Tjóðveldisflokkurin, Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin. Niðurstøðan kann tí verða, at komandi løgmaður fer at verða Heini O. Heinesen, Edmund Joensen, Anfinn Kallsberg ella Jóannes Eidesgaard [...] løgtingsvalið er av. Eins og vit kenna tað úr Danmark verður eitt sonevnt formansumfar, tá valúrslitið er greitt, og fara flokkarnir táat peika tann floksleiðaran, teir halda skal verða løgmaður. Sum kunnugt [...] ins á tingi, men tað verður ikki hann, sum verður løgmaður, um hetta verður litið Fólkaflokkinum í hendi. Sambært veljarakanningunum eru tað fýra flokkar, sum kunnu koma í ta støðu at fáa løgmann: Tjó
einans í fýra vikur, so tað ræður um at bera skjótt at. Lutaseðilin í ár verður ikki sum hini árini; tú sær beinanvegin, um tú hevur vunnið. Á seðilinum er ein lúka at lata upp, og vinnaranummurini standa [...] Keypsamtøku kring alt landið. Virðið á gávukortunum liggur millum 200 kr og 5000 kr. 15.000 seðlar eru prentaðir, og 157 vinningar eru, t.v.s. at meira enn ein av hvørjum 100 seðlum vinnur. Lutaseðilin ein neyðugur [...] ymiskum tiltøkum, sum kosta pening. Hesi tiltøk verða m.a. fíggjað við lutaseðlasøluni. KFUM-skótarnir heita á øll um at taka væl ímóti skótunum, sum koma at selja lutaseðlar kring alt landið.
í høllini, at tú hoyrdi hvørt orð úti á vøllinum ? tað var, sum um tað bert var eitt vanligt venjingarkvøld. Men dysturin taldi, og Neistin hevur framvegis bert eina vón: At vinna á KÍF, tá liðini hittast [...] hvørjar seks minuttir, og tað er sera lítið í einum hondbóltsdysti. Í seinna hálvleiki kom Neistin meira fyri seg, samstundis sum Kyndil ikki rættiliga tímdi at halda á við trýstinum, og tí bleiv úrslitið [...] tí heilt stóru eyðmýkingini, men tað sá als, als ikki gott út eftir fyrsta hálva tíman í dystinum móti Kyndli sunnudagin. Tá hálvleikur var, hevði Kyndil fingið 17 mál og Neistin bert 5. Fimm mál eftir hálvum
istan, og 40 mál í einum dysti má sigast at vera rættiliga nógv. At so 28 mál sum oftast er nóg mikið til at vinna ein dyst, er lítil troyst hjá KÍF. Hvørki KÍF ella Neistin hava útlit fyri at fáa stig [...] teir, og teir mugu bíða til seinasta umfar, tá avgerðin um niðurflytingina helst fellur. Tá spæla Neistin og KÍF í Havn. Eisini í seinasta umfari spæla VÍF og H71 í Vestmanna. Um H71 ætlar sær at gerast [...] gerast føroyameistari, krevur tað hjálp frá øðrum liðum eisini, men um nakar fer at taka stig frá vestmenningum áðrenn tá, er ikki serliga sannlíkt. H71-KÍF 40-28 (17-14) H71: Hans Guðmundsson 9, Andreas F
Neistanum, og so er FM-heitið ivaleyst í pottinum. Men hóast tað sær gott út í løtuni, so vita tey í StÍF, at gamla orðatakið um ikki at selja skinnið, áðrenn bjørnin er skotin, ofta hevur víst seg at halda [...] dyst millum oddaliðið og botnliðið, og tað sást eisini aftur á vøllinum. StÍF fekk beinanvegin yvirvág í dystinum og spældi í løtum eisini sera væl. Stjørnan, sum bert hevur tvey stig og nú alsamt meira líkist [...] vánaligt, men tað tykist, sum um klaksvíkskvinnurnar ikki hava nóg gott sjálvsálit, tá tær spæla móti teimum fremstu liðunum. Komandi sunnudag verður tað Neistin, sum vitjar á Skála, og tað kann gerast ein
tikið seg munandi fram, og møguliga vit tá høvdu hoyrt meira til tær. Tí at tær tora og duga at upptraðka, og tað hevur ikki so lítið at siga! Súsanna Madsen Tað er eingin ivi um, at kollfirðingar eiga ein [...] óheppið, at summir av mannligu áskoðarunum høvdu hug til at sleppa upp á pallin at nerta við genturnar, men hetta tóktist ikki at nerva ensku genturnar. Tær sungu og dansaðu við sama laga, og tað tænir teimum [...] Tað vóru gott og væl fýrahundrað fólk í høllini á Nabb leygarkvøldið, tá ið fyrst Spice Girls Eysturoy, síðan Súsanna Madsen nr. 2 í ársins songrødd og at enda Spice Power skuldu á pallin at undirhalda
hava tað stuttligt, men so skjótt sum vit ikki hava tað stuttligt, fara vit helst at gevast. Hetta arbeiði hevur eins og øll onnur sínar góðu og ringu síðir. Tað góða er, at vit sleppa at dansa og syngja [...] framførslur. Tað eru sum sagt so nógvir av hesum gentubókunum, men tað eru bert nakrar fáir, ið koma út um tað bretska markið. Men tað er øgiliga strævið at ferðast á henda hátt, tað er eins og tú byrt í [...] vóru tað eins nógvar gentur sum dreingir, ið klappaðu. Tað eru vit als ikki vanar við, tí at konufólk mangan øvunda øðrum konufólki.« At enda siga tær, at tær vóna at sleppa aftur til Føroya at upptraðka
Noregi og Íslandi. Kaj Leo Johannesen sigur eisini, at sjálvandi er ymiskt sum kundi verið betur og nevnir tann trupulleika, at ikki alt verður dagført alla tíðina. ? Men har er so øgiliga nógv um at fara [...] databasanum. ? Tað sum er best við hesum databasanum er, at tú sparir tíð. Tú sleppur frá at ringja runt til nógv ymisk støð, fyri at fáa fatur á upplýsingum. ? Tú fært upplýsingar um út- og innflutningshagtøl [...] við bara at skráseta teg, men tú fært atgongd til eina ørgrynnu av upplýsingum. ? Tú kanst siga, at tú skapar kontaktir við at skráseta teg, og teimum kontaktunum kanst tú arbeiða víðari við. Tað kostar
i í Havn, sigur, at tað er javnan, at teir verða boðsendir í sambandi við hússpetakul, men tað var onki hetta vikuskifti. Tað er onki innbrot fráboðað løgregluni hetta vikuskifti, og av kriminaldeildini [...] sigur John Mortensen, at tað hava ikki verið so nógv innbrot í seinastuni. ? Eitt tíðarskeið upp á 3 mánaðar, fram til august mánað, vóru nógv innbrot, og tað vísti seg at verða ein bandi, sum framdi eina [...] somu »klientarnir« sum ganga aftur í hashmálunum, og at tað í høvuðsheitum er í Havn tað fyrikemur. Hann sigur eisini, at tað eftir teirra uppfatan ikki er nakar fyriskipaður innflutningur av sterkum rúsevnum
einari. Tað eru mong sum halda tað! Tað er eisini áhugavert, tá lisið verður í aðrari umsetingini, at kaga í hina fyri at vita, hvussu hin umsetur. Hetta geri m.a. eg og fleiri við mær. Annars er tað vanligt [...] árum síðan ? at geva fólki sínum eina so livandi umseting ? og so málsliga framskygda, at hon enn í dag uppfyllir tey krøv, ið vanligi lesarin setur. Eisini eydnaðist tað honum at fáa hana at liggja so nær [...] kirkjumál og skúlamál, so føroyskt hevði vánalig líkindi, og ikki vóru so góð útlit fyri, at vit fóru at fáa eina bíbliu í bræði, hóast partar av henni vóru umsettir frammanundan. Hesar umstøður ? at so lítið