Hondbóltur
Hóast StÍF eftir fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hevur ein lítlan fyrimun í dystinum móti VÍF, so er einki at taka seg aftur í, at tann sigurin í nógvar mátar kann vísa seg at vera sera dýrt keyptur.
Longu undan teirri uppgerðini var støðan tann, at liðið mátti vera Svein Justinussen fyriuttan, og eftir at Marian Cirloganescu varð borin av vøllinum, og Mihai Marinescu síðani fekk reytt kort, stóð greitt, at tað fór at verða eitt sera skert strandalið, sum sunnudagin skuldi royna seg á útivølli móti KÍF.
Ov tungt at taka
Og tað vóru heldur ikki lidnir nógvir minuttur av dystinum í Hoyvíkarhøllini, fyrr enn tað varð staðfest, at talan fór at gerast um tunga uppgávu hjá StÍF.
Heimaliðið leyp nevnliga avstað alt fyri eitt, og áðrenn VÍF veruliga var komið fyri seg, høvdu kollfirðingarnir longu langað sjey bóltar í kassan aftan fyri Rasmus Magnusson. Strandingarnir royndu at koma afturí aftur, men gloppið upp til mótstøðuna var ov stórt. Kollfirðingarnir stríddust manniliga fyri at verja leiðsluna, og hartil var tað heilt góða lagið á Óla Christian Dhurhuus, soleiðis at StÍF ikki kom ov lætt til nakað sum helst.
Í seinna hávleiki var tó fleiri ferðir líkt til, at strandingarnir hóast alt skuldu fáa nakað burturúr. Teir vunnu seg upp á javnt, og teir hóttu við at fara framvið, men hetta seinasta eydnaðist teimum ongantíð. Kollfirðingar høvdu alla tíðina meira eftir í sær, og teir megnaðu alla tíðina at geva eitt skump afturat, tá støðurnar gjørdust ov spentar, og tá teir av álvara settu trumf á seinastu løtuna, var ikki stórt meira hjá StÍF at gera.
Koppaði talvuni
Og einki er at taka seg aftur í, at sigurin hjá KÍF á ein hátt koppaði stigatalvuni.
Her vóru strandingar undan dystinum næstir Kyndli, men tapið viðførir í fyrsta umfari, at tað nú eru fýra stig upp til grøna oddaliðið. Og við tveimum komandi dystum móti VÍF, harav annar er í steypakappingini, kundi væl hent seg, at hesin munurin gjørdist enn størri.
Og hartil, so skulu strandingar nú eisini til at líta nakað niðureftir á stigatalvuni. Hálveringin av stigunum hevur sjálvsagt havt við sær, at munurin niður eftir eisini minkaði, og sum støðan er nú, so standa kollfirðingar brádliga við einum góðum møguleika at leggja seg út í heiðursmerkjastríðið. Her hava teir ikki verið staddir í eini tíggju ár ella so, men VÍF, StÍF og Neistin eru bert ávíkavist eitt, tvey og trý stig burturi.
Hvussu stórum álvara hóttanin frá KÍF skal takast í, fæst helst ein greið ábending um komandi vikurnar. Fyrst er talan um grannauppgerð móti hoyvíkingum, áðrenn KÍF hevur heimadyst móti Neistanum, og fáast stig burturúr hesum báðum dystunum, tykist alt standa púrasta opið í so máta.Útgangsstøðið varð í øllum førum skapt sunnudagin, og fyri KÍF man tað ikki telja so nógv, at StÍF mátti vera fleiri leikarar fyriuttan. Tann leiklutin hava kollfiriðingar sjálvir átt stóran part av grundspælinum.
Dysturin í tølum
KÍF-StÍF 26-24 (13-10)
Málskjúttar
KÍF: Damir Oros 8(2), Regin Petersen 6, Gert Hansen 5, Petur Martin Poulsen 4, Teitur Joensen 2, Rógvi Weihe 1
StÍF: Alexandur Johansen 11(4), Artur Johansen 7, Leivur Justinussen 2, Andre F. Danielsen 2, Jón Rasmussen 1, Sverri Justinussen 1
Brotskøst: KÍF 3, StÍF 5
Útvísingar: KÍF 7, StÍF 3
Dómarar úr Tjaldur: Trygvi Mortensen & Kári Hansen.










