hava verið í dag, og har skuldu tvey av toppliðunum, KÍ og B36, royna at halda fast í góðu støðuni við leiklutum sum favorittar ímóti ávikavist EB/Streymi og AB. Hetta megnaðu tey bæði, og tískil hevur tað [...] leiklok og skoraði til 4-0. Hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið, og við einum sannførandi avriki og 4-0-sigri heldur KÍ fast um oddasessin í Betrideildini. Í Gundadali hevði B36 vitjan av AB, og har livdi [...] tað framhaldandi hug at klovna ímillum topp og botn í Betrideildini. Heima í Klaksvík setti KÍ seg tíðliga á dystin ímóti EB/Streymi, og hóast nakrar stórar málmøguleikar, so tók eina løtu hjá oddaliðnum
við Almannamálaráðnum og Nærverk beinanvegin í vár fór undir at kanna, hvussu vit kundu fremja neyðugu tillagingar á almannaøkinum. Sjálv haldi eg, at vit arbeiddu væl og skjótt, og longu áðrenn summarferiuna [...] at vera hørð og drúgv, áðrenn vit funnu eina semju. Mítt upplegg var í fleiri lutum. Har ímillum, at búfólk vórðu flutt úr teimum illa hóskandi plássunum í eldrarøktini og í meira hóskandi og virðilig heim [...] mínar samgongufelagar um, og mín vón var, at vit við neyvari og virðiligari viðgerð funnu eina semju – eitt politiskt kompromis, sum tað verður rópt. Men soleiðis var ikki og eg harmist um, at vit ongantíð
sum neyðuga yvirskotið og betru disciplinina í spælinum, tá mest stóð á. Tvær ferðir komu teir eisini livandi ígjøgnum fýra móti seks støður á vøllinum, og hóast Tróndur Kragesteen og Áki Mørk royndu at skjóta [...] Olsen og Agnar Joensen somikið gott pláss í hinum endanum, at uppgávan gjørdist mest sum vónleys. Og hon gjørdist púrasta vónleys seinastu fimm minuttirnar. VÍF fór í einum høggi upp á 28-26, og tá Tróndur [...] renna heim. Og so kundi VÍF veruliga dusa sær seinastu løtuna, har sigurin gjørdist til hálvan stórsigur. Aftur á slóðina Tað var fyrst og fremst við grundleggjandi dygdum sum stríðsvilja og kollektivari
a einamest hevur staðið millum B68 og B71. B68 var annars stórfavorittur til hetta undan kappingarárinum, men sandoyingarnir hava víst seg at hanga í alla tíðina, og leygardagin sluppu teir loksin heilt [...] ongan tíð nakar ivi um, hvønn vegin dysturin skuldi fara, og við einum 5-0 sigri staðfestu sandoyingarnir, at teir eru ikki lættir at fáast við. Og ikki minst, so mundi tað gera lagið enn betri, at Jónsvein [...] størsta partin av árinum. Og lagið skuldi gerast enn betri hjá sandoyingunum, tá tað stóð greitt, at toftamenn høvdu mist stig í Hvalba. Royn hevur annars fingið millum lítið og einki burtur úr síðani tey
uppgerðini var støðan tann, at liðið mátti vera Svein Justinussen fyriuttan, og eftir at Marian Cirloganescu varð borin av vøllinum, og Mihai Marinescu síðani fekk reytt kort, stóð greitt, at tað fór at verða [...] burturúr. Teir vunnu seg upp á javnt, og teir hóttu við at fara framvið, men hetta seinasta eydnaðist teimum ongantíð. Kollfirðingar høvdu alla tíðina meira eftir í sær, og teir megnaðu alla tíðina at geva [...] skump afturat, tá støðurnar gjørdust ov spentar, og tá teir av álvara settu trumf á seinastu løtuna, var ikki stórt meira hjá StÍF at gera. Koppaði talvuni Og einki er at taka seg aftur í, at sigurin hjá KÍF
fáa góða rentu á samansparingarkontum, og hetta sæst aftur í innlánsvøkstrinum, ið er 15% samanborin við 2023. Bæði húsarhald og fyritøkur eru sum heild væl fyri, og sunna fíggjarstøðan sæst aftur í okkara [...] hækkaðu úr 2,6 mia. kr. í 2023 til 2,7 mia. kr. Innlánini hækkaðu úr 8,7 mia. kr. í 2023 til 10 mia. kr. Leiðslan væntar, at nettoúrslitið fyri 2025 verður millum 210 og 240 mió. kr. [...] óvissu, minkandi inflatión og lækkandi rentum. Fyri Føroya Banka-samtakið var árið eisini merkt av góðum úrslitum, ið stava frá útlánsvøkstri, góðum virðisbrævaavkasti og øktum virksemi á íløguøkinum
Pussifelluna og øvuta kúvingin«, og tað er Guðrun Gaard, ið hevur skrivað. Søgan er um smágentuna Guðrun, sum er forvitin og droymandi. Á veg heim ígjøgnum gøturnar í Havn, fara Oscar og Guðrun inn í [...] seinast Margreta og mjólkin, sum Bókadeildin gav út í fjør. »Um svidnu Pussifelluna og øvuta kúvingin« er 34 síður innbundin og kostar 95 krónur í bókabúðunum. Hon hóskar væl til tey 3 til 7 ára gomlu. [...] Gaard er cand. mag í norðurlendskum bókmentum og starvast sum lærari í Hoydølum. Hon hevur áður skrivað og teknað tríggjar bøkur um vættraparið Snøkil og Snáku. Eisini hevur hon skrivað plantubókina, Brobber
2002". Tað verður ein tann stórsta kappingin fyri børn, ið hevur verið í Føroyum, og aldursbólkurin, kappingin er ætlað, er 7-14 ár. Tilfarið, sum sungið verður, er alt á føroyskum. Tað ber til hjá áhugaðum [...] áhugaðum at geva teirra boð uppá, hvørji løg skulu verða við í kappingini "BARNAPRIX2002" Sí bløðini og www.barnaprix.fo í august. Byrjað verður í Badmintonhøllini í Havn, sum er fyrsta undankapping av sjey [...] nikki v. m. James Olsen stendur fyri hesum tiltakinum. Vinnarin av kappingini fær eina peningagávu og sleppur saman við hinum finalistunum á fløgu, sum kemur út til jólar. Tey, ið luttaka í kappingini
? Eg eri giftur. 4. Giftur við? Eg eri giftur við Randi. 5. Besti matur? Ræst kjøt og súpan. 6. Besti drykkur? Te! 7. Starv? Eg eri elektrikari. 8. Hvør er tín favoritt Fót-bóltsspælari? Zinedine Zidane [...] eftir, vit manglaðu bara javnleik, men taptu síðsta dystin. 16. Størsta ynski? At vinna greip-una, og so kann eg gevast. 17.Ert tú nøgdur við tína tíð í Gí? Ja, absolutt! 18.Hví ert tú nøgdur? Tí eg havi [...] afturat ætlar tú at spæla fótbólt? Eg taki eitt ár á gangin. 22.Hvat heldur tú um, at føroysk feløg keypa og selja spælarar? Tað er í ordan! 23. Hvør verður føroyameistari í ár 2000? GÍ ? Vónandi!
ongantíð upp at koyra, og serliga fyrst í seinna hálvleiki gekk illa, har FIF økti um munin til 8 mál. Móti endanum gekk betur og Føroyar fekk minka um munin, sum tó bleiv til 7 mál. Ari Rouch 6, Leif [...] spælið gott, og eina løtu var Føroyar á odda vid 5 málum, men tá fyrsti hálvleikur var liðugur var munurin minkaður til 2 mál. Eftir hálvleiksstegðin gekk byrjaðnin í seinni hálvleiki sera gott, og við bæði [...] bæði góðum kontraáleypum og góðum málmannsspæli øktist munurin til 4-5 móti endanum av hálvleikinum. Ajax fekk tó fóta sær og kom afturíaftur - men tó ikki nokk til, at sigurin var í vanda. Dystuin endaði