Panelið
Navn: Kim Hansen
Aldur: 37 ár
Bakgrund: 10. flokkur í fólkaskúlanum. Tónleikari
Privat: Í parlagi
Navn: Høgni Mohr
Aldur: 40 ár
Bakgrund: Maskinsmiður, men arbeiðir sum journalistur
Privat: Giftur
Navn: Terji Rasmussen
Aldur: 42 ár
Bakgrund: Pedagogur og miljøterapeut, tónleikari og stjóri í Studio Oyravox
Privat: Í parlagi
1. Nær byrjaðu tit at hyggja eftir boppum?
Kim: Frá fyrsta degi. Tað er jú tað fyrsta, tú fær slongt upp í andlitið, tú kemur í verðina.
Terji: Ja. Eg hugdi eisini, tá eg var smádrongur. Onkuntíð tá lærarinnan kom inn í skúlastovuna, sat eg bara og stardi og hugsaði “wauw!”
Høgni: Frá tí eg gavst at súgva, til eg var eini 12 ár hugdi eg ikki so nógv. Men síðan hava tær fylt ótrúliga nógv av kvinnuni.
Terji: Ja, tú mást ordiliga lyfta høkuna upp fyri at fáa eygnakontakt...
Høgni: ..og at hyggja er nakað, sum hongur við.
2. Hvussu eita tær?
Terji: Umframt boppur ella bróst, eisini onnur nøvn, til dømis júgur, nøtir, boyur og hondtøk.
Kim: Altso ja, og forlyktir og melónir ...
Høgni: .. og vimplar og spejlegg eisini.
3. Hvat er tað, sum er so hugtakandi við boppum?
Høgni: Fyri tað fyrsta, at tær gera kvinnuna øðrvísi enn okkum mannfólk.
Terji: Ja, tað er formurin, sum gera tær øgiliga hugtakandi. Men reyvin er sgu eisini ótrúliga viktig.
Kim: Ja absolutt, boppurnar eru ein partur av øllum.
Høgni: Men tað hevur kanska aftur nakað við tað at gera, at tað er eitt tað fyrsta, sum tú sært, tá tú kemur í verðina. Kanska tað hevur nakað við ødipus kompleksið at gera.
4. Hvussu ofta hyggja tit at boppum?
Terji: Alla tíðina!
Kim: Ja, tað passar. Vissi tú eygleiðir eitt konufólk, so hyggur tú eisini eftir boppunum, kanska næst eftir reyvini og eygunum. Tað er so nógv, sum hugtekur við eini kvinnu.
Høgni: Vissi eg líka kann siga eina søgu. Ein dagin eg kom súkklandi oman til Steinatún, kom ein genta gangandi har í ordiligum summarklæðum og einari skríggjandi gulari blusu, og har boppurnar stóðu frameftir sum tveir stórir vimplar, sum bara søgdu “Hygg her”. Sum ein góður ferðandi í ferðsluni, hugdi eg uttan um meg, áðrenn eg súkklaði víðari, og har varnaðist eg, at hvørt einasta mannfólk nærhendis hugdu eftir henni. Tað sigur kanska nokkso nógv.
Terji: Ja, og kvinnur eru eisini ótrúliga bevístar um, hvussu tær kunnu brúka tær til at fáa uppmerksomheitina.
5. Hvussu definera tit góðar boppur?
Terji: Síggi eg ein skurð undir boppuni, so er tað fullkomið turnoff!
Kim: Ja, og hanga tær, so kann man gott lata tær í ein lekkran bróstahaldara.
Høgni: Tað skal sjálvandi hanga saman við restini. Tær skulu gjarna vera eitt sindur fastar og ikki hanga.
Terji: Ja, men tær skulu passa til restina av kroppinum, so eru tær góðar.
Kim: Tú mást helst kunna lyfta tær eitt sindur, og føla vektina í teimum ?
6. Hvussu skulu bróstvørturnar síggja út?
Terji: Tær skulu vera livandi. Tú skal føla, tá hon er tendrað. Men tað er ikki umráðandi, at tær standa og stritta alla tíðina. Tað skal bara vera sjálv vørtan, sum “vaknar”, so tær ikki líkjast súgvikoppum. Og tað skulu ikki vera hár á.
Høgni: Ringurin kring bróstvørtuna skal ikki dekka for langt út yvir boppuna.
Kim: Nei, tað skal tað ikki.
Høgni: Tað skal heldur ikki vera for nógvur munur á litinum á boppuni og bróstvørtunum.
7. Hvussu hava tit tað við silikon, innleggum og push-up ?
Terji: Push-up er okey. Men hitt er eitt sindur turn-off, haldi eg.
Kim: Eg veit ikki heilt, um tað er turnoff við silikonboppum.
Terji: Jú, tað at tú veit, at tað er sovorðið innanfyri, tað haldi eg er eitt sindur soleiðis ..
Høgni: Við push-up so skal tað jú heldur ikki verða soleiðis, at tá tú tekur bróstahaldaran av, fer teppið niður, áðrenn leikurin er byrjaður. Og eg haldi, at tað er syndarligt við hesum operatiónunum.
Kim: Tað er kanska ljótt við hesum arrunum. Men hinvegin, tá eg komi í pensjónsaldurin, so havi eg einki ímóti at tað er gjørt eitt sindur við boppurnar, kanska strammaðar upp eitt sindur.
Høgni: Men alt við máta! Tað er eingin meining í at sita sum 60 ára gomul við ovurstórum ballónum.
Terji: Men hetta við silikon og sovorðnum. Kanska eru vit bara ov gamlir. Ein 20 ára gamal hevði kanska sagt okkurt annað. Eg kenni eina gentu, sum vildi vera pornostjørna, so hon fekk sær formar eftir »idealunum«. So skuldu vit føla áðrenn og aftaná, men eg má siga, at tær vóru betri áðrenn!
8. Hvussu nógv brúka tit bróstini, meðan tit elskast ?
Terji: Nógv!
Høgni: Ja, øgiliga nógv!
Terji: Eisini tá vit ikki elskast. At liggja og leggja høvdið innat, tá man liggur á sofuni og slappar av. Tað er fantastiskt.
Høgni: Tað er himmalska deiligt.
Kim: Tað eru eisini nógvir góðir stillingar til, og tá kunnu tær brúkast nógv.
Terji: Ja, har eru nógvir møguleikar.
9. Finnast vánaligar boppur?
Allir: Ja!
Terji: Ja, sum tá rondin rundanum bróstvørtuna er ov stór. Eisini tær líkjast einum sokki við einum tennisbólti í.
Høgni: Ja, tað er ikki tað ideella.
Terji: Men vissi hon hevur átt børn, so mugu tær gjarna hanga eitt sindur. Og sjálvt um onnur blívur størri, og sindur av muni er á, so ger tað einki.
Kim: Tað er kanska meira konufólk, sum ganga upp í tað.
10. Í hvørjum klæðum rigga boppur best?
Terji: Uttan!
Kim: Tað veldst um, hvat fetish man er til.
Høgni: Tað er fullkomiliga vónleyst at tosa um. Men tað veldst nógv um umstøðurnar. Til dømis í haganum og hon er í morreyðari troyggju – tað er veldigt.
Terji: Hon skal ikki vera í bróstahaldara. Hann skal vekk sum skjótast. Tað finst eingin bróstahaldarafetish.
Høgni: Men trussur hava nógv at siga.
Kim: Ja, tað haldi eg eisini, tær hava nógv at siga.
11. Hvussu er við boppum í føroyskum klæðum?
Terji: Heilt fantastiskt.
Høgni: Ja tað er ótrúligt.
Terji: Tað er meira estetiskt og ótrúliga pent.
Høgni: Tað er vakurleiki, sum tú hevur virðing fyri.
Kim: Ah! Tað avhongur nokk av, hvussu tjóðskaparligur tú ert.
Høgni: Jú, tað rúmar absolutt seksualiteti.
Terji: Ja, at hála ketuna úr føroysku klæðunum, og »lata pakkan upp«. Tað er fantastiskt.
12. Hvussu hava tit tað við eldri boppum?
Terji: Tær eru okey.
Kim: Trúgvi, at vit menn dáma væl ungar damur. Tær hava nakað serligt yvir sær.
Terji: Men tað ger onki, at man sær, at tær hava givið lívið víðari.
Høgni: Tað eru konufólk, sum hava fínar boppur, hóast tær eru eldri.
Kim: Tað eri eisini nakað við, hvussu tær føla seg.
Høgni: Ja gongulagið hevur nógv at siga. Hvussu tær bera seg og hvat tær útstrála.
13. Hvat halda tit um piercingar í boppunum?
Terji: Nei, tað veit eg ikki.
Høgni: Nei ...
Kim: Tað er ikki akkurát nakað, sum eg eri villur eftir.
Terji: Eg havi roynt at verið saman við einari, sum hevði piercing í boppunum. Men tað er ikki nakað, sum gevur eitt eyka kick.
Kim: Nei, tað er tað ikki. Men tað eru nøkur, sum dáma tað væl.
Terji: Kanska eru vit for gamlir. Ja, tað eru vit sikkurt. Høvdu vit havt ein ungan mann millum okkum, so hevði tað verið nakað heilt annað.
14. Hvussu nógv hava boppurnar at siga í mun til restina av útsjóndini?
Terji: Næstmest!
Høgni: Í mun til útsjóndina hava tær nógv størri týdning fyri kvinnurnar, enn fyri okkum.
Kim: Er tað reyvin, tú hugsar um?
Terji: Ja. Reyvin er absolutt á fyrsta plássi. Men tað skal vera symmetriskt.
Kim: Mær dámar væl stórar boppur, men tað má vera javnvág í. Ikki sum nógvar pornomodellir, har boppurnar er fullkomiliga asymmetriskar.
15. Hvat er besta boppuveðrið?
Høgni: Tað eru teir lumpisligu summardagarnir, tá øll blíva forkølað. Tá sólin lokkar genturnar at lata seg tunt í, og tað er kaldari enn man heldur, so vørturnar standa fram.
Kim: Ein vakur dagur sum í dag fær alt at vakna, eisini okkum menn. Teir góðu várdagarnir, tá sólin skínur, klæðini lætna og lív kemur í alt aftur.
16. Hvør er so niðurstøðan hjá tykkum?
Terji: Vissi vit skulu siga nakað í felag, so verður tað...
Høgni: ..vistfrøðiligar boppur, takk! Silikon brúkar man, tá man umvælir húsini.
Terji: Ja, vistfrøðiligar boppur eru best.
Kim: ja...
--
SITATIR:
“Við push-up skal tað jú heldur ikki verða soleiðis, at tá tú tekur bróstahaldaran av, fer teppið niður, áðrenn leikurin er byrjaður” Høgni Mohr
“Tað er eingin meining í at sita sum 60 ára gomul við ovurstórum ballónum” Høgni Mohr
“Mær dámar væl stórar boppur. Men ikki sum nógvar pornomodellir, har boppurnar er fullkomiliga asymmetriskar við restina av kroppinum” Kim Hansen
“At hála ketuna úr føroysku klæðunum, og »lata pakkan upp«, tað er fantastiskt” Terji Rasmussen
“Vistfrøðiligar boppur, takk! Silikon brúkar man tá man umvælir húsini” – Høgni Mohr
--
So er bara at velja eitt heiti fyri tær:
Boppa, barmur, bringa, bróst, buppa, bubba, boyur, bóltar, bananir, konubróst, júgur, kultur, kusa, snoppa, snubba, spini, stálmi, vørta, nøtir, hondtøk, forlyktir, melónir, vimplar, spejlegg, gajol, rosinur, rullugardinur, airbags, pattir, kúlur, eygu, kanaljur, knetti, frikadellur, vaskibretti, kanónir, lanternur, gazongas, heingipartí, perur, russaraboyur, mjólkafabrikk, meiarí, appilsinir, buglur, modeltok, stór lungu, skibakkar.
--










