Bill hevur úttikið sítt lið

Fýra spælarar úr Frem í Keypmannahavn eru á U?17 liðnum, sum síðst í mánaðinum fer til Rumenia at luttaka í EM undankappingarbólki

U-17 LANDSLIÐIÐ

Bill Jacobsen, venjari hjá U-17 landsliðnum, hevur úttikið fýra spælarar úr danska høvuðsstaðarfelagnum Frem til EM undankappingina, sum Føroyar skulu luttaka í um mánaðarskiftið.
Talan er kortini um føroyskar spælarar, sum áður hava umboðað B36 og HB. Teir fýra ganga á Hasselgods skúlanum, sum Brøndby IF eigur, og teir spæla á unglingaliðnum hjá Frem. Felagið í Valby er eitt av grannafeløgunum hjá Brøndby. Hesir fýra spælararnir eru málverjin Gunnar Nielsen, miðvallararnir Jónas Þór Næs, Emil Nolsøe Leifsson, sum er liðformaður á U?17 landsliðnum, og Bogi Hermansen, sum er álopsspælari.
Sammett við liðið, sum fyrst í august var í Luleå í Svøríki og luttók í NM kappingini, eru tríggjar útskiftingar gjørdar, m. a. tí onkur spælari hevur givið avboð.
Teir, sum fara av annan leygardag eru málverjarnir Gunnar Nielsen, Frem, og Heini Kristiansen, sum er av Skála. Tað var hann, sum vardi málið hjá 1. deildarliðnum síðsta sunnudag. Verjuspælararnir eru Poul N. Poulsen, VB, Jústinus H. Hansen, NSÍ, Fritleif í Lambanum, ÍF, Svenn Dam Jacobsen, HB, Símun Louis Jacobsen, GÍ, Borgar Kristiansen, Skála og Allan Tungá OB í Odense. Hann hevur spælt við KÍ, men familjan er fyri stuttum flutt niður at búgva. Miðvallararnir eru Jóhan E. Mouritsen, HB, Jónas Þór Næs, Frem, Mikkjal T. Hentze, B71, Ovi Magnussen, B68, Emil N. Leifsson, Frem og Páll M. Joensen, HB. Álopsspælararnir eru Bogi Hermansen, Frem, Steffan Kalsø, KÍ og Hartman Hansen, VB.
Føroyska liðið skal spæla tríggjar dystir. Tann fyrsti verður ímóti rumensku vertunum 30. september, so verður spælt ímóti Eystyrríki 2. oktober, og síðsti dysturin verður Makedonia fríggjadagin 4. oktober. Ferðalagið verður aftur í Vágum seinnapartin leygardagin 5. oktober, sum er tann dagurin, tá síðsta umfarið í 1. deild verður spælt.
Umframt spælararnar verða í ferðalagnum Bill Jacobsen, venjari, Pætur Clementsen, hjálparvenjari, Heri Olsen, liðleiðari og Fanny Kruse, fysioterapeutur. Ferðaleiðari verður Børge B. Hansen.

Spæla nógv
Bill Jacobsen, venjarin, sigur seg ikki enn vita so nógv um mótstøðuliðini, men hetta fara teir at kanna hesa næstu vikuna. Hann ivast kortini ikki í, at mótstøðan verður ríkiliga stór, og hann roknar við, at bæði Rumenia og Eysturríki hava heilt góð lið. Tá Føroyar í august luttóku í NM kappingini í Svøríki var talan um 4?0 tap ímóti Onglandi og Noregi. Svøríki vann 3?1 á Føroyum, og síðsti dysturin endaði við 1?1 ímóti Danmark, sum kortini vann brotssparkskappingina og harvið endaðu Føroyar aftast í kappingini.
Frá leygarmorgninum og inntil sunnumorgunin verður síðsta venjingarlegan á Svangaskarði. Venjarin ásannar, at tað er torført at fáa kabalina at ganga upp. Dreingirnir, sum eru føddir í 1986 og í 1987, eru nógv upptiknir av dystum í dreingjadeildini og unglingadeildini, og onkrir spæla eisini í vaksnamannadeildunum.
Eru teir væl fyri?
? Stóri spurningurin er altíð, um føroysku spælararnir standa seg likamliga. Tað hevði verið ynskiligt, um føroysku spælararnir vandu meiri, og so er tað aldurin. Á liðunum, sum vit spæla ímóti, eru nógv teir flestu altíð úr eldra árganginum. Hjá okkum er úttøkugrundarlagið ikki so stórt, men hesa ferð eru tað bara tveir, sum eru frá 1987. Hinir eru allir føddir í 1986, sigur Bill Jacobsen.
Sambært kappingarskipanini skuldi síðsta umfarið í dreingjadeildini verið spælt annan leygardag. Men tá fer U?17 landsliðið av landinum. Tí er umfarið flutt fram til nú mikudagin.