Annfinn V. Hansen: ?Skipanin virkar

?Skipanin riggar fínt. Hetta er stórtsæð sama støða sum í Danmark fyri fýra árum síðani, sigur Annfinn V. Hansen, sum var við til at gera Stýrisskipanarlógina

STÝRISSKIPAN

Løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya hevur fingið nógva umrøðu seinastu tíðina. Tað er hendan lóg, ið Føroya Løgting hevur samtykt, sum gevur Føroya løgmanni, Anfinni Kallsberg, heimild til at halda fram sum løgmaður við sekstan tingmonnum í sínum parti. Støðan er tann, at hann ikki hevur ein meiriluta ímóti sær, og kann hann tí halda fram.
Anfinn V. Hansen, advokatur, var ein teirra, ið var við til at gera Stýrisskipanarlógina. Hann heldur, at skipanin virkar væl.
?Initiativið liggur hjá løgmanni. Er eingin meiriluti ímóti honum, so eigur hann rættin til at halda fram sum løgmaður, staðfestir Annfinn V. Hansen.
Anfinn V. Hansen greiðir frá, at hetta er meinlík skipan, ið vit kenna úr Norðanlondum og nógvum londum í Evropa. Talan er um parlamentariska skipan, har sitandi løgmaður kemur í eina lyklastøðu, og hann hevur møguleika at halda fram. Einasta treytin er, at hann ikki hevur ein meiriluta ímóti sær, t.e. minst seytjan tinglimir.
?Løgmanssessurin er avgerandi. Valdið liggur hjá løgmanni, sigur Annfinn V. Hansen.
?Við teirri gomlu skipanini, so skuldi tað absolut vera ein meiriluti, og tann seytjandi maðurin varð avgerandi, sigur Annfinn V. Hansen.
Danir komu í eina líknandi støðu fyri góðum fýra árum síðani, veit Annfinn V. Hansen at siga. Annars eru tað lítil sannlíkindi fyri, at ein tílík støða kemur fyri, sigur Annfinn.
?Veljarin fær framvegis tær tinglimir, ið hann ynskir, sigur Annfinn V. Hansen, sum ikki heilt veit at siga, hvørt tað er rætt ella skeivt, at flokkarnir ikki hava lagt dentin á, at sitandi samgongu kann halda fram í valstríðnum.

Tingformaðurin avgerandi
Løgmaður, Anfinn Kallsberg, hevur boðað frá, at hann heldur fram, til hann fær ein meiriluta ímóti sær. Leggur hann sessin frá sær, so verður tað talan um eitt sokallað tingformansumfar, har umboð fyri allar flokkar á tingi skulu velja nýggjan samgonguleiðara.
Her kann løgtingsformaðurin koma í lyklastøðu. Løgtingsformaðurin hevur ávísar heimildir í sambandi við skipanina av arbeiðinum í tinginum, og hann kann eisini fáa avgerandi orðið í spurninginum um samgonguleiðara.
Stendur á jøvnum millum tveir í einum tílíkum formansumfari, so er tað tingformaðurin, ið ger av, hvør samgonguleiðarin verður, sigur Annfinn V. Hansen.