Ólavsøkan ein savnandi leiklut

Sølja í Ólavsstovu er Føroya umboðsmaður, og hon heldur, at ólavsøkan hevur ein sera savnandi leiklut fyri tað føroyska samfelagi. Hon savnar ikki bert føroyingar í Føroyum, men føroyingar frá øllum heiminum, tá ið tað eru nógv, ið koma heim til ólavsøku.

 

- Ólavsøkan drevur føroyingar heim, og tí eru tað nógv sum síggja hana sum eitt tjóðskaparligt samlingspunkt, sigur Sølja.

 

Sjálv hevur Sølja í mong ár búð uttanfyri Føroyar, men er næstan á hvørjum árið komin heim til at halda Ólavsøku.

 

- Tað hevur altíð verið umráðandi fyri meg at verða heima, tí tað er tá eg síggi øll tey aftur, ið eg ikki síggi til dagligt, sigur Sølja.

 

Sølja sigur at tað ið henni dámar best við ólavsøkuni er hátíðardámurin.

 

- Fólk gera nógv burturúr, og eru glað og fyrireikaði upp á at hava tað stuttligt saman, og tað dámar mær væl, sigur Sølja.

 

Hóast Sølja er sera glað fyri ólavsøkuna, so heldur hon at hon forstýrar eitt sindur summarið, tí man innrættar seg eftir, at tá ið Ólavsøkan er, skal man verða heima í Føroyum.

 

Spurd um, hvussu hon ætlar at halda ólavsøkuna í ár, sigur Sølja, at hon fer at halda ólavsøkuna líka sum hon ger á hvørjum árið, og tað er nokk tað sum er so serstakt við henni.

 

- Mín ólavsøka byrjar longu á middegi ólavsøkuaftan. Tá eri eg hjá systir míni til eitt stórt ólavsøkuborð, og so gongur leiðin oman í býin til setanina. Eftir tað so havi eg fleiri fólk ið eg vitji fast á hvørjum árið, so nógv tíð fer við at vitja fólk. Ólavsøkudag eri eg við í ólavsøkuskrúgonguni. Umframt tað er tað miðnáttarsangurin, ið eg fegin vil fáa við, og eisini er ólavsøkuframsýningin í listaskálanum ein fastur táttur á mestsum hvørjum árið. Afturat hesum er tað er tað øgiliga tilvildarligt hvat eg fari til, tí tað er alt eftir hvussu lagi er, sigur Sølja at enda.