Hann sigur, at eitt av teimum donsku vaktarskipunum er í føroyskum sjógvi, og teir hava tyrlu,sum regluliga er á flogi. - Danska vaktartænastan hevur avmarkaðar ?ressoursir? til vernd av okkara sjóøki, og [...] landgrunninum av og á. Eingin tikin Sum skilst, er einki skip tikið fyri ólóga veiði, síðan verkfallið hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag byrjaði, og Fiskiveiðieftirlitið hevur ikki varhugan av, at skiparar [...] føroysku vaktarskipini, Tjaldrið og Brimil, liggja svínabundin við bryggju, frættist um onkrar søgur av fiskifeltinum. Ein er, at eitt føroyskt skip skal hava hoyrt golfstream-flogfarið hjá donsku sjóverjuni
Valdi Keypmannahavn Microsoft hevur gjørt av at halda sína árligu evropeisku ráðstevnu og framsýning Microsoft IT Forum 2002 í Keypmannahavn. Framsýningin verður í Bella Centrinum frá 19. til 22. november [...] hava skrivað, at almenna danska felagið DONG skuldi keypa rættindini hjá Statoil í danska partinum av Norðsjónum, vórðu tíðindini váttað í Noregi í gjár. Sagt varð, at Statoil hevði selt DONG rættindini [...] trimum leiðum fyri eina mia. danskar krónur. Sveits í buktini Sveits kann forða fyri, at ein nýggj skipan um rentuskatt kann koma í gildi í ES-londunum. Sveits er ikki í ES, men tá tað lítla Luksenburg gekk
og tað vilja vit ikki. Eru flokkarnir samdir um at taka hana av, er tað nakað annað og tað fari eg at arbeiða fyri. Ongir trupulleikar Jenis av Rana sigur, at endar hetta politiska talvið við, at samgongan [...] eisini at bera til hjá miðflokkinum at samráðast við samgonguna um at fremja nøkur av okkara hjartamálum. Annars sigur Jenis av Rana, at útfrá teimum samrøðum, hann hevur havt við Anfinn Kallsberg og Høgna [...] fosturtøku, tí viðhvørt er tað neyðugt fyri at bjarga mammuni. ?Jenis av Rana sigur, at eitt mál, teir ætla at fremja, er at seta eina skipan á stovn í Føroyum sum líkist donsku ?Mødrehjælpen? sum skal hjálpa
Anfinn V. Hansen greiðir frá, at hetta er meinlík skipan, ið vit kenna úr Norðanlondum og nógvum londum í Evropa. Talan er um parlamentariska skipan, har sitandi løgmaður kemur í eina lyklastøðu, og hann [...] løgtingsformaðurin koma í lyklastøðu. Løgtingsformaðurin hevur ávísar heimildir í sambandi við skipanina av arbeiðinum í tinginum, og hann kann eisini fáa avgerandi orðið í spurninginum um samgonguleiðara. Stendur [...] Stendur á jøvnum millum tveir í einum tílíkum formansumfari, so er tað tingformaðurin, ið ger av, hvør samgonguleiðarin verður, sigur Annfinn V. Hansen.
til eftirlit og viðlíkahaldast við jøvnum millumbili. Tað er av alstórum týdningi at skipanin virkar sum hon skal. Til dømis at mongdin av kølievni er tann rætta, at skipanin avfuktar sum hon skal, at [...] Fyrr var ikki vanligt at bilar høvdu aircondition skipan. Aircondition kundi bíleggjast sum eykaútgerð í størri og dýrari bilum og var standard í teimum heilt fínu luksusbilunum. Nú er aircondition vanlig [...] trupult við at anda. Aircondition Service Bilverkstaðið hjá Meinhardt Arge letur nú upp deild at taka sær av allari tænastu innan køliskipanum í bilum. Teir hava keypt alla ta útgerð sum skal til, og teir me
Kári á Rógvi Í 1946 var fólkaatkvøða í Føroyum. 48,6% valdu loysing, 47,2% eina nýskipan av amtstøðuni, og 4,1% valdu hvørki. Í 2002 var løgtingsval í Føroyum. 48,9% valdu fullveldissamgonguna, 46,9% [...] uppá hvønn annan, serliga aftan á aðalfundin, men skal felagið halda fram, ella skal hagin geva nakað av sær, má semja finnast. Fara fólk at atkvøða, gerst ósemja. Tað frægasta er altíð at tosa um tingini [...] hattar har ?Hvussu skal tað vera úti í verðini?? segði omman mín altíð. Í Norðurírlandi heldur helvtin av fólkinum seg vera bretar, hin helvtin írar. Har er nærum ógjørligt at semjast. Í Ísrael er neyvan gjørligt
góðtakast, sigur Steinbjørn við Norðlýsið. Víðari sigur hann, at ein skipan má og skal finnast, sum tryggjar, at henda gíslatøka av einum minniluta í samfelagnum verður steðgað og ongantíð aftur endurtikin [...] Norðlýsinum fyri fríggjadagin hevur borgarstjórin í Klaksvík skrivað eitt bræv til avvarðandi partarnar av verkfallinum, sum herjar alt landið hesar dagarnar. Í brævinum heitir hann staðiliga á teir um aftur [...] Norðoyggjar saman við hinum útjaðaraøkjunum í Føroyum enn einaferð eru í eini vanlukkuligari støðu, orsakað av verkfallinum, sum hevur lagt farleiðina um Leirvíksfjørð lamna. Hendan leiðin er einasta farleiðin
Vegagerð Skipanes: Vegurin oman av Gøtueiði verður liðugur til at taka í nýtslu seint í summar ella í heyst, sigur landsverkfrøðingurin. Peningur er settur av til at gera vegin lidnan, sigur Oyvindur Brimnes [...] breiðking fram við vegnum. Hetta er avlopstilfar frá vegagerðini oman av Gøtueiði, sigur landsverkfrøðingurin. Gjørt er ikki endaliga av enn, sigur Oyvindur Brimnes, hvar tann vegurin endaliga skal leggjast [...] Brimnes, landsverkfrøðingur. Ein millión varð sett av á fíggjalógini, meðan ein eykajáttan upp á tvær milliónir og eitthundraðoghálvtrýsstúsund krónur seinni varð latin. Skotið er ígjgønum á Gøtueiði,
at línan heldur seg reinari og ikki luktar av gomlum agni, sigur Høgni W. Høgnesen, sum eigur ein film, ið útróðrarmenn, sum hava áhuga fyri hesi nýggju skipan, kunnu síggja. [...] til merkis við nýggju egningamaskinuni, er, at hon egnir uppí stamp. Línuspælið, sum er ein partur av skipanini, dregur eisini uppí stamp. Turboline 2000 er í fyrsta lagi bygd til at standa uppi á landi [...] seg eisini niður í skræðuna. Sergjørdir stampar Hann sigur, at stamparnir eru sergjørdir til hesa skipan við fleiri rúmum, sum hvørt sær kunnu skiftast út, um okkurt rúm brotnar. - Maskinan egnir trý øgn
saman sum ein bólkur upp á 16 tinglimir. Hetta varð gjørt til tess at fáa javnar samráðingar um skipan av nýggjari samgongu eftir løgtingsvalið, tá framman undan var greitt, at Fólkaflokkurin og Sjálvs [...] ført til hvørki formansrundu ella til javnar samráðingar, og tískil hava undirritaðu flokkar gjørt av at boða løgmanni frá, at henda avtala frá 5. mei 2002 ikki er til longur. Samstundis skal boðast frá [...] Sambands-flokkurin, Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin gjørt ein valbólk upp á 16 tinglimir til val av formansskapi og løgtingsnevndum. Tórshavn 10. mei 2002 Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Miðflokkurin