møguleikar í skjótum mótálopum og at fáa úrtøkuna, sum teir ikki megnaðu í landskappingardystinum, og sum er serliga týdningarmikil í steypadystum á útivølli.
Hin avbjóðingin er at halda tørn í verjupartinum og harvið at syrgja fyri góðari útgangsstøðu undan seinnu hálvfinaluni, sum verður 2. hvítusunnudag á Vágseiði. Meðan setningurin í dag skal greiðast, skal eisini havast í huga, at FC Suðuroy sunnudagin skal longu leiðina norður til Klaksvíkar at stríðast fyri fyrsta sigrinum í landskappingini. Klaksvíkingar hvíla seg í kvøld, og Páll Guðlaugsson hevur møguleika at fara til Fuglafirðar at fylgja við fyri at hava betri fyritreytir at leggja til rættis undan sunnudegnum.
Víkingur er stórfavorittur í kvøld. Hjá Jógvani Martin Olsen og hansara monnum ræður um at halda tætt í verjuni og at vinna so mikið sannførandi, at tað undan seinnu hálvfinaluni ikki verður ivi um, hvør fer at vinna finaluplássið.
Tað er greitt, at nýggjur vongverji skal finnast í høgru fyri burturstadda Bárð Hansen. Tað er eisini møguleiki fyri, at onkur av yngru monnunum fer at fáa møguleikan á miðvøllinum, so veteranarnir vera heilt væl fyri, tá ið Víkingur sunnudagin skal í Gundadal at vitja meistararnar í B36.
HB lítlar royndir
Aftur og aftur verður mint á, at HB er steypaliðið fram um øll onnur. Tølini siga, at soleiðis er søgan, tí HB hevur vunnið steypakappingina eins ofta og øll hini feløgini tilsaman.
Undan HB vitjanini við Margáir, har fyrsta bríkslið hjá Peturi Reinert verður klokkan 19 í kvøld, er tað merkisvert, at teir, sum nú manna EB/Streym, hava nógv fleiri royndir í at vinna steypakappingina, enn teir í HB hava.
Síðsti HB sigurin í steypakappingini var í 2004. Einasti HB spælarin, sum var við ta ferðina, og sum framvegis er á besta HB liðnum, er miðverjin Vagnur Mohr Mortensen! HB tapti í 2007 framúr spennandi finalu ímóti EB/Streymi 4-3. Einasti spælarin, sum í kvøld er á HB liðnum, og sum var millum teir fyrtu ellivu ta ferðina, er Andrew av Fløtum. Vagnur Mohr Mortensen varð ta ferðina skiftur inn í 1. hálvleiki.
EB/Streymur hevur fimm tey seinastu árini spælt seg víðari úr hálvfinaluni og í finaluna, sum teir í Sundalagnum hava vunnið fýra ferðir. Næstan allir teir, sum í kvøld fara at spæla fyrru hálvfinaluna ímóti HB, hava royndir frá hálvfinalum og finalum í steypakappingini. Sjey av teimum, sum vunnu tiltiknu finaluna í 2007 4-3 ímóti HB, eru framvegis á liðnum í Sundalagnum: René Tórgarð, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen, Arnbjørn Hansen og Gert Hansen, sum varð innskiftur, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir.
Í kvøld ræður um at syrgja fyri góðari útgangsstøðu undan 2. hvítusunnudegi, tá ið seinnu hálvfinalurnar vera á skránni. Samstundis verður hugsað um landskappingina í vikuskiftinum. Leygardagin fær HB vitjan av ÍF, og sunnudegin fær EB/Streymur vitjan av NSÍ.
Víkingur-FC Suðuroy:
Rói Jaccobsen, kl. 17.00
EB/Streymur-HB:
Petur Reinert, kl. 18.30