ferðavinnu. Tað er eisini eitt rák í tíðini sum hevur við sær, at tað hjá fjepparum ikki longur er nóg mikið, bara at eta tað vanliga kenda grønmeti og fruktina sum liggur á handilshillunum. Tað skal helst vera [...] Tey villu plantusløgini eru ikki roynd, kannaði og lýst, eins og tær vælkendu dyrkaðu matplanturnar. Vóru tey tað, so vóru tey sum royndust væl sum plantuføði, jú langt síðani tikin inn til dyrking og sølu [...] varsemisráð til tín sum vil royna villar plantur 1. Náttúra okkara er viðkvom, seyðurin tekur mestsum alt, ið grønt er, og vit sum mentað fólk, eiga als ikki at týna restina, hvørki sum einstaklingar og als
at hava Pihl & Søn til undirarbeiðstakara, sum skal gera ein munandi part av arbeiðnum. Klæmint Weihe sigur, at tað er ein orsøk til, at J&K Petersen liggur best fyri at fáa arbeiðið. Hann leggur afturat [...] tí sleptu vit kravinum um at fáa hernaðarmál við sum ein sjálvstøðugan part av samráðingunum hesaferð. Stjórnin strikaði hernaðarmál Brævaskiftið, sum hevur verið millum Anfinn Kallsberg og Poul Nyrup [...] søguna og tann leiklut, sum Føroyar hava havt og hava í hesum samanhangi. Landsstýrið hevur nevnt, at tað umhugsar at søkja um limaskap í felagsskapinum Partnership for Peace, sum er ein felagsskapur við tilknýti
og flokkurin skylda hvørjum øðrum at hildin verður ein og sama kós. Tí liggur tað ein stór uppgáva fyri flokkin, ikki sum ein byrða, men heldur sum ein avbjóðing at taka stig til savna arbeiðararørsluna [...] í tí samfelag vit ynskja okkum at liva í frameftir. Her er ein ørgrynna av spurningum, sum krevja viðgerð, og her er ein ørgrynna av málum sum skulu gjøgnumførast í neyðugum samstarvi millum fakfelagsrørsluna [...] teimum londum, sum vit vanliga samanbera okkum við. Hetta er og verður ein veikleiki og vinningurin fer óbeskorðin til arbeiðsgevaran. Fakfeløgini hava ikki eitt felags politiskt bakland, sum skal knýta tað
sakni samanhaldið, sum ein bert fær í einum bólki. Men samstundis skalt tú liva upp til ein ávísan leiklut sum frontkvinna. Tú skalt vera kul, tú skalt vera sexy o.s.fr. Eg føli, at tað, sum eg geri nú, er [...] fjøldini, sum prátar, flennir og hugnar sær eftir eina væleydnaða konsert. Ein øl og ein kaffikoppur eru á borðinum, so fyritreytirnar fyri einari hugnaligari samrøðu eru í lagi. Diktafonin, sum eisini liggur [...] Lagið við tí bersøgna heitinum avspeglar eisini ein sangskrivara, sum skrivar beint úr hjartanum: - Alt er sera persónligt, sum eg skrivi um. Tað, sum hendir beint her og nú. Og kanska er tað í so persónligt
brúkar tað, sum liggur har, tvs. tað sum Ríkisumboðið, millum aðrar, hevur savnad, umsett og sent niður. Hann BJ dugir ikki at lesa føroyskt, og hevur sostatt ikki lisið gamla blaðið Framan, sum spælir eina [...] tey nýggju skjølini, og tað sum fyrr hevur verið almannagjørt av sovjettiskum tilfari, so størri loyndarmál eru í so máta ikki avdúkaði. Tað nýggja sum verður lagt fram Tað sum er nýtt og av stórum týdningi [...] at tossa við fólk, sum enn eru á lívi, og sum í dag helst ikki hava nakað at fjala. "Medlem af Framins kollektive ledelse" At døma eftir tí plássi tað fær, og rúgvan av persónum sum verða nevndir vid navni
til midnátt, og tað var blivið myrkt. Men Aksal Poulsen, sum var ein av teimum, sum vóru við, sigur, at líkindini vóru av tí besta, so teir fingu ein góðan dag í stakkinum. Hesuferð fingu teir 450 pisur og [...] oman. Niðri við portrið situr ein einsamallur maður, sum heilsar: »Guten Tag«. Enn ein týskur ferðamaður. Hesin fryntligi maðurin, sum man vera einastaðni miðskeiðis í fimitárunum til aldurs, hevur hug at [...] vísti seg at vera týskarar, sum tó ikki fóru niður í dalin, men vendu í Skarðinum, sum so mong gera. Tað verður prátað, og myndir skulu jú eisini takast. So tað gongur ein løta, áðrenn farið verður oman
degnum í dag hevur øll koyring hjá Bygdaleiðum ligið lamin. Einasti bussur, sum koyrdi tíðliga í morgun, var leið 600 í Sandoynni, sum koyrdi til fyrsta túr hjá Teistanum úr Skopun klokkan 06.45 í morgun. Men [...] fyrsta túri, var eingin bussur har, tí eins og øll koyring hjá Bygdaleiðum yvirhøvur í dag, var eisini hesin bussurin avlýstur. Soleiðis noyddust ferðafólk, sum skuldu um Skopunarfjørð í dag og ikki høvdu [...] ipum Landsins hava eisini verið órógvaðar av veðri í dag. Lýst hevur eitt nú verið við, at Ritan, sum røkir sigling millum Hvannasund, Svínoy, Kirkju og Hattarvík, siglir ikki meira í dag, og Sildberin
verið til fiskiskap seinastu dagarnar, og smábátarnir liggja eisini allir sum ein. Sama skilið er hjá djúpvatnstrolarunum, sum ikki fiska nakað hesar dagarnar. Teir flestu línubátarnir landaðu beint áðrenn [...] liggja teir óivað bakk. Reiðararar, halda tó ikki, at hetta hevur ávirkað prísirnar í so stóran mun, sum man kanska kundi vænta, men tó sæst tað aftur á prísinum. Av tí at nógvir bátar vóru inni og landaðu [...] nakað seinastu tíðina, men tað er tó ikki orsakað av illveðrinum. Annars er at frætta, at prísurin sum heild hevur verið ómetaliga góður seinasta hálva árið, og beint fyri jól var hann náddur so langt upp
er tað eisini ein sjálvmótsøgn, tá sami maður, sum vil hava eitt sakligt orðaskifti um stórar og álvarsligar samfelagsspurningar, ikki tolerarar, at onnur eru ikki sum hann og hugsa ikki sum hann. Tað fyrikemur [...] sansar ikki, at tað eisini finst ein verð uttan fyri tjóðveldismúrarnar. Hetta skal ikki skiljast sum eitt álop á tjóðveldisfólk sum so, men eg konstateri bara, at ein persónur kann gerast so sannførdur [...] hvussu skeivt hini, sum ikki hugsa og meina sum hann, bera seg at. Sannføringin er so grundfest, at tú kansts fáa eina fatan av, at hesin maðurin ikki hevur stórvegis virðing fyri fólki, sum ikki eru tjóðveldisfólk
so tað líður ein spakuligan og pínufullan deyða í? Hvønn rætt hevur ein slíkur maður til at gera av, at arabarar, samkynd ella tey, sum velja fosturtøku, ikki eru menniskju, sum onnur? - Ein av trupulleikunum [...] eru tiknar úr síni heild og pentaðar saman av nýggjum á ein hátt, sum Gud ongantíð hevur ætlað. Vit kunnu so spyrja okkum sjálvi, hví hesi fólkini sum oftast velja tey mest menniskjafíggjundaligu brotini [...] hann. Og tað vita øll foreldur, sum hava sæð sítt barn koma til skaða: Tú fært eina veruliga pínu í búkin av tí. Tað er sjálvandi ein meining við, at vit hava tað í okkum, sum skal til, fyri at vit kunnu seta