Fiskireiðskapur
Ein nýggj og framkomin egningamaskina, Turboline 2000, er nú bygd á Averøy í Noregi. Felagið aftanfyri hesa nýskapandi maskinu eitur Bjørshol Mekaniske AS og maðurin aftanfyri fyritøkuna, er hin sami, sum í síni tíð gjørdi fyrsta Triplex-nótahálaran, sum hvør nótabátur hevur havt síðan miðskeiðis í sekstiárunum. Hetta er eisini sami maður, sum í síni tíð gjørdi nótaleggjaran.
Høgni W. Høgnesen, sum umboðar Turboline 2000 í Føroyum, sigur, at umrøddi norðmaðurin hevur arbeitt við egningamaskinuni í eini 20 ár, og síðan 1996 er hon royndarkoyrd.
- Nú er so fyrsta skipanin, sum er egningamaskina, stampar og spæl, seld til
Tróndheim, og Bjørshol hevur fingið fleiri aðrar bíleggingar.
Høgni sigur, at maskinan og spælið rigga væl, og í Tróndheimi eru tríggir
útroðrarbátar um eina maskinu.
- Norðmenn eru sera áhugaðir í hesi nýggju skipanini, sum hevur nógvar
fyrimunir, og teir halda, at línan fiskar líka væl sum onnur lína, hóast húkurin, sum verður nevndur ein j-húkur, er longri enn vanligt, og eitt reytt klips er ovast á velinum á húkinum.
Egnir skjótt
Tað, tú kanska fyrst leggur til merkis við nýggju egningamaskinuni, er, at hon egnir uppí stamp. Línuspælið, sum er ein partur av skipanini, dregur eisini uppí stamp.
Turboline 2000 er í fyrsta lagi bygd til at standa uppi á landi. Hon egnir 28 stampar í 3,5 tímar, og tá eru 320 húkar í hvørjum stampinum.
-Hetta merkir, at ein maskina kann nøkta tørvin hjá fleiri smærri útróðrarbátum við einum manni uppi á landi, sigur Høgni.
Hann vísir á, at eitt hugskot við maskinuni er, at útróðrarmenn kunnu taka seg saman
og stovna eitt felag, sum eigur egningamaskinuna og línuspølini.
- Felagið útvegar so bátunum egndar línur í stampi og línuspæl, so teir, ið eiga bátarnar, ikki nýtast at hugsa um tann ofta so tunga partin, sum egningin er.
Høgni sigur, at sjálv egningin fer fram á tann hátt, at velið á húkinum, sum er spískað, fer ígjøgnum agnið og síðan inn í klipsið, sum er í endanum á teyminum. Teymurin er alla tíðina festur í línuryggin við nevnda klipsi í endanum. Tað er bara húkurin, sum verður loystur frá línuni, tá ið drigið verður.
- Maskinan egnir væl, sigur umboðsmaðurin og vísir á, at húkurin fer tvær ferðir ígjøgnum skræðuna, og triðju ferð festir agnhaldið seg eisini niður í skræðuna.
Sergjørdir stampar
Hann sigur, at stamparnir eru sergjørdir til hesa skipan við fleiri rúmum, sum hvørt sær kunnu skiftast út, um okkurt rúm brotnar.
- Maskinan egnir trý øgn í hvørt rúmið, síðan leggur hon pappír omanyvir agnið og egnir aftur trý øgn í næsta rúm. Pláss er fyri 450 húkum í hvørjum stampi. Stamparnir eru bygdir soleiðis, at teir kunnu setast niður yvir hvønn annan.
Høgni vísir á, at nýggja maskinan er eisini ein agnskerimaskina.
- Hon egnir makrel,sild og høgguslokk. Makrelurin verður kloyvdur í hálva longd og settur niður í rúm. Tú kanst sjálvur velja, hvussu stórt agnið skal verða. Annars roknar maskinan sjálv út, hvussu nógv øgn fáast burtur úr hvørjum makreli, sild ella høgguslokki.
Umboðsmaðurin sigur, at einasti lasturin við hesi maskinu, er, at hon ikki kann egna gággu.
- Hinvegin egnir hon ógvuliga væl makrel, sild og høgguslokk. Teir útróðrarmenn, sum egna við trakt, vita, hvussu tilvildarlig tann egningin er. Annars kann henda nýggja skipanin als ikki samanberast við traktina, tí hetta er ein sjálvvirkandi skipan, bæði hvat viðvíkur egning og draging.
Reinur línuryggur
Høgni sigur, at egningamaskinan syrgir sjálv fyri, at húkarnir eru í lagi. Er onkur húkur boygdur, verður hann skiftur út, og er okkurt klips vánaligt, verður tað lopið um.
- Tí er egningin so nær 100% í lagi, sum hon kann vera, leggur hann aftrat.
Undir draging verður húkurin tikin úr klipsinum og fer í ein kassa fyri seg. Somuleiðis fara línuryggur og teymur ígjøgnum eina bust og verða reinsað, áðrenn ryggur og teymar verða kveylað niður í stampin.
- Tað, at húkur og agn ikki liggja saman við línuni, ger eisini, at línan heldur seg reinari og ikki luktar av gomlum agni, sigur Høgni W. Høgnesen, sum eigur ein film, ið útróðrarmenn, sum hava áhuga fyri hesi nýggju skipan, kunnu síggja.










