Liðkappingin

Liðkappingin í Bridge er byrjað, og nú verður aftur opið hús í Bridge-húsinum hvønn sunnudagin

 

BRIDGE


FM kappingin fyri lið

Fyrsta umfar í FM kappingini fyri lið verður leikt í Bridgehúsinum í Havn vikuskiftið 2. og 3. november.

Í 1.deild leika tey 6 liðini, sum kvalifiseraðu seg í fjør. Hesi vóru:

Allan Dal-Christiansen, Farodane, Símin Lassaberg, Carl Mikkelsen, Hanus Bærentsen og Jóna Grunnveit.

Tað er ikki óvanligt, at lið broyta navn. Liðini bera antin navn eftir liðskipara ella sponsori. Liðið hjá Farodane hevur fingið nýggjan sponsor og eitur nú Junior BussTaxi. Vit frætta seinni, um nakað av hinum liðunum eisini hevur broytt navn.

Til kappingina í 2.deild er frí tilmelding. Í fjør leiktu 8 lið í aðru deild. Tann nýggi kappingarleiðarin hjá FBS, Marjun Restorff, heitir á øll, ið ætla sær at spæla við í liðkappingini komandi vetur, at seta seg í samband við seg á telefon 319142 í seinasta lagi 22. oktober.

Skráin fyri kappingarárið hjá FBS kemur í Sosialin komandi viku, men hon verður eisini at síggja á heimasíðuni hjá Havnar Bridgefelag: www.bridge.fo

Nevndin hjá FBS hevur skipað seg soleiðis:

Mortan Rasmussen, formaður

Carl Mikkelsen, kassameistari

Finn Ougaard, skrivari

Marjun Restorff, kappingarleiðari

Kaj Alstrup


Opið hús sunnudagar

Fyri nøkrum árum síðan var opið hús í Bridgehúsinum sunnudagar við góðari undirtøku. Hetta datt seinni niðurfyri, men nú kemur gongd í aftur. Tað eru Rói á Rógvu Joensen og Johannes Skaarup, sum fyri Bridgehúsið hava sett sær fyri at fáa gongd í aftur hetta tiltakið. Opið hús verður í Bridgehúsinum komandi sunnudag kl. 14.00, og ætlanin er, at folk ongantíð skulu koma til læstar dyr í Bridgehúsinum sunnudag í vetur.


Kollfirðingar í Vági


Suður gevari

Allir í hættu

Norður

Sp 4

Hj K76

Rú K9865

Kl 10954

Vestur Eystur

Sp AK106542 Sp J98

Hj QJ984 Hj A10532

Rú 7 Rú Q

Kl - Kl KJ32

Suður

Sp Q7

Hj -

Rú AJ10432

Kl AQ876


V N E S

- - - 1rú

3rú? 3sp! pass 4kl

pass pass? 4hj 5kl

5hj 5sp? D 6kl

pass pass D pass

pass pass


Tað er Fríðhild Petersen úr Kollafirði, sum situr í Sunnan stólinum. Spælið er frá einari bridgeútferð í Vági, og er sera trupult at melda, serliga um tit ikki eru von at spæla saman. Norður og Suður hava 6rú og 6kl í kortunum við einans 19 hp, og Eystur og Vestur hava 6sp og 6hj í sínum kortum.

Sunnan opnar við 1rú. Hvat skal Vestur melda? Vestur stendur seg best við at melda 1sp inn, men her valdi hann at melda 3rú, sum er Københavner-konventionen og vísir minst 5-5 í báðum teimum hægstu ómeldaðu litunum. Norðan meldar 3sp ? bluff!! Hann veit, at E-V ikki hava spælt saman áður, og roynir at koyra grús í maskinaríið. Eystur visti ikki síni livandi ráð, so hann meldaði bara pass. Sunnan meldar 4kl, sum er natúrligt, og Vestur meldar pass fyri at síggja, hvussu leikur ferð. Norðan meldar pass ? kanska átti hann her at sagt 5kl. Nú kemur loksins Eystur upp í leikin við 4hj. Tá roykurin hevði lagt seg, skuldi Sunnan spæla 6kl, sum Eystan duplaði.

Mótspælið byrjaði við at taka spA og helt fram við hjQ, sum Sunnan trumfaði. Hon trumfaði spQ á borðinum og spældi kl10, sum Eystur dekkaði við dreinginum. Fríðhild fekk fyri klQ, spældi seg út á borðið aftur uppá rúK og klípti allan trumfin burtur úr Eystan. 12 stikk!