Vegagerð
Skipanes:
Vegurin oman av Gøtueiði verður liðugur til at taka í nýtslu seint í summar ella í heyst, sigur landsverkfrøðingurin.
Peningur er settur av til at gera vegin lidnan, sigur Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur. Ein millión varð sett av á fíggjalógini, meðan ein eykajáttan upp á tvær milliónir og eitthundraðoghálvtrýsstúsund krónur seinni varð latin.
Skotið er ígjgønum á Gøtueiði, og vegurin er breiðkaður allan vegin oman á Skipaneskrossin, sum nú verður gjørdur til rundkoyring, upplýsir landsverkfrøðingurin.
Innanvert bygdina Undir Gøtueiði er lagt tilfar til breiðking fram við vegnum. Hetta er avlopstilfar frá vegagerðini oman av Gøtueiði, sigur landsverkfrøðingurin.
Gjørt er ikki endaliga av enn, sigur Oyvindur Brimnes, hvar tann vegurin endaliga skal leggjast, so enn verður ikki meira gjørt har, sigur hann.
Í løtuni verður arbeitt á vegnum har inni. Talan er um at gera klárt at asfaltera alt vegastrekkið frá Oyndarfjarðarvegnum Millum Fjarða og út á Skipanes. Tikið verður nú omanav, greiðir landsverkfrøðingurin frá. Meðan tað verður gjørt, eru asfaltmenninir í Leirvíkatunlinum, har asfalterað verður. Eisini hava teir verið norðuri á Eiðisvegnum og lagt slitlag oman á vegin millum Svínaír og Ljósá.










