Hvussu við heimildunum hjá landsstýrismanninum ?

Tað er sagt fleiri ferðir, men vit kunnu endurtaka tað eina ferð afturat: verkfall er á studentaskúlunum og HF skeiðunum, tí Føroya Landsstýri vil ikki góðtaka eina skrivliga semju, dagfest 25. september 1992

Tað er sagt fleiri ferðir, men vit kunnu endurtaka tað eina ferð afturat: verkfall er á studentaskúlunum og HF skeiðunum, tí Føroya Landsstýri vil ikki góðtaka eina skrivliga semju, dagfest 25. september 1992, ímillum Landsskúlafyrisitingina og Yrkisfelag Studentaskúla? og HF lærara (YF) um, at næmingatalið í einum studentaskúla? og HF flokki vanliga ikki eigur at fara upp um 24.

Gjaldið, sum YF rindaði fyri semjuna, var, at limir felagsins gingu við til at halda frí frá arbeiði í eina viku uttan løn í 1992. Tað vildi landsstýrið hava YF at gera, tí støðan hjá landskassanum var so vánalig.

Tað er komið fyri, at næmingatalið hevur verið 25 í onkrum valbólkum, og hetta hevur felagið víst stórsinni yvirfyri.

At YF ikki góðtekur, at tað síðsta dagin fyri jólafrítíðina varð kravt av rektaranum, at hann á nýggjárinum skuldi leggja tveir flokkar saman, átti ikki at komið óvart á myndugleikarnar, tí tað er sera ivasamt, um tað er heimild fyri samanleggingini.

Í Studentaskúlakunngerðini frá 17. juli 1996, ið núverandi landsstýrismaður í skúlamálum sjálvur hevur undirskrivað, verður í grein 12 sagt, hvat minsta pultstímatal í einum skúla skal vera. Eftir útrokning sambært kunngerðini skal minsta pultstímatalið í studentaskúlanum í Kambsdali í hesum skúlaárinum vera 523, og í løtuni er tað 524. Altso er skúlin á minimumsmarkinum, hvat tímum viðvíkur, sjálvt um tað bara eru fjúrtan næmingar í tveimum av 1. flokkunum.

Tað er eisini ein spurningur, um omanfyri nevnda kunngerð heimilar, at flokkar verða samanlagdir mitt í einum skúlaári. Flokkatalið fyri nýggja skúlaárið verður ásett, tá upptøkan av næmingum er liðug um hálvan apríl. Í grein 12 í kunngerðini verður sagt, at tímatalið fyri komandi skúlaár kann ikki verða minkað eftir 15. apríl, og harvið má avleiðingin vera, at tað eftir henda dag ikki eigur at bera til at minka flokkatalið.

Í tíðindaskrivinum, sum landsstýrismaðurin sendi út, eftir at samráðingarnar slitnaðu sunnunáttina, verður sagt, at avleiðingin av ikki at leggja flokkarnar saman hevði verið, at millum 25 og 50 næmingar færri høvdu verið tiknir upp nú í vár. Tey, sum ætla sær at søkja inn á studentaskúlarnar og HF skeiðini, skulu vera púra rólig. Sami maður, sum kemur við hesi hóttanini, bar uppskotið til lóg fyri studentaskúlar við meira niðan í tingið. Í grein 8 í lógini stendur millum annað, at umsøkjarar, ið lúka upptøkukrøvini, skulu verða tiknir upp.

Skúlin í Eysturoy man vera eitt av teimum almennu rakstrarstøðunum, sum best hevur megnað at hildið seg innan fyri teir karmar, sum á hvørjum ári hava verið ásettir í fíggjarlógini. Onkuntíð hevur verið tikið til hetta í fíggjarlógarorðaskiftum. Nú hevur fyrisitingin roknað skeivt, tí teir hava ikki gáað eftir einari gott fimm ára gamlari semju. Roknifeilurin ger, at skúlin fer ikki at megna at halda sína játtan. Skjótasta, einfaldasta og rættasta loysnin hevði verið, at landsstýrismaðurin tók í egnan barm og syrgdi fyri, at mistakið varð rættað beinanvegin, soleiðis at næmingarnir kunnu fara í skúla aftur í morgin.

At tað er sera ivasamt, um tað er nøkur heimild fyri samanleggingini av flokkum, átti at skundað undir landsstýrismannin.


13. januar 1998