Í fjør heyst vóru umboð fyri hollendska reiðaríið, TELCO MARINE, í Føroyum, og við stuttum millumbili keyptu teir trý føroysk fiskiskip. Talan er um Skorðaberg, Froyð og Margrethu. Teir báðir fyrst nevndu eru farnir í vinnu sum stand-by skip, meðan síðsta hond í løtuni verður løgd á umbyggingina av Margrethu.
Samstundis kannaðu hollendsku umboðini møguleikan fyri at fáa føroyskar sjómenn at manna skipini, og úrslitið er higartil, at føroysk manning er umborð á 5 av skipunum hjá hollendska reiðarínum.
Tað er Tor Shipping, ið umboðar hollendska reiðaríið. Torleif Mikkelsen, stjóri á Tor Shipping sigur, at áhugin fyri hýru umborð á stand-by skipunum tykist vera stórur. Hann metir, at fleiri føroyingar nýta høvið at kunna seg við oljuvinnuna á henda hátt.
Stórur áhugi
millum føroyingar
Hollendska reiðaríið er stórt. Teir hava eini 60 skip tilsamans, harav eini 25-30 eru stand-by skip í Norðsjónum.
Torleif Mikkelsen sigur, at teir alt meiri eru farnir yvir til at hava manning av sama tjóðskapi umborð á skipunum. Hetta vísir seg at minka um vanlukkuprosentið.
Tað sigur nakað um áhugan millum føroyingar at fara við hesum stand-by skipum, at manningin á 5 skipum í dag er føroysk burturav. 7 mans eru við hvørjum skipi, og teir eru umborð og heima í ávikavist 4 vikur í senn. Sostatt er talan um dupulta manning, ella tilsamans 70 føroyingar, ið eru við hollendsku skipunum.
Tað er móðurfyritøkan VROON, ið eigur TELCO MARINE, og teir hava stovnað eitt felag í Føroyum, BOS-FAROE (Breskens Off-Shore). Tað er hetta felag, ið setur í starv føroysku manningarnar.