H71 komið upp á silvurplássið

Hondbóltur: H71 gjørdi 40 mál móti KÍF og fór fram um StÍF

H71 kom upp á 2. pláss á stigatalvuni við at vinna ikki minni enn 40-28 á KÍF leygardagin. Tá so StÍF dagin eftir tapti móti VÍF, skifti silvurplássið eigara.

Sum so ofta fyrr í hesum kappingarárinum megnaðu kollfirðingar at fylgja við stóran part av fyrra hálvleiki, men so skrædnaði.

Allir útispælararnir hjá H71 uttan ein komu á málskjúttaralistan, og 40 mál í einum dysti má sigast at vera rættiliga nógv. At so 28 mál sum oftast er nóg mikið til at vinna ein dyst, er lítil troyst hjá KÍF.

Hvørki KÍF ella Neistin hava útlit fyri at fáa stig frá nøkrum av liðunum omanfyri teir, og teir mugu bíða til seinasta umfar, tá avgerðin um niðurflytingina helst fellur. Tá spæla Neistin og KÍF í Havn.

Eisini í seinasta umfari spæla VÍF og H71 í Vestmanna. Um H71 ætlar sær at gerast føroyameistari, krevur tað hjálp frá øðrum liðum eisini, men um nakar fer at taka stig frá vestmenningum áðrenn tá, er ikki serliga sannlíkt.


H71-KÍF 40-28 (17-14)

H71: Hans Guðmundsson 9, Andreas F. Hansen 7, Finnur Hansson 7, Róaldur Jákupsson 5, Tróndur Vatnhamar 5, Jákup S. Simonsen 3, Annfinn N. Debess 2, Olaf Vestergaard 2.

KÍF: Jóan P. Olsen 8, Eddi Joensen 7, Petur M. Poulsen 4, Vagnur Johannesen 3, Petur M. Johansen 3, Jónálvur Johannesen 2, Finn H. Johannesen 1.

Útvísingar: H71 2, KÍF 5.