Í Klaksvík er framvegis væl av vatni eftir í goymslunum í Ánagjógv og á Hálsi, men heldur turkurin fram í langa tíð afturat, so fer at standa á við vatni.
Klaksvíkar kommuna steingir hvørja nátt vatnveitingina úr brunnunum á Hálsi, og tað hevur hjálpt, at hetta hevur verið mannagongdin í meira enn tvær vikur.
Harafturat hjálpir tað eisini at biða fólk og virki um at spara vatn. Hesar áheitanir taka fólk í álvara, og tað er viðvirkandi til, at tað framvegis er vatn eftir í goymslunum.
Vestari armur fær vatn úr brunnunum á Hálsi, meðan øll virkini og eystari armur fáa vatn frá nýggja reinsiverkinum í Ánagjógv. Hendan goymslan, sum fær vatn úr Svartadali og Strandadali, verður ikki stongd eins og tann á Hálsi.vindur og veður,
ávirkan hevur
og sítt krevur.
Í 1899 teir nýggja kirkju byggja
fyri kirkjunnar framtíð at tryggja,
slíkt kann ei á láni liggja.
Og nú gott hundrað ár á rað
hevur hon verið og er framvegis tað
stað
har deknur lesur lestur
ella tænari er prestur.
Har tú á hvørjum halgidegi
í sorg sum í gleði
kann finna linna
ugga, og megi
í Harrans orði
og við altarborðið.
? ? ?
Latum okkum at enda minnast undanfarnu ættarlið,
sum tóku hesu mongu umrøddu stig,
vit lýsa yvir teimum Guds frið.
Samstundis takka vit tykkum, ið tóku við,
sum hildu áfram í teirra anda,
sum vanligt er her til landa.
Latum okkum saman standa
og kirkju okkara verja
mót øllum, ið á hana herja
og vilja boðskap hennara skerja.
? ? ?
29. oktober í fjør, tá kirkjan fylti hundrað,
móti tað óivað onkran undra,
at kirkjan ikki helt føðingardag,
men hetta kom tíanverri ikki í lag,
orsøkir vóru av ymiskum slag.
Men so ár 2000 -9. (nígginda) í sjeynda
vit mong í Hattarvík lenda
at minnast dagin henda.
Vit leggja serliga merki
til hetta frálíka listarverkið,
gávuna stórbæru,
kirkjuni til heiðurs og æru,
altartalvuna, ið kórveggin prýðir,
har skapanin í huga fram stígur.
Øll góð ynski um Guðs signing.
Hjartaliga tillukku.
Erland Beder