vandin ikki, at spælararnir troyttast av at vera í gongd allan veturin eisini? ? Tað nýtast teir ikki, tí spælararnir eru so nógvir í tali, at tað lættliga hevði latið seg gjørt at skift um at farið til kappingar [...] hugsast, at tá pengar koma uppí spælið, verður tað ein treyt. Hvussu kundi tú hugsa tær at ein vetrarkapping skuldi skipast? ? Tá vit skipaðu fyri fyrstu innandurakappingini í Vági, var hugskotið, at kappingin [...] verið framúr gott fyri fótbóltin, um tað hevði latið seg gjørt at havt eina slíka kapping um veturin. Skulu vit menna okkum enn meiri í fótbóltsspælinum, mugu vit koma burturfrá, at spælararnir liggja
eina innandurakapping fyri landslið. Í vár skulu tilmeldingarnar gerast og næsta vetur verður so fyrsta kappingin av hesum slagi. Ein treyt fyri at vera við í hesi kapping er, at londini hava eina heimliga [...] gingið innan FSF, men longur er ikki komið í hesum málið. Áhugin fyri innandurakappingum í fótbólti er vaksandi uttanlands. Eitt nú skipar DBU fyri fyrstu DM-kappingini nú í vetur. Eisini europeiska fótbólt [...] við. Kappingin hjá UEFA er uttan iva við til at skunda undir eina vetrarkapping í Føroyum eisini, tí tað er avgjørt áhugin hjá FSF og landsliðsvenjaranum, at føroysku landsliðsspælararnir eru í gongd um
EB/Streymur í 1. deild og fyri tveimum árum síðani vóru teir nær við at vinna uppflyting. Kent sviðan av kappingini Ein trupulleiki sum EB/Streymur hevur at stríðast við er, at hini feløgini í Eysturoynni [...] fótbóltin, brennur hjartað eisini fyri hondbóltinum og í løtuni er Sverri venjari hjá Kyndli. Fyrsta tíðina eftir at hann tekur við sum venjari í EB/Streymi kemur hann sostatt at venja bæði eitt 1. deildarlið [...] hetta sum ger, at afturat Sverra verður eisini Magnus á Stongum knýttur at mansliðunum hjá EB/Streymi sum hjálparvenjari. Í fjør kláraði EB/Streymur við Harry Benjaminssen sum venjari júst at halda liðið
Ein ikki so lítil partur. Eg eri fegin um at hava lært teg at kent, at hava havt teg sum vinmann. Frá í fyrstuni at vera stjórin, so gekk skjótt tann vegin, at tú eisini gjørdist vinur. Ein rættur vinur [...] hevði so nógv at liva fyri. Illa ber til at leita eftir eini meining við deyðanum. Vit menniskju skilja hann ikki. Vit bert merkja hansara køldu hond og vita, hvussu svárur hann er fyri okkum. Vit mugu [...] fánýtis, og tín góða ávirkan fer at koma fram fyri okkum, tá brúk er fyri henni. Títt arbeiðspláss, sum tú gavst so nógv, er sært og skelkað av missinum, men vit fara at minnast teg á leiðini fram. Hóast
Danmark og Føroyum, at fylgja við og greiða frá niðurstøðuni. Eisini Sosialurin fer at hava fólk í Keypmannahavn, samstundis sum fólk verður í blaðhúsinum á Argjum um vikuskiftið. Ætlanin er, at tíðindi alla [...] lesarum, bæði burturi og heima, at seta seg í samband við blaðið. Tað verið seg um telefon, Internet ella við at støkka inn á gólvið. Blaðstjórnin í Keypmannahavn fer at halda til í hølunum hjá Tryggin [...] hjá Sosialinum tey vanligu. Tað er stórur áhugi fyri úrslitinum av kanningini. Ein danskur serfrøðingur, sum Sosialurin fer at fáa viðmerkingar frá, sigur, at nógvir norðurlendskir fjølmiðlar, bæði danskir
altíð at vera stand-by, at hava eyguni við trafikkinum í umráðnum. ? Tað er ógvuliga nógvur trafikkur í Norðsjónum, og vit skulu ansa eftir, at eingin kemur ov nær oljuboripallunum. So har er nógv at hava [...] fjórðingar frá boripallunum, men at teir ofta eru »nær stand-by«. Tað vil siga, at teir fara nærri, og hetta skulu teir hvørja ferð til dømis at eitt supply skip kemur til pallin, ella hvørja ferð ein tyrla [...] tað, at vit hava lutfalsliga nógva frítíð. Fýra vikur umborð og síðani fýra vikur heima, sigur Absalon við Sosialin. Sjálvandi kann onkuntíð vera eitt sindur baldrut á vetrartíð, tí ikki ber til at fara
av Margrethu. Samstundis kannaðu hollendsku umboðini møguleikan fyri at fáa føroyskar sjómenn at manna skipini, og úrslitið er higartil, at føroysk manning er umborð á 5 av skipunum hjá hollendska reiðarínum [...] Torleif Mikkelsen, stjóri á Tor Shipping sigur, at áhugin fyri hýru umborð á stand-by skipunum tykist vera stórur. Hann metir, at fleiri føroyingar nýta høvið at kunna seg við oljuvinnuna á henda hátt. Stórur [...] Mikkelsen sigur, at teir alt meiri eru farnir yvir til at hava manning av sama tjóðskapi umborð á skipunum. Hetta vísir seg at minka um vanlukkuprosentið. Tað sigur nakað um áhugan millum føroyingar at fara við
útsett ov leingi, so kemur hon at órógva próvtøkuna. Annað er, at ávís lesiætlan er løgd fyri hvørja lærugrein. Hesa lesiætlan er ein noyddur at hava verið ígjøgnum fyri at klára seg til próvtøkuna. Spurningurin [...] Tað kemur als ikki at bera til. Vit eru eisini bangin fyri, at um flokkarnir á Kambsdali verða lagdir saman, so at næmingatalið verður 28, so kunnu vit vænta okkum, at hetta fer at verða gjørt aftur næsta [...] góða viku eiga vit at fáa útflýggjaða uppgávuorðingina til høvuðsuppgávu okkara. Høvuðsuppgávan eigur at verða løgd til rættis í samráð við ávísan lærara, ið ein hevur valt sær til at vera vegleiðara. Orsakað
Roknifeilurin ger, at skúlin fer ikki at megna at halda sína játtan. Skjótasta, einfaldasta og rættasta loysnin hevði verið, at landsstýrismaðurin tók í egnan barm og syrgdi fyri, at mistakið varð rættað [...] lærara (YF) um, at næmingatalið í einum studentaskúla? og HF flokki vanliga ikki eigur at fara upp um 24. Gjaldið, sum YF rindaði fyri semjuna, var, at limir felagsins gingu við til at halda frí frá arbeiði [...] YF at gera, tí støðan hjá landskassanum var so vánalig. Tað er komið fyri, at næmingatalið hevur verið 25 í onkrum valbólkum, og hetta hevur felagið víst stórsinni yvirfyri. At YF ikki góðtekur, at tað
sømdir frá norðmonnum, at vit eiga heilt avgjørt at gera okkurt fyri at noyða teir at geva okkum betri sømdir, sigur Jákup Sólstein, Og hann heldur, at vit hava ta besta vápnið av øllum at leggja norðmenn undir [...] Joensen sigur, at norðmenn hava altíð verið ótrúliga kargir ímóti okkum føroyingum, og hann heldur avgjørt, at teir hava brúk fyri at fáa eitt mótspæl. Tí heldur hann, at tað er púra beint at víðka samstarvið [...] ið hann mælir til at føroyingar skulu brúka oljuna at leggja norðmenn undir trýst. Í Sosialinum í gjár var Jákup Sólstein so argur inn á norðmenn, at hann helt, at føroyingar nú áttu at seta hart ímóti hørðum