Tað er framvegis púra opið

Javnleikurin á Sevmýri ber við sær, at einki er avgjørt frammanundan, at Skála og TB leygardagin fara á vøllin á Skála

ENDASPÆL

Tað er framvegis púra opið. Seinnapartin mikudagin endaði tað 1?1, tá ið Skála vitjaði á Tvøroyri. Harvið er eingin upplagdur favorittur, tá ið TB seinnapartin leygardagin fer norður á Skála. Um einki mál verður skorað leygardagin, so verður Skála í 1. deild. Um TB fer at vinna, so flyta teir upp, og so skal Skála flyta niður. Um Skála fer at vinna, so verður eingin broyting. Um tað verður javnleikur, verður longd leiktíð á skránni, um úrslitið verður 1?1. Um úrslitið verður 2?2 ella kanska 3?3, so verður tað TB, sum fer at flyta upp, orsaka av fleiri útivallarmálum.
Fyrra umfarið á Sevmýri var ikki so skipað spæl at síggja. Skála hevði fríska lotið undan, og báðir partar tóktust órógvaðir av vindinum. Eftir steðgin datt lotið burtur, og tá var spælið meiri skipað.
Tvørámenn løgdu, sum teir altíð gera á heimavølli, ágangandi fyri, men tá ið tað dovnaði eitt sindur hjá teimum, var Skála leikliga omaná. Serliga fyrstu løtuna eftir steðgin var Skála betri fyri. Alexander Johansen var tvær ferðir leysur frammanfyri TB málinum, Jónhard Frederiksberg var eisini í góðari støðu, men teir fingu ikki mál. Tað kunnu TBararnir fyrst og fremst takka Magna Hentze fyri. Hann var í málinum, tí Poul Eli Bærentsen var leikbannaður, og hann var rættuliga sannførandi.
Skála legði seg framum, tá ið seinna umfarið var sjey minuttir gamalt. Pauli G. Hansen legði innfyri úr høgru, og miðverjin Dusan Jaic var hægstur og stútaði í málið.
Eftir at hol var komið á, spenti TB seg orduliga út. Skálamenn megnaðu ikki at varðveita bóltin frammi á vøllinum. Heimamenninir trýstu spælið fram á helvtina hjá Skála. TB hevði ikki fleiri upplagdar málmøguleikar, men tað var fleiri ferðir tætt við, tá ið bólturin var í brotsteiginum, og í 71. minutti eydnaðist tað. Eftir gott uppspæl í vinstru millum Rasmus Nolsøe og Dan Mortensen legði hesin seinni innfyri málið, har toppskjúttin í 2. deild, Kaj Roest, var hægri enn verjuspælari, og sera hegnisliga snittaði hann við høvdinum bóltin í handaru síðu av málinum.
Eitt korter fyri leiklok varð Alaksander Jovevic hjá Skála rikin av vøllinum fyri hevnisøku. Frammanundan hevði hann roynt seg við fínum fluktskoti, sum Magni Hentze refleksbjargaði.
TB helt fram at trýsta, men skálamenn, sum ikki vóru nøgdir við leikliga avrikið hjá sær sjálvum, megnaðu at halda tætt, sjálvt um teir síðsta korterið vóru undirmannaðir.
Hjá TB verður málverjin, Poul Eli Bærentsen, tøkur aftur leygardagin. Avrikið hjá Magna Hentze ger tað ivaleyst torført hjá TB venjaranum at taka støðu til, hvør skal verja málið á Skála.
Hjá Skála verður Alaksander Jovevic leikbannaður eftir reyða kortið. Bogi Gregersen verður tøkur aftur eftir leikbann, og á Skála vóna teir, at Julian Floresco, sum hevur verið burturstaddur síðstu vikuna, kemur afturíaftur undan leygardegnum.

Endaumfar um eitt pláss í 1. deild
TB?Skála 1?1 (0?0)
0?1: Dusan Jaic 53.
1?1: Kaj Roest 71.
Dómari: Dagfinn Olsen
TB: Magni Hentze ? Óli Johannesen, Jon Johannesen, Jens Rói Sørensen ? OIiver Abrahamsen, Bárður Dimon, Einar Petersen, Rasmus Nolsøe ? Dan Mortensen, Kaj Roest, Hallur Christiansen (Hanus Stórhamar, 70.)
Einki kort
Skála: Eugen Voda ? Ronni Hansen, Dusan Jaic, Arnhold Berg, Bárður Danielsen ? Alexander Johansen, Hanus Thorleifsson, Pauli G. Hansen, Aleksander Jovevic, Rói Jacobsen (Teitur Joensen, 36.) ? Jónhard Frederiksberg
Reytt kort: Aleksander Jovevic 75.