Sagt verður frá einum lutvíst friðarligum vikuskiftið í Havnini. Ein fráboðan varð um harðskap fríggjakvøldið, tá tveir mans fóru til hendurs mitt í býnum.
Leygarmorgunin vórðu fimm fólk tikin inn fyri at sova rúsin av sær. Leygarkvøldið var friðarligt. Tað kom tó ein hóttan um sjálvmorðsroynd
Boðað varð frá grind í Kvívík sunnudagin, tá onkur helt seg síggja ein grindaflokk við vágatunnilsmunnan vágoyarmegin. Men har var bert roykur, ongin grind, sum tikið varð til.Tá stóð betur til í Eysturoynni. Fýra og tjúgu springarar vórðu hildnir til í Syðrugøtu leygardagin. Býtt varð í 82 drápspartar.