næstan á hvørjum árið komin heim til at halda Ólavsøku. - Tað hevur altíð verið umráðandi fyri meg at verða heima, tí tað er tá eg síggi øll tey aftur, ið eg ikki síggi til dagligt, sigur Sølja. Sølja sigur [...] ólavsøka byrjar longu á middegi ólavsøkuaftan. Tá eri eg hjá systir míni til eitt stórt ólavsøkuborð, og so gongur leiðin oman í býin til setanina. Eftir tað so havi eg fleiri fólk ið eg vitji fast á hvørjum [...] hevur ein sera savnandi leiklut fyri tað føroyska samfelagi. Hon savnar ikki bert føroyingar í Føroyum, men føroyingar frá øllum heiminum, tá ið tað eru nógv, ið koma heim til ólavsøku. - Ólavsøkan drevur
eg lesi litfaldaran um eina grønari Tórshavnar Kommunu, tá míni børn kunnu síggja fram til ein Kollafjørð undir asfalti og betong við bingjum til útsikt. Hetta verður úrslitið, tá man nú setur skjøtil á [...] borgarar í Kollafirði og í kommununi annars sóu nakrar av niðurstøðunum í tilfarinum, sum liggur til grund fyri bingjuhavnsætlan býráðsins, so høvdu teir øtast. Hesar niðurstøður vóru ikki lagdar fram á sonevnda [...] nevndinar, at tikið støðu til um tey framvegis vilja viðmæla ella frámæla ætlanini eftir at hoyringssvarini eru komin inn. Men nei, her hevur man so snilt frá býráðsins síðu syrgt fyri einari "kunning" uttan
heimaftur. Eg ynski at verða við til at flyta nøkur mørk og hugburðin hjá fólki í Føroyum. Eg haldi, vit samkyndu - um vit ynskja at búgva í Føroyum - hava skyldu til at arbeiða fyri sakini. Nøkur velja at búgva [...] flyta heimaftur og at lata samfelagið meiri upp fyri fjølbroytni í Føroyum, og eisini fyri samkyndum. Eg gangi bara út frá, at flest fólk ganga inn fyri at fáa eitt fjølbroytt samfelag. Undan hesum fundinum [...] kom ikki so væl fram. Men so var tað eisini gott, at har komu nøkur framatlítandi hugskot til hvat mann gera fyri at upplýsa og bøta um støðuna hjá teimum samkyndu – t.d. at skipa ein foreldrabólk. Har eru
prædikaði, og eftir gudstænastuna vóru øll boðin til døgurða í kirkjukjallaranum. Sostatt hevur Gøtu kirkja í dag tvær urgur, ið kunnu blása Gudi til heiðurs og æru. Hetta varð eisini roynt hvítusunnudag [...] sanna hátíðarløtu, tá ið klokkurnar í Gøtu kirkju kallaðu til kristnan fund hvítusunnudag. Umframt høgtíð, ið ár undan ári verður hildin halgum anda til æru, so varð við hesa gudstænastu nýtt ljóðføri vígt [...] Petersen, spældu skiftislag urganna millum. Sjálvsagt verður tað framvegis høvuðsurgan, sum verður nýtt til allar vanligar gudstænastur og kirkjuligar handlingar. Men nú er eisini møguleiki at nýta kórurguna
nógvir vónríkir ungdómar síggja upp til og vilja gerast partur av og sum er lopfjølin til okkara fótbóltslandslið Føroya sterkasta altjóða brand, sigur Niels Juel. - Fyri okkum er tað stórfingið at hava [...] heiminum bunkra. Í dag arbeiða uml. 200 starvsfólk undir Effo-merkinum. - Hetta er ein stórur heiður fyri okkum og øll okkara starvsfólk, sigur Niels Juel Nattastad, stjóri á Effo. - Vónandi fer okkara [...] sum hóskar sera væl til okkara atferð og hugburð. Vit eru eitt felag, sum hvønn dag kemur í hvønn krók í Føroyum, og tað er júst tað, sum Effo-deildin eisini ger. - Vit gleða okkum til samstarvið við FSF
Hattarvík lenda at minnast dagin henda. Vit leggja serliga merki til hetta frálíka listarverkið, gávuna stórbæru, kirkjuni til heiðurs og æru, altartalvuna, ið kórveggin prýðir, har skapanin í huga fram [...] at biða fólk og virki um at spara vatn. Hesar áheitanir taka fólk í álvara, og tað er viðvirkandi til, at tað framvegis er vatn eftir í goymslunum. Vestari armur fær vatn úr brunnunum á Hálsi, meðan øll [...] eins og tann á Hálsi.vindur og veður, ávirkan hevur og sítt krevur. Í 1899 teir nýggja kirkju byggja fyri kirkjunnar framtíð at tryggja, slíkt kann ei á láni liggja. Og nú gott hundrað ár á rað hevur hon
syngja í felag og einsæris. Árið fyri - 1967 - hevði stevnan verið á Havnini. Á veitsluni eftir sangin hetta árið segði Ólavur Hátún við Herluf: Næsta ár koma vit til Fuglafjarðar at hava stevnu. Og so [...] tá ið Smiril legði frá bryggju. Tá sungu allir sangararnir: Vit bera heiðurs kvøðu, sum Napoleon Djurhuus týddi. Heiðursljóð til tónleikin. Her var tign og rómur. Sangurin setti seg í minni, og er hann [...] Hóskvøldið kl. 19.30 verður kórstevnan sett av Hallbjørg Hansen, borgmeistara. Kl. 20.00 fer Garðar Cortes til verka at venja felagskórið. Vant verður allan fríggjadagin. Konsert verður í kirkjuni fríggjakvøldið
avgjørt er tað ein størri heiður fyri bólkin at sleppa at standa á palli í Norðurlandahúsinum, enn at hava vunnið Pop Top kappingina. Hetta er somuleiðis ein stórur heiður fyri teir ungu limirnar í Flux [...] skriva sangtekstir til grunge rock tónleik á føroyskum. Jú, tað ber til at skiva sangtekstir til hetta slag av tónleiki á føroyskum, svaraðu limirnir í Flux og góvu okkum eitt skemtiligt dømi. Teir sungu: [...] vænta eisini, at framførðsla teirra til finaluna í Norðurlandahúsinum fer at gera, at fólk leggja teir til merkis, soleiðis at teir verða bidnir um at koma at spæla til dans ymsastaðni kring landið. Ikki
Tað eru mong, sum lata illa at, nú Kondittaríið fyri stuttum snaraði lyklinum fyri seinastu ferð. So illa verður latið at, at nú eru stig tikin til fyri at fáa Kondittaríið at lata uppaftur. Rakel Helmsdal [...] irnar skulu vera við til at hjálpa at lata Kondittaríið uppaftur í sama líki, sum tað var áðrenn tað lat aftur. ? Vit hava hugsað um hetta leingi, og nú hava vit so tikið stig til hetta, sigur Rakel Helmsdal [...] hjá teimum, sum hava sitið har hvønn einasta morgun til morgunkaffi í ein mansaldur. ? Sjálv havi eg altíð gingið regluliga inn á Kondittaríið og míni børn eru mestsum vaksin upp har, sigur Rakel, sum tó
í mun til einstaka borgaran, innsett ein umboðsmann. Umboðsmaðurin tekur kærur frá borgarum til viðgerðar, og ger niðurstøðu í tí einstaka málinum. Umboðsmaðurin er valdur av lóggávuvaldinum til tess at [...] aftur til Landsstýrið, har eg endurtók umbøn mína, samstundis sum eg vísti á 10 daga freistina, sum ikki var yvirhildin. 24. mars hevði eg framvegis einki frætt, og eg ringdi tí til Landsstýrið, til tess [...] eg kært málið til Landsstýrið, og eg bíði framvegis eftir eini avgerð haðani. Eg hevði tó ikki hug at geva upp, og av tí at mær tørvaði upplýsingar til uppgávu mína, valdi eg at skriva til stýrisformannin