Landslutakast hjá KFUM-skótunum

Í dag byrjar lutaseðlasølan hjá KFUM-skótunum

Ein fastur táttur hjá KFUM-skótunum er tann árliga lutaseðlasølan, ið byrjar 24. februar. Selt verður einans í fýra vikur, so tað ræður um at bera skjótt at. Lutaseðilin í ár verður ikki sum hini árini; tú sær beinanvegin, um tú hevur vunnið. Á seðilinum er ein lúka at lata upp, og vinnaranummurini standa á baksíðuni. Vinningarnir eru allir gávukort frá Føroya Keypsamtøku kring alt landið. Virðið á gávukortunum liggur millum 200 kr og 5000 kr. 15.000 seðlar eru prentaðir, og 157 vinningar eru, t.v.s. at meira enn ein av hvørjum 100 seðlum vinnur.


Lutaseðilin ein neyðugur stuðul

Lutaseðlasølan er ein neyðugur stuðul hjá skótunum. Vinningurin av lutaseðlasøluni fer til landsfelagsskapin hjá KFUM-skótunum og til skótabólkarnar kring landið; KFUM-skótarnir hava 12 virknar skótabólkar kring alt landið við 900 limum, sum skipa fyri ymiskum tiltøkum, sum kosta pening. Hesi tiltøk verða m.a. fíggjað við lutaseðlasøluni. KFUM-skótarnir heita á øll um at taka væl ímóti skótunum, sum koma at selja lutaseðlar kring alt landið.