Danmark og øðrum norðanlondum, har einsamallar møður fáa dyggan fíggjarligan og praktiskan stuðul frá tí almenna. Har hugsar ein fyrst og fremst um børnini, um at tey ikki mugu gerast offur og fáa skaða [...] lovaði m.a. bíligari mjólk og skúlamat. Mjólkin er alt ov dýr í Føroyum, og søgurnar um at børn eta góðgæti heldur enn at hava matpakka við í skúla, eru mangar. Hetta er ikki gott og her má vend koma í! Vit [...] mest neyðturviliga so sum mjólk og klæðir í Føroyum ár 2004 fer ikki at bera til. Her má vend koma í. Undan valinum setti Javnaðarflokkurin fokus á korini hjá børnum og barnafamiljum. Flokkurin lovaði
Bæði Vík og Vág lógu spegilsblankar og sólin sá - tað var eins og í sanginum, sum bygdarmaður hennara Bernhard Brim á sinni yrkti. Roðin fór um Nestindar og hvørt fjall skein eins og reyðargull. Og júst sum [...] at gera væl. Og har sampakkaðu hon og Christian sera væl, tí hann er hegnigur og vælgjørdur sum fáur. Tískil er heim teirra fyrimyndarliga væl umsitið. Hon fór eisini sera væl við øllum og røkti sítt heim [...] enn fimmti árum síðan, tá tey gingu í hjúnarlag, og skaptu har eitt fjálgt heim fyri báðar døturnar Kristinbjørg og Jórun. Tey høvdu tað gott saman og Christian hevur verið ein sera góður konumaður í orðsins
friðarligum vikuskiftið í Havnini. Ein fráboðan varð um harðskap fríggjakvøldið, tá tveir mans fóru til hendurs mitt í býnum. Leygarmorgunin vórðu fimm fólk tikin inn fyri at sova rúsin av sær. Leygarkvøldið var [...] in. Men har var bert roykur, ongin grind, sum tikið varð til.Tá stóð betur til í Eysturoynni. Fýra og tjúgu springarar vórðu hildnir til í Syðrugøtu leygardagin. Býtt varð í 82 drápspartar.
áræði og trivnað? Svarið blæsir í vindinum, og bert framtíðin kann geva svarið. Tó eru longu nú tekin í sól og mána til, at broytingar eru á veg og at brátt er einki, sum tað var, tá tær stóru og gomlu [...] føroyska vinnulívinum. Hetta rák merkir, at stórar og týðandi føroyskar fyritøkur fara á útlendskar hendur. Hetta rák er vælkent uttanlands, har fyritøkur og virki støðugt skifta ánara. Seinastu árini hava [...] Her eru vit við nakað áhugavert og kanska við nakað, sum er sermerkt og øðrvísið við Føroyum. Føroyar eru helst eitt sindur øðrvísið við tað, at nógvar av teimum gomlu og sera vælkonsolideraðu fyritøkunum
tað kann vera, og vit síggja hetta í sjónvarpinum, so eigur tað at fáa avleiðingar. Sita vit bara hendur í favn, sum um einki var hent, so senda vit signalir um, at hetta er í lagi, og tað er tað altso [...] skifast, men tað vita vit jú av, at teir ikki megna her og nú. Sumbingar vóru tá eisini byrjaðir at reinsa vøllin, og tað arbeiðið vóru vit nøgdir við, og bóðu teir halda fram við hesum. Trupulleikin var so [...] fótbóltur skal betrast. Og sum kappingarstjóri hevur hann sum so eisini møguleika at gera nakað við summar av hesum lutunum. - Nú havi eg sjálvur spælt fótbólt í nógv ár. Og av og á, so verður diskutera
smáum stavum á somu lýsing stendur so, at umframt koma ferðaavgjøld og avgreiðslugjøld, sum kundin sjálvandi eisini skal gjalda. Og tað er ymiskt, alt eftir, hvar í Danmark ein ætlar at lenda. Er talan [...] fer framvið, løgd aftur at tí prísinum, sum tey síggja í ferðini, og sum kanska beinleiðis fær tey til at biða um ein ferðaseðil. Undrast og argast Av ferðaskrivstovum, sum Sosialurin hevur tosað við, verður [...] tá tey koma at heinta ein ferðaseðil, tey hava biðið um, og fáa at vita prísin, tey skulu gjalda. Her verður jú næstan ein helvt løgd afturat. Og hesum hava tey ikki gáað eftir, tí tað hevur verið lýst
batnað alla tíðina og tað vildi verið spell at avhenda farmaflutningin aftur- og tað harafturat á tær somu útlendsku hendur. Óli Hammer sigur, at Smyril Line hevur havt framgongd og hann hevur rættiliga [...] hava eisini hesi seinastu árini megnað at fingið bæði flutning av ferðafólki og av farmi á føroyskar hendur, bæði á sjónum og í luftini. ? Tá ið vit settu Smyril Line á stovn, var tað tí, at vit hildu, [...] Føroyar og umheimin á egnum hondum, fáa vit skipa hann eftir okkara egna tørvi. Lata vit hann upp í hendurnar á øðrum, er tað ikki vist, at hann hevði verið skipaður, sum vit vilja hava hann og tað er ein
skattalætta og einum virknum almennum íløgupolitikki ætlar samgongan at tryggja, at arbeiði framhaldandi verður til allar hendur í landinum. Karsten Hansen var fíggjarmálaráðharri í hálvt sætta ár, og framsøgumaður [...] lítið um fíggjarpolitikkin hjá Bárði Nielsen og samgonguni. Eingin kreppa. ?Vit eru ikki komin í nakra veruliga mótgongd enn, sum minnir um eina kreppu, og tí er tað ikki ábyrgdarfult, at samgongan aftur [...] Degi og viku á, at komandi fíggjarár verða slakar 100 mió. krónur fleiri til íløgur í Føroyum, tí Smyril er liðugur. Árliga játtanin til Smyril seinnu árini skal nú nýtast til íløgur í Føroyum, og hesum
Gluggaglæma er at kalla eitt framhald av tiltakinum Hendur og Hugflog, sum plagdi vera í ítróttarhøllini á Hálsi. Tað vóru eisini tær báðar Jónhild Johannesen og Randi Vang, ið stóðu fyri tí tiltakinum. ? Gluggaglæma [...] a er ein sjálvstøðug verkætlan, ein avloysari fyri Hendur og Hugflog. Men hetta er nakað øðrvísi, greiðir Randi Vang frá. Jónhild tekur um endan, og sigur, at tá tiltakið var á Hálsi, vóru allir luttakarar [...] eina kapping í bundnaturrikløðum og sjalum. Kappingin var útskrivað í januar og freistin var úti um hálvan august. ? Hetta er eitt evni, sum bæði er modernað og søguligt, og sum nógv spennandi kann koma burturúr
Umframt at jagstra tey fólk, ið selja og nýta piratkort, er samtakið eisini á vitjan hjá teimum, ið selja lóglig kort og útgerð til móttøku av rásunum hjá Canal Digital og Viasat. Hetta verður gjørt millum [...] æddir, sum Canal Digital og Viasat ikki fáa hendur á, tí at fólk velja at keypa piratkort. Sum dømi nevnir hann, at størsti fongurin hjá STOP í fjør. Tá var ein dani tikin og skuldsettur fyri at hava selt [...] størstu veitararnir av gjaldsrásum, Canal Digital og Viasat, í felag sett á stovn samtakið STOP, sum hevur til endamál at finna fram til tey fólk, ið bæði selja og nýta áðurnevndu piratkort. Kunningarstjórin