Fyrr var ikki vanligt at bilar høvdu aircondition skipan. Aircondition kundi bíleggjast sum eykaútgerð í størri og dýrari bilum og var standard í teimum heilt fínu luksusbilunum. Nú er aircondition vanlig útgerð í smærri og miðalstórum bilum. Onkur heldur, at vit í Føroyum hava ikki brúk fryi aircondition, tað er bert til tey heitu londini. Hetta er ikki heilt rætt, tí hóast vit ikki hava so nógvan hita, hava vit nógva vætu í luftini, sum ger at ringt er at halda døgg burtur frá bilrútunum.
Eftirlit og viðlíkahald
Aircondition skipanin skal til eftirlit og viðlíkahaldast við jøvnum millumbili. Tað er av alstórum týdningi at skipanin virkar sum hon skal. Til dømis at mongdin av kølievni er tann rætta, at skipanin avfuktar sum hon skal, at innblásingarhitin er tann rætti og ongin leki er at finna. Um skipanin lekur, kann tað ávirka heilsuna hjá teimum, sum brúka bilin, soleiðis at tey fáa høvuðpínu, búkilsku og trupult við at anda.
Aircondition Service
Bilverkstaðið hjá Meinhardt Arge letur nú upp deild at taka sær av allari tænastu innan køliskipanum í bilum. Teir hava keypt alla ta útgerð sum skal til, og teir mekanikararnir ið skulu gera arbeiði, hava verið á skeiði, og hava teir serfikat uppá at kunna viðlíkahalda og geva ta røttu tænastuna, ið er í samsvar við treytirnar ið bilframleiðarin áleggur, og at rætt verður atborið við burturbeining av CFC gassum. Arbeiðið verður gjørt sambært galdandi umhvørvisreglum.










