Jagstra piratkort í Føroyum

Í hesum døgum eru fólk frá danska samtakinum STOP í Føroyum, har tey leita eftir teimum, ið selja piratkort, ið eru ólóglig kort til móttøku av útlendskum sjónvarpsrásum.

Tað er eingin loyna, at nógvir føroyingar nýta tey sonevndu piratkortini til tess at síggja útlendskar sjónvarpsrásir. Hesi piratkort eru kort, ið fólk hava keypt frá privatfólki, sum hava ólógligani hava gjørt hesi kort. Piratkortini eru væl bíligari enn tey lógligu kortini, ið einans fáast til keyps frá góðkendum forhandlarum hjá útlendsku veitarunum.

Nógv at fara eftir
Í Danmark hava størstu veitararnir av gjaldsrásum, Canal Digital og Viasat, í felag sett á stovn samtakið STOP, sum hevur til endamál at finna fram til tey fólk, ið bæði selja og nýta áðurnevndu piratkort. Kunningarstjórin hjá Viasat, ið hevur rásirnar TV3, 3+, Viasat Sport og aðrar, Niels Jørgen Langkilde, váttar, at fólk hjá STOP í løtuni eru í Føroyum og royna at fáa fatur á teimum, ið fremja áðurnevndu lógarbrot.
- Tað er rætt, at vit í løtuni hava fólk í Føroyum, og eg kann siga so mikið sum, at vit hava ógvuliga nógv og heit spor at ganga eftir, sigur Niels Jørgen Langkilde. Tó sigur kunningarstjórin hjá Viasat, at Føroyar einki serdømi er í so máta, tí tað tykist ikki sum um, at piratkortini eru meiri vanlig her enn í grannalondunum, sigur hann.
Niels Jørgen Langkilde sigur, at STOP hevur tvey endamál við vitjanini í Føroyum. Umframt at jagstra tey fólk, ið selja og nýta piratkort, er samtakið eisini á vitjan hjá teimum, ið selja lóglig kort og útgerð til móttøku av rásunum hjá Canal Digital og Viasat. Hetta verður gjørt millum annað við tí fyri eyga, at tosast kann um, hvussu tann tekniski parturin við móttøku av signalinum frá Canal Digital og Viasat riggar í Føroyum, sigur Niels Jørgen Langkilde.

Stórur trupulleiki
Tað eru ikki smávegis upphæddir, ið fyritøkurnar aftan fyri STOP, missa orsaka av piratkortunum. Niels Jørgen Langkilde sigur, at talan er um risa milliónaupphæddir, sum Canal Digital og Viasat ikki fáa hendur á, tí at fólk velja at keypa piratkort. Sum dømi nevnir hann, at størsti fongurin hjá STOP í fjør. Tá var ein dani tikin og skuldsettur fyri at hava selt ikki færri enn 2,7 milliónir piratkort til fólk ymsastaðnis í Europa. Havandi í huga at tey lógligu kortini vanliga kosta nakrar túsund krónur, er lætt at rokna út, at hesin danin hevur selt piratkort fyri óhugnaliga nógvar pengar samanlagt.
Kunningarstjórin hjá Viasat vísir eisini á, at í Danmark eru nógv dømir um, at fólk, ið hava fingist við piratkort eru komin rættuliga illa fyri. Til dømis nevnir hann, at tað seinnu árini hevur víst seg, at nógvir skipaðir brotsmenn eru farnir at selja piratkort. Fólk, ið hava keypt einaferð frá hesum monnum, verða síðani hótt til at blíva við at keypa, tí annars fer okkurt ódámligt at henda teimum, greiðir Niels Jørgen Langkilde frá. - Tað vísir seg eisini, at í fleiri av grannalondum okkara eru rokkarar farnir undir at selja piratkort, og fólk eru komin heilt illa fyri av hesum, sigur kunningarstjórin hjá Viasat.

Nýggj skipan skal steðga trupulleikanum
Í eini roynd at steðga trupulleikanum við piratkortunum hava fyritøkurnar aftan fyri samtakið STOP nú brúkt eina stóra milliónaupphædd upp á at fáa eina nýggja koduskipan, ið skal forða fyri, at tað ber til hjá privatfólki at framleiða nógv umrøddu piratkortini. Niels Jørgen Langkilde sigur seg bæði vóna og vænta, at hetta fer at verða við til, at piratkortini fara í søgubókina. - Hendan koduskipanin er so mikið framkomin, at eg illa dugi at ímynda mær, at tað fer at bera til at "knekka" koduna, sigur Niels Jørgen Langkilde at enda.