Nýggja fløgan hjá Dánjal kemur út í dag. Eftir nógv róstu og Danish Music Award nomineraðu debutútgávuni, The Palace, kemur nú nýggja fløgan, The Bubble.
Á nýggju fløguni hugleiðir Dánjal um, at vit meira enn nakrantíð liva í bløðrum. Nógv av teimum virðum, sum vit fyrr bygdu okkara tilveru á, flóta í dag runt í einum tómrúmi av tilvild. Vit gerast alt meira fremmandagjørd og flóta runt í okkara egnu bløðru uttan eina hægri meining ella felagsskap, sum t.d. ein Gud ella annað, ið røkkur útyvir okkara individuella tørv.
Á The Bubble lýsir Dánjal sína egnu lítlu bløðru og sína egnu leitan eftir onkrum størri.
Á fløguni eru 10 løg, sum ganga saman í eitt savnað verk í tveimum pørtum. Við íblástri frá LP-siðvenjuni, tá ymsu síðurnar á plátuni ofta høvdu ymisk tónlistarlig úttrykk, hevur Dánjal valt at býta fløguna í tveir partar, sum skilja seg frá hvørjum øðrum.
Tónleikurin er melodiskur rokkur, har tað høga lýriska flogið hjá Dánjali verður stuðlað av hansara eyðkendu rødd, leikandi løttum klarinettum og rútmum, sum toga teg í annan heim. Tónleikurin vákar sær í froðandi ørskapi og verður turkaður av í sárbærum nærleika.
"The Bubble" kemur á evropeiska marknaðin 1. februar 2012.
Her kann eitt staklag hjá Dánjal hoyrast á youtube:Bring Me Along: youtu.be/uQylALlcGkw