Ongar ítøkiligar ætlanir um vetrarkapping

Fótbóltur: UEFA skipar næsta vetur fyri síni fyrstu innandurakapping fyri landslið

Skal ein landsumfatandi fótbóltskapping fyriskipast um veturin er neyðugt, at Fótbóltssamband Føroya kemur uppí og samskipar eina slíka kapping.

Men í FSF eru í løtuni ongar ítøkiligar ætlanir um hetta. Tankar hava verið frammi um eina slíka kapping, og prátið hevur sum vera man eisini gingið innan FSF, men longur er ikki komið í hesum málið.

Áhugin fyri innandurakappingum í fótbólti er vaksandi uttanlands. Eitt nú skipar DBU fyri fyrstu DM-kappingini nú í vetur.

Eisini europeiska fótbóltssamgongan UEFA hevur nú tikið stig til eina innandurakapping fyri landslið.

Í vár skulu tilmeldingarnar gerast og næsta vetur verður so fyrsta kappingin av hesum slagi. Ein treyt fyri at vera við í hesi kapping er, at londini hava eina heimliga kapping í innandurafótbólti, og tí kunnu Føroyar sum er ikki vera við.

Kappingin hjá UEFA er uttan iva við til at skunda undir eina vetrarkapping í Føroyum eisini, tí tað er avgjørt áhugin hjá FSF og landsliðsvenjaranum, at føroysku landsliðsspælararnir eru í gongd um veturin eisini.