Ben Arabo
Oyrareingir
Býráðið samtykti í apríl at broyta ídnaðarøkið inni á Oyrareingjum til havnaøki, og samstundis var ein havnaútbygging samtykt, har "byggingin er partur av eini heildarætlan". Vit vóru nøkur sum bóðu um innlit í málið og hugdu at hesi góðu heildarætlan. Henda heildarætlan um eina risastóra bingjuhavn er ein ørvitisætlan, sum oyðileggur Kollafjørð fyri komandi ættarlið, og kemur við tíðini at niðurleggja sunnara arm av fjørðinum sum búpláss. Allur tann innari parturin av Kollafirði verður ein keikantur og einki annað, og um borgarar í Kollafirði og í kommununi annars sóu nakrar av niðurstøðunum í tilfarinum, sum liggur til grund fyri bingjuhavnsætlan býráðsins, so høvdu teir øtast. Hesar niðurstøður vóru ikki lagdar fram á sonevnda kunningarfundinum hjá Tórshavnar kommunu í mars mánað í ár. Leggjast kann afturat, at friðingarmyndugleikarnir ikki hava viðgjørt hesa heildarætlan.
Borgarar í Kollafirði skrivaðu so eina kæru, meðan broytingin var til hoyringar. Henda kæra er so viðgjørd og havnameistarin vil, ikki óvæntað, halda fast um ætlanina, og havnanevndin og byggi- og býarskipanarnevndin hava samtykt at taka undir við tilmælinum.
Nú átti Kollfjarðanevndin sjálvsagt, sum hinar nevndinar, at tikið støðu til um tey framvegis vilja viðmæla ella frámæla ætlanini eftir at hoyringssvarini eru komin inn. Men nei, her hevur man so snilt frá býráðsins síðu syrgt fyri einari "kunning" uttan niðurstøðu. Úrslitið er, at fyrsta stig í størsta inntriv nakrantíð í Kollafirði var samtykt á býráðsfundi 6 oktobur, uttan viðmæli frá Kollfjarðarnevndini, eftir at kærurnar vóru tiknar við í málið.
Tað er við einari ávísari skepsis, at eg lesi litfaldaran um eina grønari Tórshavnar Kommunu, tá míni børn kunnu síggja fram til ein Kollafjørð undir asfalti og betong við bingjum til útsikt. Hetta verður úrslitið, tá man nú setur skjøtil á eina havnabygging, ið, sum býráðið so fínt sigur tað, "er ein partur av eini heildarætlan".
Vónandi er síðsta orðið ikki sagt í hesum máli. Livst so spyrst.