Svara so!

Spurningar til Jan Guttesen

1. Navn?

Jan Andrew Guttesen


2. Nær ert tú føddur?

5. mai 1975


3. Ert tú giftur ella trúlovaður?

Eg eri trúlovaður.


4. Við hvørjum?

Við Báru Sólheim Hansen


5. Besti matur?

Allur føroyskur matur.


6. Besti drykkur?

Sisu.


7. Starv? Skrivustovulærningur hjá Svend Krossstein.


8. Hvør er tín favoritt fótbóltsspælari?

Tað eru so nógvir, men eg sigi bara Michael Owen.


9. Størsti veikleiki?

Eg havi ringt minnið og eri sløvur.


10. Besti persónligi eginleiki?

Eg eri lærinemmur.


11. Frítíðarítriv?

Tónleik


12. Best í sjónvarpinum? Enskur fótbóltur.


13. Hvør er tín fyrimynd? Foreldrini.

Hví?

Tí tey hava uppalt meg væl.


14. Størsta uppliving?

FM í 1997


15. Størsta vónbrot? Steypafinalan í ár (eg bleiv skaddur í 1. minutti).


16. Størsta ynski?

At vinna greipuna og at koma á landsliðið.


17. Ert tú nøgdur við tína tíð í B36?

Ja.


18. Hví ert tú nøgdur? Liðfelagir og samanhaldið. Atmosferan kring áskoðarir og leiðslu.


19. Hvør er besti venjari sum tú hevur havt? Tomislav Sivic.


Hví?

Tí hann hevur tekniskt lært meg nógv.

20. Hevur tú ætlanir um at gerast yrkisleikari uttanlands?

Eg havi ongar ætlanir, men eg hevði ikki sagt nei.