Tá úrslitið av teirri stóru bankakanningini, sum fólk hava bíðað so spent eftir, verður almannakunngjørt seinnapartin fríggjadagin, fer øll pressan, bæði í Danmark og Føroyum, at fylgja við og greiða frá niðurstøðuni.
Eisini Sosialurin fer at hava fólk í Keypmannahavn, samstundis sum fólk verður í blaðhúsinum á Argjum um vikuskiftið. Ætlanin er, at tíðindi alla tíðina skulu skrivast og dagfestast á Internetsosialinum, so hvørt, tey koma. Møguligt verður eisini hjá lesarum, bæði burturi og heima, at seta seg í samband við blaðið. Tað verið seg um telefon, Internet ella við at støkka inn á gólvið.
Blaðstjórnin í Keypmannahavn fer at halda til í hølunum hjá Tryggingarsambandinum Føroyum, sum eru í Føroysku Viðskiftastovuni í Hovedvagtsgade 8 II beint við Kongens Nytorv í Keypmannahavn. Telefonnummarið í Keypmannahavn verður :
40 30 04 26
Til ber eisini at koma í samband við Sosialin í Keypmannahavn yvir telefaksið hjá Føroysku Viðskiftastovuni, sum hevur nr.:
33 93 85 75
Blaðstjórnin í Keypmannahavn verður opin frá hósdegnum, eftir at flogfarið hjá Atlantsflog er komið til Keypmannahavnar seinnapartin, yvir vikuskiftið og mánadagin fyrrapart.
Annars eru adressa og telefonnummar hjá Sosialinum tey vanligu.
Tað er stórur áhugi fyri úrslitinum av kanningini.
Ein danskur serfrøðingur, sum Sosialurin fer at fáa viðmerkingar frá, sigur, at nógvir norðurlendskir fjølmiðlar, bæði danskir, svenskir og norskir hava vent sær til hansara at fáa upplýsingar um málið. Bæði um gongdina higartil, og um, hvussu verður, eftir at úrslitið er greitt.