melda 1sp inn, men her valdi hann at melda 3rú, sum er Københavner-konventionen og vísir minst 5-5 í báðum teimum hægstu ómeldaðu litunum. Norðan meldar 3sp ? bluff!! Hann veit, at E-V ikki hava spælt [...] ikki síni livandi ráð, so hann meldaði bara pass. Sunnan meldar 4kl, sum er natúrligt, og Vestur meldar pass fyri at síggja, hvussu leikur ferð. Norðan meldar pass ? kanska átti hann her at sagt 5kl. Nú kemur [...] við góðari undirtøku. Hetta datt seinni niðurfyri, men nú kemur gongd í aftur. Tað eru Rói á Rógvu Joensen og Johannes Skaarup, sum fyri Bridgehúsið hava sett sær fyri at fáa gongd í aftur hetta tiltakið
um mótstøðuliðini, men hetta fara teir at kanna hesa næstu vikuna. Hann ivast kortini ikki í, at mótstøðan verður ríkiliga stór, og hann roknar við, at bæði Rumenia og Eysturríki hava heilt góð lið. Tá Føroyar [...] annan leygardag eru málverjarnir Gunnar Nielsen, Frem, og Heini Kristiansen, sum er av Skála. Tað var hann, sum vardi málið hjá 1. deildarliðnum síðsta sunnudag. Verjuspælararnir eru Poul N. Poulsen, VB, Jústinus [...] Dam Jacobsen, HB, Símun Louis Jacobsen, GÍ, Borgar Kristiansen, Skála og Allan Tungá OB í Odense. Hann hevur spælt við KÍ, men familjan er fyri stuttum flutt niður at búgva. Miðvallararnir eru Jóhan E
Wardum er formaður í hondbóltsdeildini hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag, og tó at hann er alt annað enn fegin um støðuna, so ásannar hann tó, at tað er ein lætti, at felagið hóast alt fer at taka lut í kappingini [...] sum kemur at gera vart við seg í oddinum av landskappingini, heldur hann. - Av liðnum frá í fjør eru eitt nú Bára Skaale, Joan M. Joensen og Beinta Klakkstein burtur, eins og tað er ivasamt, um Anna Kristina [...] avgreidd. Í løtuni liggur umsóknin um arbeiðs- og uppihaldsloyvi hjá danska Udlændingestyrelsen, men hann vónar kortini, at hetta kemur í rættlag, soleiðis at tær hava møguleika at venja eitt sindur, áðrenn
í fleiri ár havt hendan varðan í eygsjón. Hann segði eisini, at tað vildi so vera, at úrtøkan hjá teimum ymsu næmingunum hevði verið ymisk. Men so endurgav hann danska blaðstjóran, Phil Anne Knudsen, sum [...] Plássið er tomt eftir teir, men teir liva í minninum á okkum, sum høvdu ta gleði at kenna teir, segði hann og øll samkoman mintust teir í tøgn eina løtu. Pisufundur í kvøld Pisufundurin í nýklaktu studentunum [...] Eysturberg, Hvalba, Annika Berg Poulsen, Porkeri, Maureen Ingun Andreasen, Tvøroyri, Heidi Poula Joensen, Vágur, Lonnie Bengtsen, Hvalba og Vígdis Ruth Magnusdóttir, Hvalba À matematisku deild tóku 18 studentar
mál. Tað kunnu TBararnir fyrst og fremst takka Magna Hentze fyri. Hann var í málinum, tí Poul Eli Bærentsen var leikbannaður, og hann var rættuliga sannførandi. Skála legði seg framum, tá ið seinna umfarið [...] hegnisliga snittaði hann við høvdinum bóltin í handaru síðu av málinum. Eitt korter fyri leiklok varð Alaksander Jovevic hjá Skála rikin av vøllinum fyri hevnisøku. Frammanundan hevði hann roynt seg við fínum [...] Alexander Johansen, Hanus Thorleifsson, Pauli G. Hansen, Aleksander Jovevic, Rói Jacobsen (Teitur Joensen, 36.) ? Jónhard Frederiksberg Reytt kort: Aleksander Jovevic 75.
Skipagøta í málinum, kundi sigurin lættliga verið nógv størri. Fleiri bjargaði hann frágera væl, og lítið er at ivast í, at hann hevur uppiborið landsliðsúttøkuna, sum fyri stuttum varð tillutað honum. Nýtt [...] Helgi Justinussen trína inn á fyrstudeildarleikvøllin fyri fyrstu ferð, og við tveimum málum kundi hann gera sítt til at staðfesta sigurin og breiddina á neistaliðnum. Einki avgjørt enn Hóast dysturin hesu [...] Annfinnur N. Debess 1, Jákup á Borg 1, Rene Dahl Olesen 1 (1), Tróndur Vatnhamar 1 Neistin: Heini Joensen 10 (1), Áki Olsen 8 (1), Kári Mortensen 4, Jákup Sverri Kass 3, Helgi Justinussen 1, Elmar Ósá 1
tað gekst Carl Johan Jensen, tá hann dittaði sær at siga, hvat hann helt um ávísar føroyskar bókaútgávur. Og nú fyri jól var Eyðun Andreasen so frekur at siga, hvat hann heldur um hesar kanningarnar, sum [...] ivast í, um vit yvirhøvur høvdu havt nakað føroyskt mál, um Victor Danielsen ikki hevði virkað, sum hann gjørdi, er helst at leggja honum í so nógvar dygdir til. Tað verður nógv givið út til olar, og eingin [...] líka gott. Men Guð náði og troysti tað ólukkudýrið, sum torir at siga tað alment. Edvard í Skorðini Joensen
kunnu vit rópa orðadrátt. Aftast í bókini eru evnisyvirlit og navnaskrá. Ingi Joensen hevur evnað kápuna til. Har nýtir hann málningin Fjallaoyggjar, sum Jacob Olsen, vinmaður Williams, málaði. Á kvøldsetuni [...] í myrkri. Edward valdi tó júst hesa søguna, tí hon snýr seg um børn, og hann hevur alla tíðina havt barnið í huganum, tá ið hann teknaði myndirnar. Edward fer á kvøldsetuni at hugleiða um arbeiðið at myndprýða [...] Forlagið Fannir William Heinesen skrivaði bøkur sínar á donskum. Tað vita øll. Men fæstu munnu vita, at hann eitt langt lív skrivaði greinir og hugleiðingar á føroyskum í tíðarritum og bløðum. Mentamaðurin Jóhannes
súkklaði undan Hilmar, so gjørdi Hilmar alt fyri at koyra undan Boga Gregersen, Casper Rosen, Andrass Joensen og Gunnar Dahl-Olsen, sum arbeiddu væl saman fyri at minka um munin upp til Hilmar. Kvartettin arbeiddi [...] saman og tað styttist fram til Hilmar. Komnir til Sumba so var munurin bert 35 sekund. Men knáur var hann, og tá Andrass, Bogi og Gunnar vóru við Núpin ávegis á mál, tá góvu teir upp at fáa Hilmar aftur, [...] kilometur var eftir. Men góðar 300 metrar frá málinum fór Gunnar framvið Andrass og koyrdi nú tað hann var mentur, men Bogi var beint í hølunum, og tað styttist. Endin var at Gunnar gjørdist nummar trý
Poulsen, vongverjin í høgru, sneiddi seg framvið fleiri mótstøðumonnum, og tá ið hann var komin í brotsteigin, varð hann feldur. So var EB/Streymur omaná, og HB spælararnir vóru skelkaðir. Men bara í fimm [...] tí so javnaði HB. Jacob Johansson var á veg úr brotsteiginum í høgru, tá ið hann fór um koll. Dómarin var væl staddur, men hann segði einki. Ikki fyrr enn hjálpardómarin undir HB húsinum veittraði fyri [...] Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Rógvi Egilstoft, Virgar Jónsson – Jens Erik Bruhn, Emil Weihe Joensen, Robert Marcus, Suni Herman Peteren – Filip Djordjevic